fastlandinum, har ferðin í tímar kann liggja javnt á 150 km/t, sigur Fríðrikur Bláhamar. Dekkini eru sambandið, bilurin hevur við vegin, og tí skulu tey vera í lagi - um trygdin skal vera í lagi, sigur hann [...] Bláhamar vísir á, hvat krevst av einum dekki, fyri at tað skal uppfylla trygdarkrøvni. Hann sigur, at slitbanin - ella mynstrið í dekkinum - skal vera í minsta lagi 1,6 mm tjúkt. Tað vil siga, at vit ongastaðni [...] partvíst er at finna í tí, at vit í Føroyum ikki koyra so long strekki, og tí ikki merkja løgnu ristingarnar, sum standast av vánaligum dekkum. Hann vísir eisini á annað, sum skal vera í lagi, ið hevur samband
frásagnir frá fremmandamálsfrøðingi, sum í stóran mun eru bygdar á samskifti við Kára á Rógvi í teldupostum í árinum 2007. Kári á Rógvi, í bløðunum skrivar tú í sambandi við mína greinarøð hetta um meg [...] formaður at forða føroyinginum í 2008 at fáa høvi at fáa ein lykil inn í t.d. tað týska málið: ”1) Din tale skal være ja ja og nej nej, 2) hvad der er derudover er af det onde” Eg skal týða tað til føroyskt, so [...] hugleiðingar, tað vísir títt skriv í Dimmu nr. 80 bls 10. Sannleikin er illa lýddur, tí ert tú farin í bløðini í óðum verkum. Útkomuár? Orðabøkurnar Føroysk-donsk stóð til at koma í 2007, men tað er broytt til
Brimheim í Havn. Hon kom á fyrsta sinni til USA 20 ára gomul í 1965 sum aupair genta hjá eini familju í høvuðsstaðnum Washington. Maðurin í húsinum var ráðgevi hjá Joe Tydings, sum var limur í senatinum [...] Demokratiska flokkinum. Diddan giftist við einum amerikanara. Í fyrsta umfari búsettust tey í Kansas City, men tey fluttu til California í 1974, har hon enn býr. Stuðlaði fyrst Hillary og síðan Obama Diddan [...] teimum nýskipanum til verju av borgarunum, sum eru framdar á lóggávuøkinum í USA heilt aftur til Roosevelt í 1930-unum. Kríggið í Irak hevur verið ein vanlukka, sum var grundað á ósannindi hjá Bush og hansara
slept í peningajagstran og dýrini dagliga verða givin hormon og pensilin fyri at kroysta framleiðsluna enn hægri upp. Slíkar loysnir kunnu bera í sær, at dýrini ganga í haga ella undirhaga so leingi sum [...] Hetta er stór misskiljing. Nógv eru eisini í iva um, nær tað er tíð uppá at fara víðari við einum varhuga um djóramisrøkt, hvat ið er umráðandi, og hvussu skal metast, um dýrini hava tað gott. Sorgarleikur [...] beinleiðis djórapínsla stendst av. Hvørjum skal hyggjast eftir? Fyri ikki at órógva myndugleikarnar óneyðugt og koma í klammarí við djóraeigarar, har viðurskiftini eru í lagi, er tó neyðugt við eitt sindur av
aðrastaðni í blaðnum í dag. Stóri politiski spurningurin er, hvussu nógvar pengar skulu vit brúka til at kanna føroyingar fyri CTD, og møguligar aðrar arvaligar sjúkur. Nær skal hetta setast í verk? Hvør [...] dreparasjúkuna. Draga hvør sína línu Vit hava fingið innlit í samskiftið millum partarnar í danska og føroyska heilsuverkinum fyri at kunna fylgja við í, nær eitthvørt ítøkiligt fór at henda. Samskiftið hevur [...] einari niðurstøðu um, hvussu føroyska tilbúgvingin fyri CTD, og nú eisini møguliga aðrar serføroyskar arvaligar sjúkur, skal vera. Men útlitini fyri einari niðurstøðu eru ikki bjørt í løtuni, tí tilmælini
gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeytiárunum eru. Okkurt um ein føroyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og tey sjúkastu enda á deild 2 [...] Undirhald um yvirdosis Nýggjasti sjúklingurin, Jens Martin, situr í roykilonini í guvum lag. Elsa hevur eisini fest sær í har inni. Hon blæsur royk út í rúmið og hyggur upp á Jens Martin: - Tú gongur meira nú. [...] og hyggur. Hon togar í seg sjálva innankjálka, sleingir miðleyst við ørmunum og flennir. So tigur hon og stillar seg í hurðaopið at sveiggja mjødnina úr karmi í karm. Elsa fer niður í hálva tíð, boðar hon
raskar og livandi menn, nú liggja lík. Menninir vórðu síðan jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Konfirmerað Elsa varð konfirmerað í Lorvík. Tá skuldi “gangast til” í eina viku áðrenn konfirmatiónina [...] har hon var, til hon doyði 67 ára gomul. Judith er gift í Schweits og Nancy í Bretlandi. Hini børnini búgva í Havn og Argjum. Elsa gongur framvegis í kirkju og møti, har hon eisini hittir nógvar av sínum [...] burtur í haga. Eitt av børnunum hjá Óla kom at vera hjá teimum, og var hetta Oleif Petersen. Hann var sjey ára gamal. Hann búsettist í Danmark og koma at føra skip hjá DFDS. Tað var nógv jørð í húsinum
leið 20 prosent bíligari enn aðrir handlar. Hví keypa øll ikki har? Í staðin fyri at keypa í dýrasta handlinum í ríkinum? Keyptu øll í bíligasta handlinum, høvdu hinir sum frá líður lækkað sínar prísir [...] mettar ikki nógv. Limaskapur í fólkakirkjuni er heldur eingin vissa ella treyt fyri at sleppa í himmiríki. Alt er ikki dýrari í Føroyum. Arbeiðsmegin er nógv bíligari enn í Danmark. Men tað telur ikki við [...] kosta minni í Føroyum enn í Danmark. Og tað forðar so fyri, at fleiri rýma hiðani. Uttan bil livir føroyingurin ikki leingi. Tíð er pengar, plaga vit at siga. Tíð kostar heldur ikki nógv í Føroyum, tí
við á fólkaatkvøðuni, sum skal verða í Danmark 27. september komandi. Sostatt er tað ikki einans formliga greitt, men eisini politiskt avgjørt, at ES-grundlógin ? fyribils í hvussu er ? ikki nertir við hesi [...] ábyrgdini, tá tey endiliga vilja, at skjalið skal eita grundlóg. Í føroyska valstríðnum upp til fólkatingsvalið 8. februar í ár vóru fleiri valevni, sum høvdu hug til at gera ES-grundlógina til eitt valtema [...] gongd 100 ár aftur í tíðina. Eitt annað valevni helt, at ES-grundlógin var tað málið, sum hevði størstan týdning í komandi fólkatingsskeiði, tí ein donsk samtykt av ES-grundlógini í ringasta føri var at
at siga. Lopið verður av seingini og so at gera proviantin kláran og fáa ein bita, sum helst skal liggja leingi á, niðurum. Vit fara so, tveir mans, oman á brúnna, har báturin liggur. Glúparnir verða tiknir [...] plastíløt, plastsekkir at fylla í, kumpass og vatn, matur og kloramin, pøs og oljuklæðir og ein rúgva aftrat. Jú, tað er ikki smávegis, sum kravt er, og minnast skal til, tá farast skal á flot. Veðrið er av tí [...] ið gjørd varð leygarkvøldið. Sum avtalað, so gjørt. Sunnukvøldið varð bensin fingið í eykadunkarnar, tí »páhangari« er í bátinum, og hann brúkar nakað væl av bensini. Útgerð og sjóvarfall eru kannað, og