vann dystin á Skála 23-20, eftir at tað hevði staðið á jøvnum 12-12 í hálvleikinum. Neistin var á odda í fleiri førum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist tó hvørja ferð vertunum at koma upp á javnt. Tá [...] spennandi. Í fyrra hálvleiki gekk rættuliga javnt á, men eitt skifti var Søljan á odda við fýra málum 11-7, men seinastu løtuna av hálvleikinum fekk heimaliðið tó strítt seg upp á javnleik 11-11. Eftir steðgin [...] Á Skála tók StíF móti Neistanum úr Havn. Neistin hevur fingið eina stak góða byrjan upp á kappingarárið, og havnarliðið sigraði eisini á Skála, men tað var ikki eins lætt, sum høvdu fleiri annars kanska
og skip, sum eru á Havnarvág, sigur Jørleif Kúrberg, ein av veteranunum. Hildu veitslu fyri damunum á Kondittaríinum Flestu havnarborgarar minnast damurnar, sum í ein mansaldur arbeiddu á Kondittaríinum [...] ikki at detta niðurfyri, siga teir. Alt bendir eisini á, at teir eru komnir oman á Sjómansheimið fyri at verða, og teir rýma neyvan, fyrr enn teir á ellisárum møguliga fara at flyta stutta teinin yvir í [...] fult. Kondittaríið misti sína sjarmu Men hvussu ber tað til, at teir fluttu oman á Sjómansheimið, aftaná at hava hildið til á Kondittaríinum í ein mansaldur? - Har komu nýggir eigarar til, og tá misti Ko
royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt [...] uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum. - Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. Luftin, sum sat í húsinum og helt gronini á bátinum [...] sálarliga havi eg tað gott. Soleiðis greiddi Hans Magnus Hansen frá eftir hendingina á Norðhavinum, 22. mars 2004. Hann var á veg til lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk
Páll Fanga, so gekk tað støðugt um enn spakuliga tann vegin, at vit fingu betri og betri tak á honum, og tá ið tað restaðu einir 300 metrar, fóru vit fyrstu ferð framum og løgdu okkum á fremsta plássið [...] Kerstin Rasmussen. Fleiri fara at bjóða seg til Umborð á Páll Fanga er nett sama manningin, sum eisini róði við í fjør. Tær vunnu á bygdastevnuni á Skála, og tað var ikki frítt, at tað í Klaksvík varð vónað [...] komnir á mál tóktist tað sum um, at onkrar av manningini á Páll Fanga høvdu fingið eitt prej um, at tær høvdu vunnið. Tí er einki at siga til tað, um tær vóru rættuliga vónbrotnar. Men avrikið bendi á, at
teir seinasta landskappingardystin undan steðginum sannførandi 6-1 á ÍF í Fuglafirði. Hinvegin gekk tað minni gott, tá ið KÍ royndi seg á ólavsøku móti Skála, tí har fingu teir ein ordans umgang og taptu [...] toftamenn at bíða eina tíð enn, áðrenn teir síggja hann á vøllinum. Hinvegin harmast teir í B68 um, at Herbert í Lon Jacobsen ikki verður at síggja á liðnum fyribils, og eisini at Mikkjal Thomassen heldur [...] teir vinna dystin á klaksvíkingum. Somuleiðis heldur Oleif eisini, at tað hevur sæð betur út undir venjing hjá B68 seinastu tíðina, og tí eru vónirnar ikki sørar undan dystinum í kvøld á Svangaskarði. K
Hon er tó ikki tann einasta, sum hevur mong ár á baki innan flakavinnuna á landi við virkið í Miðvági. Fyri nøkrum árum síðani var nevniliga ein samkoma á virkinum, fyri at heiðra seks av starvsfólkunum [...] hevur verið nógv ár á virkinum, so er kortini ein kvinna, sum hevur munin á henni. Tað er Jona Samuelsen sum byrjaði nøkur ár undan Annelenu. 8 tíma dagur Sum nevnt er stórur munur á flakaarbeiði í dag [...] Rasmussen á sinni byrjaði sum flakakvinna á virkinum í heimbygdini, so var útgerðin ikki so nútímans sum hon er tað í dag. Í byrjanini av sjeyti-árunum arbeiddu tey øll møgulig sløg av fiski undan á virkinum
Jóannes á Váli, sum tað ikki eydnaðist at fáa orð á, áðrenn blaðið fór til prentingar. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, váttar fyri Sosialinum, at løgreglan varð boðsend at koma umborð á Norrønu [...] av ferðafólkunum var uttanborðs á túrinum. Talan var um eina unga gentu, sum datt av einum dekki í erva og endaði í einum bjargingarbáti, sum hekk á einum lægri dekki á skipinum. Ætlanin var at fáa váttað [...] Tað var nógv fólk á vikuskiftisferð til Danmarkar við Norrønu seinasta vikuskifti. Fólk, sum vóru við, greiða frá, at tað gekk lívliga fyri seg umborð. Norrøna var ein sonevndan ungdómstúr í Danmark um
dystin bar til at fylgja í Sjónvarpi Føroya. Longu tá fimm minuttir vóru farnir kom hol á, og í sera nógva hitanum gekk skjótt. Tá spælararnir fóru til sera kærkomnu hvíldina, var støðan 5?0. Í 2. hálvleiki [...] mál afturat, og tí var eingin spenningur, tá teir eina viku seinni vóru á Svangaskarði. Tá stóðu klaksvíkingar seg heilt væl. KÍ var á odda bæði 1?0 og 2?1, men í síðstu løtu eydnaðist tað Újpesti at skora [...] luttøkuni, at KÍ ætlaði at spæla sítt spæl, og tað gjørdu teir eisini á Svangaskarði. Men sjálvandi fer størri dentur at verða lagdur á verjupartin í dag. Venjarin og spælararnir vilja sjálvsagt sleppa undan
a. Holger hevur starvast á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum fleiri ár. Harumframt hevur hann undirvíst á háskúla, á Sjúkrasystraskúlanum, á Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Handilsskúla. Holger [...] nærindis Billund á Midtjyllandi. Hann tók studentsprógv í 1970 á Vestjydsk Gymnasium í Tarm og fór síðani til Keypmannahavn at lesa samfelagsfrøði á universitetinum. Í 1975 fór hann at undirvísa á Haslev udvidede [...] samband við bygdina, sum tá lá uttan vegasamband, gekk gjøgnum Støðina og Miu. Mia er stødd hjá systurdóttrini Lenu í Havn føðingardagin Holger Arnbjerg leiðari á Altjóða Skrivstovu Undirvísingar- og Mentamálastýrið
daprari tíð. Í november 1940 gekk seinni heimsbardagi á øðrum ári, og føroyingar mistu fólk og skip. Andrew var skipsføraralærdur og førdi Silver Spray, sum pápi hansara, Dias á Heyggi, átti. Silver Spray [...] Skipafelagnum á vaktarhaldi við oljuboripallarnar í Norðsjónum. Seinni avloysti hann sum tollari um summarið og var náttarvakt á Tórshavnar Skipasmiðju. Mia fór eisini út at arbeiða: fyrst í køkin á Hotel Hafnia [...] smágenta við foreldrunum, Ingu og Gunnari Danielsen, tí hann førdi skip á Gørðunum. Nøkur ár eftir kríggið var Andrew formaður á hvalastøðini í Lopra og seinni umboðsmaður hjá oljufelagnum Shell í Vági