Tá eitt oljufelag hækkar prísin, so kunnu vit við vissu siga, at so fer hitt oljufelagið innan fáar tímar at gera tað sama. Soleiðis hevur altíð verið í Føroyum, tí oljufeløgini hava ikki lov at avtala prísir sínamillum.
Seinastu fimm dagarnir hava tó verið eitt undantak, tí nøkur oyru hava verið á muni. Men tað er tað ikki meira, og í dag kosta allir oljuúrdráttir júst tað sama hjá báðum oljufeløgunum.
Magn hevur hækkað prísin á bensini við 25 oyrum og Effo við 31 oyum.
Magni hevur hækkað prísin á diesel við 39 oyru fyri liturin og Effo við 32 orum.
Og Magn hevur hækkað prísin á húsarhaldsolju við 36 oyrum og Effo við 31 oyrum.
Nú kostar ein litur av bensini 14,91 krónur hjá báðum feløgunum. Ein litur av diesel kostar 13,18 krónur og ein litur av húsarhaldsolju kostar 12,31 oyru.
Oljufeløgini upplýsa ikki orsøkina til príshækkanina.
Í eini frágreiðing frá 2016 vísti Kappingarráðið á, at føroysku oljufeløgini taka alt ov stóran vinning av oljusøluni.
Í frágreiðingini frá 2016 vísir Kappingarráðið til eina frágreiðing frá 2004, sum vísti, at vinningurin á bensini og diesel var væl hægri í Føroyum enn í grannalondum okkara. Í frágreiðingini varð víst á, at vantandi kapping helst var orsøkin til høga prísstøðið í Føroyum.
Og kapping millum oljufeløgini er eisini ring at fáa eyga á í dag.
– Tá var avtala gjørd millum Kappingarráðið og Statoil um at lækka vinningin. Shell, sum tá var hitt felagið, valdi at fylgja somu avtalu, skrivar Kappingarráðið í frágreiðingini frá 2016.
– Niðurstøðurnar í dag eru, at tað nú serliga er á diesel og gassolju, at vinningurin tykist at vera ov høgur, skrivar Kappingarráðið í 2016 og heldur fram:
– Shell Danmark og Norsk Statoil valdu 2007-2008 at selja síni dótturfeløg í Føroyum úr samtakinum. Statoil Føroyar varð selt føroyskum íløgufeløgum og broytti seinni navn til Effo, og Føroya Shell var selt íslendskum felag og broytti navn til Magn, skrivar kappingarráðið í seks ára gomlu frágreiðingini um oljuprísir í Føroyum.
Síðani oljufeløgini skiftu eigarar hava tey goldið eigarunum 630 milliónir krónur í vinningsbýti
Prísur hjá Magn og Effo í dag:
##med2##