liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og at tað í dag snýr seg um at fara á vøllin og spæla út frá, at støðan er málleysur javnleikur. Um B68 liðið fer at leggja fyri við at verja leiðsluna frá fyrru hálvfinaluni [...] málskjúttar. Setningurin hjá Sigfríði S. Clementsen, venjara hjá EB/Streymi, er at sannføra sínar spælarar um, at tað ber til at venda gongdini, hóast teir eftir fyrra hálvleik í hálvfinuni eru aftanfyri við [...] ferðin, at EB/Streymur var í steypafinaluni var í 2012, tá ið tað endaði 3-3, og Víkingur vann brotssparkskappingina. Setningurin hjá Jákupi á Borg, venjara hjá B68, er at sannføra sínar um, at einki er
Niðurstøðan er, at allur sannleikin ikki kom fram alment, men at tað er skilagott, at Mason Greenwood ikki spælir við Manchester United aftur. Tó skrivar The Athletic, at Manchester United ætlaði at slúsa hann [...] ar, sum halda at handfaringin hjá Manchester United hevur verið klossut og drigið út. Eisini fílast viðmerkjarar á, at Mason Greenwood í sínum skrivi ikki í nóg stóran mun viðgongur, at hann hevur gjørt [...] Mason Greenwood fyribils. Bretska ákæruvaldið ákærdi Mason Greenwood fyri at royna neyðtøku, harðskap og atferð við tí fyri eyga, at hava tamarhald á einum persóni. Málið bleiv seinni slept millum annað tí
kommunur og vinnufyritøkur í Føroyum ynskja at seta skjøtul á arbeiði at menna fundar- og ráðstevnutænastur. Hetta fer at verða við til at ferðafólk ferðast til Føroya alt árið og harvið leingja vertíðina [...] sera fegin um, at tað við miðvísum arbeiði og týðandi stuðli frá Tórshavnar Kommunu frá byrjan av, hevur eydnast okkum at fingið ICCA ráðstevnuna til Føroya. Vit eru eisini fegin um, at fleiri økir, kommunur [...] og heilsugransking, at taka lut á ráðstevnuni. Visit Faroe Islands Meetings er eitt samstarv millum Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn, sum í fleiri ár hevur havt til endamáls at styrkja vinnuferðavinnuna
fast, at tað er Eysturoyingurin, sum hevur vunnið rættin at taka lut í kapprógving í Scillyoyggjunum komandi ár. Í blaðnum hósdagin skrivaðu vit hetta eisini, men har var í tí eina førinum komið at standa [...] fara at rógva. Hvessingur og Jarnbardur hava báðir 28 stig, og tann av hesum báðum, sum verður fyrri á mál ólavsøkuaftan, verður FM vinnari. Men tað er ikki víst, at annar av hesum báðum fer at vinna [...] kappróðrarárið 1998. Fleiri rógvarar hava langt síðani gjørt av, at teir fara ikki undir aftur eitt so strevið tíðarskeið, sum tað er út í eitt at venja og kappast frá undan flaggdegnum og til á ólavsøku. Men
verður um at seta í verk eina skattaumskipan, sum minkar inntøkuskattin. Landsstýrið skrivar í uppskotinum, at seinastu mongu árini er skattabyrðan flutt frá avgjøldum til inntøkuskatt. – Orsøkin er, at hvørki [...] 2025 er helvtin fíggjað, tí at nakað verður fíggjað árini 2026-28. – Skattaumskipanin verður fíggjað við at niðurlaga nakrar av serskipanunum á arbeiðsmarknaðinum og við at dagføra, javna og stigvíst hækka [...] og innflutningsavgjøldum. Landsstýrið greiðir í uppskotinum frá, at lønarvøkstur og ein skattastigi, sum ikki verður javnaður, gera, at inntøkurnar frá landsskatti eru vaksnar til um 2 mia. kr. í 2022
Vit rokna við, at vit koma undir stórt trýst frá byrjan, men klára vit at standa ímóti tí og fáa trýstið at leggja seg, hava vit møguleika at gera okkurt við teir. Teir trívast væl við at spæla opnar og [...] men vit hava vónir um, at vit kunnu avrika væl og fáa okkurt við okkum heim. Skulu vit megna at vinna stig, so skulu vit spæla upp til okkara allar besta, og vit skulu hava teir at gera tað, sum teir ikki [...] og livandi dystir, har ferð er á spælinum, so vit ynskja at fáa dystin at verða øðrvísi. – Vit hava staðið okkum væl í undankappingini higartil. Grikkaland er betri enn tey liðini, sum vit hava vunnið á
Tað var roknað at vera fyribils finala í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið TB í dag var gestur hjá ÍF. Úrslitið var, at ÍF vann 1-0, og tað ber við sær, at fuglfirðingar nú eru omanfyri [...] mugu staðiliga undirstrika, at vit hava ikki bjargað okkum enn. Vit kenna TB, og eg rokni við, at TB fer at vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hjá okkum snýr tað seg um at vinna trý stig ímóti B68 her [...] omanfyri niðurflytingarstrikuna og harvið nærri at bjarga sær undan niðurflyting, enn TB er. Tað er longu greitt, at AB er annar niðurflytarin. Dramatikkurin var øgiligur og ikki minst í síðstu sekundunum, tá
havi alla tíðina sett mær fyri, at eg skal ikki forða fyri, at limirnir fáa tað, sum tey vilja hava. Við nýggju avtaluni verða viðurskiftini betur skipað og eg vóni, at tað verður meira friður fyri st [...] Floghavn. Í avtaluni hevur Vága Floghavn fyri fyrstu ferð staðfest, at kollektivur sáttmáli er galdandi fyri økið á flogvøllinum. Avtalan merkir, at Starvsfelagið hevur yvirtikið sáttmálan fyri øll sløkkiliðsfólk [...] á flogvøllinum, og arbeitt verður framhaldandi at fáa fleiri starvsbólkar við í sáttmálan. Ynski hevur verið frá bæði starvsfólkum og arbeiðsgevara um at fáa føroyskar sáttmálar við føroyskt fakfelag fyri
portalar vita at siga, at leiðin nú gongur til Íslands. Hetta eru NATO-skip úr Hollandi, Týsklandi, Kanada og Portugal, og sum serkøn sigldu tvey donsk herskip í fylginum. Tað sigst, at Arktisk kommando [...] kommando váttar, at loyvi er fingið frá føroysku uttanríkistænastuni. Jenis av Rana er landsstýrismaður við kirkjumálum og uttanríkismálum. Hann eigur nú at greiða Føroya fólki frá, hví NATO slapp at kløkka fólk [...] vissa føroyingar um, at slíkt óhapp ikki kundi hent millum oyggja í Føroyum. Óhapp, sum kundi lagt býlingar, ja, heilar bygdir í brandakol? Óneyðugt er at minna henda gudsmann á, at heilagi andin eisini
prísin, so kunnu vit við vissu siga, at so fer hitt oljufelagið innan fáar tímar at gera tað sama. Soleiðis hevur altíð verið í Føroyum, tí oljufeløgini hava ikki lov at avtala prísir sínamillum. Seinastu [...] ðið og Statoil um at lækka vinningin. Shell, sum tá var hitt felagið, valdi at fylgja somu avtalu, skrivar Kappingarráðið í frágreiðingini frá 2016. – Niðurstøðurnar í dag eru, at tað nú serliga er [...] er á diesel og gassolju, at vinningurin tykist at vera ov høgur, skrivar Kappingarráðið í 2016 og heldur fram: – Shell Danmark og Norsk Statoil valdu 2007-2008 at selja síni dótturfeløg í Føroyum úr