Karl sendi TB nærri niðurflytingini

ÍF liðformaðurin kendi tað sum um, at øll bygdin eygleiddi hann, tá ið hann fyrireikaði seg at taka brotssparkið, sum bar sigur ímóti TB við sær

Tað var roknað at vera fyribils finala í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið TB í dag var gestur hjá ÍF. Úrslitið var, at ÍF vann 1-0, og tað ber við sær, at fuglfirðingar nú eru omanfyri niðurflytingarstrikuna og harvið nærri at bjarga sær undan niðurflyting, enn TB er. Tað er longu greitt, at AB er annar niðurflytarin.

 

Dramatikkurin var øgiligur og ikki minst í síðstu sekundunum, tá ið ÍF vann brotsspark, og tá ið liðformaðurin og miðverjin Karl Løkin tók ábyrgdina á seg og setti bóltin mitt í málið.

 

-Tað kendist vera øgiligur spenningur, tá ið eg gjørdi meg kláran og hugdi niðan á áskoðararnar. Eg hevði eina kenslu av, at øll bygdin hugdi á meg, men tá kendi eg frið á mær, og tað var ein fantastisk kensla, tá ið bólturin sat í meskunum, sigur Karl Løkin í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1.

 

-Tað var Jhon Mena, sum royndi seg við skoti, og bólturin hevði farið í málið, um hann ikki rakti í hondina á mótstøðumanni, sigur Karl Løkin.

 

Talan var um intensa uppgerð, tað vóru nógvir nærdystir, og tað var ÍF, sum hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn TB hevði.

 

Nú hevur ÍF 19 stig, TB hevur 16 stig, og AB hevur 15 stig.

 

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, fær TB vitjan av 07 Vestur, og ÍF fær vitjan av B68.

 

-Sigurin í dag kennist søtur, men vit mugu staðiliga undirstrika, at vit hava ikki bjargað okkum enn. Vit kenna TB, og eg rokni við, at TB fer at vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hjá okkum snýr tað seg um at vinna trý stig ímóti B68 her í Fløtugerði, og tað er stór uppgáva, tí toftamenn eru okkum altíð boysnir, sigur Karl Løkin.

 

Salmundur Bech er liðformaður hjá TB:

 

-Hetta var bardagi og nógvir nærdystir, og tíverri endaði tað ikki okkum til fyrimunar. Nú hava vit spælt tríggjar ferðir ímóti ÍF og tapt allar ferðirnar. Tað er avgerandi, og vit kunnu bara iðra okkum um, at vit ikki hava megnað at vunnið úrtøku úr møguleikunum, sum vit hava vunnið okkum. Vit hava eitt skot eftir í byrsuni, og vit rokna framvegis við møguleikanum, sigur Salmundur Bech.