Reyða Krossi. Teir húasast í einum tjaldi beint við tjaldingarøkið. "Her hevur verið eitt sindur at gjørt hesar dagarnar. Fyri tað mesta er tað sár, avrúsingar og tílíkt. Í gjár vóru tað eisini nógv, sum [...] sum komu inn, sum líka skuldu blíva turr og fáa hitan," sigur Esmar Petersen úr Havn, sum er ein av teamleiðarunum hjá Reyða Krossi á ársins G! festivali. "Tað hevur ikki verið so nógv at størri skaðum [...] vit her at práta við tey." "Tá harðast stendur á, hava vit 12 samaritar á vakt. Nøkur eru her uppi í tjaldinum, meðan onnur ganga runt á festivaløkinum og eru til taks," sigur Esmar at enda.
bindimynstur. Í sínari tíð hevði Anni Don Jacobsen handil við mótaklæðum í Klaksvík, haðani røtur hennara eru, og eitt skifti hevði hon handil bæði í Klaksvík og í Havn. Síðan hon flutti í Sandoynna at [...] Tað var leygardagin hin 26. mai í ár at Anni Don Jacobsen læt handilin Cakao upp í hjallaranum á Gerðisvegi 9 í Skopun, har familjan býr. Hetta er í fyrsta lagi ein tógvhandil, sum eisini selur ymisk bundin [...] at búgva í 1996 – ella fyri 22 árum síðan – hevur hon mangan droymt um sín egna handil, og serliga seinastu 10 árini hevur hon hugsað nógv um hetta. - Í Sandoynni hevur verið tógvhandil í fleiri ár, men
FF-valið Longu tíðliga í morgun var nývaldi felagsformaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard av Toftum, á skrivstovu síni á Bryggjubakka í Havn, har hann í fyrsta lagi kemur at húsast komandi trý [...] helt fyri, sum kom fram við, meðan eg sat í gongini og bíðaði, at eg mundi hava góðar nervar, sigur Jan smílandi og í góðum hýri, tá vit høvdu hann í telefonini í morgun. Gjørdi arbeiði Nývaldi felagsformaðurin [...] baki, hava víst mær runt í hølum felagsins í morgun. Jan sigur, at hann onga løtu er í iva um, at hetta er ein vælvirkandi skrivstova við góðum fólki. - Eg ivist heldur onga løtu í, at Óli Jacobsen hevur
Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Blaðið fæst í handlum í Havn í kvøld og kring landið í morgin. At gerast foreldur setur mangar tankar í gongd hjá teimum flestu. Tá ið tey lítlu elskuligu [...] eftir sínum uppruna. 21 ára gamla kvinnan býr í Havn og er uppvaksin í Føroyum. Sum einans tveir mánaðir gomul kom hon til Føroya og vaks upp saman við foreldrunum og ættleidda beiggja sínum. Maria hevur ongantíð [...] elskuligu fólkini koma til heimin eru vit vaksnu full í gleði, ivamálum, spenningum og vónum. Tað var millum annað løtan, tá ið Maria Daniela í Garði gjørdist mamma, sum leiddi til, at hon fór at leita eftir
og kjak í útvarpinum - bæði í tíðindunum og morgunsendingini. - Eg kendi tað, sum at øll ábyrgdin fyri alt, sum stóð í samgonguskjalinum, var løgd á meg. Eg skuldi brádliga svara fyri avgerðir í samgon [...] og Anitha 19 ár * Útbúgvin bankakvinna og hevur starvast í Eik í 26 ár * Te veikastu hava altíð staðið hjarta hennara serliga nær * Er virkin í Reyða Krossi og Føroya Væl * Hevur stillað upp tríggjar ferðir [...] eina nátt. Og tað var eg ikki fyrireikað uppá. Tað sigur Jóna Mortensen, sum av álvara kom í miðlameldurin í desembermánaði. Hon er útlærd bankakvinna, og tá hon stillaði upp til seinasta løgtingsval,
nýggja árið heima við hús her í Havn, eta ein betri bita saman við familju og kanska onkrum vinfólkum. Um tað viðrar, savnast grannalagið til bál. - 90 ára føðingardagur í sjónvarpinum er eitt "must" á [...] keðiligasta upplivingin í 2016? - At Donald Trump varð valdur, og skjótt fær ræðið í heimsins máttmiklasta landi. Tíverri vænti eg, at hann fer at spjaða meira enn at savna, bæði lokalt í USA og á altjóða pallinum [...] Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2017? - Eg fari at lesa meira komandi ár. Serliga bøkur eftir skarpar høvundar, sum hava evnini at greina støðuna í heiminum, og sum hava boð uppá, hvussu til
Tað eru stívliga trý ár síðan, at Jansy Simonsen yvirtók tógvhandlinum Igloo í Sverrisgøtu 19 í Havn. Umframt at yvirtaka sjálvan handilin, yvirtók hon eisini húsini, har handilin hevur húsast seinastu [...] sigur Jansy Simonsen, sum var í starvi á byggideildini hjá Tórshavnar kommunu, tá hon hevði hug at fara at royna okkurt nýtt. Søgan um, hvussu alt kom í lag, kann lesast í Vikublaðnum mánadagin, sum hevur [...] eisini verið ein tanki heilt síðan byrjan. - Nú eg havi rikið handilsvirksemið undir navninum Igloo í trý ár, helt eg, at tíðin var komin til eisini at gera navnið til mítt egna. Herfyri varð navnið Igloo
Bilur á sjógv Tað eru tey, sum kanska hava fingið ta fatan, at bilurin, sum koyrdi á sjógv í Havn næstseinasta mánakvøld, fór út av bryggjukantinum, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli. - Men soleiðis [...] og koma uppaftur at flóta. - Hann tók nøkur tøk inn ímóti einum gummiringi og helt fast í ringin. Her fingu vit í hondina á honum og vit báðir, sum vóru teir fyrstu, hjálptu honum saman við øðrum upp á [...] væl at svimja og vísti seg at vera ógvuliga róligur. Tað var eingin panikkur í honum, sigur Erland. Hann heldur, at bilførarin í fyrsta lagi hevur sær sjálvum at takka fyri, at hann slapp so væl frá hendingini
Hesaferð sigldu vit runt Sandoynna. Hóskvøld lógu vit í Skopun, og fríggjadag vóru vit í Skálavík. Vit lógu í Nólsoy fríggjakvøld, og leygarkvøld lógu vit í Havn, sigur hann og leggur aftrat, at ein slíkur túrur [...] er kvøldið í Hósvík eisini, sigur Gunnbjørn Joensen og vísir á, at regattatiltakið í Hósvík byrjaði í fyrsta lagi sum eitt róðrartiltak, har ikki minst kappróðrarfólk, sum høvdu luttikið í kappróðri gjøgnum [...] øðrum báti vóru eigarar av Stovuni ein rundtúr í nakrar dagar nakað fyri ólavsøku. Á ferðini vóru í minsta lagi tveir umborð alla tíðina - og onkuntíð upp í sjey. Onkur mynstraði umborð, og onkur mynstraði
stríðst fyri í áravís, og tí var hetta ein sera søtur biti at fáa undir tonnina. Hann sigur, at privat var løtan í summar, tá dótturin helt pisurøðuna vegna HF-ararnar í viðarlundini í Havn avgjørt tann [...] var løtan í løgtinginum, tá vit samtyktu Virknis- og Umlættingardeplilin á Sandi, eins og tá spakin varð settur í, stórar løtur fyri meg. At bøta um korini hjá teimum við serligum avbjóðingum í oynni havi [...] Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu. - Jólaaftan ótu vit ræstar lambsbøgir afturvið heitari eplasalat. Jóladag ótu vit føroyska gás og dunnu, og 2. jóladag, sum er í dag, plaga vit at verða troytt