vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis [...] heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist
Bíðilistin í Klaksvík longri enn í Havn Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið tosað og skrivað um landa bíðilistan til barnaansing í Tórshavnar kommunu. Í síðstu viku varð nevnt í útvarpinum, at sløk 400 [...] ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. Í Klaksvík eru 160 kommunal ansingarpláss í dag, men hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin á plássum. Seinastu tølini vísa, at tørvur er í minsta lagi á líka nógvum [...] t.v.s. 100% aftrat teimum plássum, sum eru í dag. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er umleið 3,5 ferðir størri enn í Klaksvík, so um vit falda bíðilistan í Klaksvík við 3,5, hevði talan verið um 550 manglandi
um, at Sámal Petur í Grund hevur verið so fortur, at hann ikki fyrst hevur kannað málið betur tekniskt. Men av tí at tað liggja so nógv stórmál hjá Fólkaflokkin, sum skulu setast í verk frá 1. januar 1998
framhaldsdeildini í Runavíkar Skúla undir leiðslu av Jóhan Mortensen fyri frystu ferð at syngja alment. Fyrst í november mánað varð farið undir venjingarnar við skúlakórinum. Við spurnarbløðum vóru næmingarnir [...] verður farið í Fríðrikskirkjuna at hava konsert. Eisini á hesi konsertini fer Manskórið á Skálafjørðinum at hava høvuðsleiklutin. Gentusangbólkurin verður somuleiðis við. Harumframt fer Skúlakórið í framhal [...] næmingarnir spurdir, um teir høvdu hug at syngja við í einum slíkum skúlakóri. Undirtøkan var ovurhonds stór, soleiðis at einir 70 næmingar nú syngja í kórinum. Vant verður eina ferð um vikuna, og sigast má, at
til andstøðuna til tess at fáa ein meiriluta í sín part. og landsstýrismaðurin í skúlamálum lovaði á føðingardagsveitslu studentaskúlans í Hoydølum nýggjan skúla, hóast hetta ongantíð var borið upp á mál [...] løgmansrøður hansara, leggur hon afturat. ? Í hesum málum hevur løgmaður sum kunnugt bert ført egin sjónarmið fram, hóast harða mótstøðu bæði í egnum flokki og í samgonguflokkum. Tað, at landsstýrismenn ikki [...] undrast á, hví Sámal Petur í Grund varð sagdur úr starvi. Løgmaður vísir á vantandi loyalitet. Men einki hald er í hesi grundgeving, sigur hon. ? Sjálvstýrisflokkurin hevur ongantíð í samgonguarbeiðinum hótt
varð borin í heim í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. Foreldur hansara vóru táverandi sóknarprestur í Vágum, Emil Bruun og konan, Dora Topp. Gudmund vaks upp partvís í Miðvági og partvís í Havn. Hann [...] útbúgving. Hann tók preliminærprógv í 1907. Í 1909 tók hann studentsprógv. Fór síðani at lesa gudfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann tók gudfrøðiprógv í 1915. Eftir hesa útbúgving varð hann [...] verður skipað fyri mentaløtum í Miðvágs skúla hvønn vetur. Seinasta vetur varð Olivar á Ryggi umrøddur. Frammanundan hava Mikkjal á Ryggi og Rasmus á Háskúlanum verið á skránni. Í ár er tað so Gudmundur Bruun
fjallaheim er kaldasveitti í klettum gráum. Børn ressast undan heitari hirðing og seta seg uppundir seg, við vaknandi eygum smáum. Tey brátt í vetrarljósi til skúla gá á pinkulítlum táum í novemburlýsi kámum. [...] Morgunljós rættir tong við breiðan fjørð og pilkar havljós úr søltum fjarðarvatni. Hvítmyljur anda í landsynningi og skunda sær Heim á Sand á vetrartingið. Øskulittir másafuglar drýpa nev so nett við sand
blivið verkfallinum ein stór styrki. Men tað, Óli Jacobsen avdúkar í Sosialinum í dag, tekur í hvussu so er henda trumfin frá arbeiðarafeløgunum. Tí formaðurin í Fiskimannafelagnum upplýsir nevniliga, at John [...] Og fiskimenn fara ikki at missa eitt reytt oyra. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn serligan skattalætta, eru [...] skipini í mesta lagi kundu avreiða 25% uttanlands. Og nettupp hetta kundi verðið ein trumfur hjá arbeiðarafeløgunum, fara tey í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn. Tí kunnu skipini ikki avreiða í Føroyum
sínar egnu limir. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur, at tað verður seint gloymt, at Ingeborg Vinther, og hini feløgini, venda sær ímóti fiskimonnum, soleiðis sum tey gera í málinum um ætlaða [...] hótta við verkfalli í tíð og úrtið. Óli Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ³bluff3. Tað fer bara at skaða teirra áhugamál. Tí sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, verður frávik [...] frávik gjørt í lógini um, at skipini kunnu avreiða í mesta lagi 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar. Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum
vinnuna. Havandi í huga trupulleikarnar, fiskivinnan hevur drigist við seinnu árini, er ikki óhugsandi, at ein avleiðing av eini møguligari oljuvinnu kann gerast, at fólk í stórum tali leitar sær í oljuvinnuna [...] settur ein stýringsbólkur at fylgja við arbeiðinum. Í honum sita Anthon Kjelaas, Saga Petroleum, formaður, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið, Jákup Sólstein, Rei [...] hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga í hesum sambandi, meðan