Kravið hjá toftamonnum er ein sigur

Um B68 skal gera sær nakrar vónir um at bjarga sær sessin í bestu deildini, er neyðugt, at teir fáa eitt gott úrslit, nú farið verður undir seinnu hálvu.

B68 er á aftasta plássi í landskappingini, og liðið hevur bert ognað sær tað eina stigið higartil í ár. Í summar hava teir so eisini roynt seg í UEFA, og heldur ikki har var talan um nakra serliga úrtøku, tí samanlagt vóru teir bastir 11-0 av lettiska Ventspils, sum í næstu umfari av europeisku kappingini skal dystast við danska Brøndby.

Tveir brasiliumenn við
Leiðslan í B68 hevur ikki ligið á tí løtu síðuni í summar, og felagið hevur útvegað sær ikki færri enn tríggjar brasilumenn seinastu fimm vikurnar, og spennandi verður at síggja, hvussu hesir fara at standa seg í føroysku landskappingini.
Í kvøld verða bert tveir av brasilumonnunum, Anderson og Fabricio, at síggja á vøllinum, tí tann nýggjasti maðurin úr stóra landinum í suðurameriku, Luis, enn ikki hevur fingið pappírini hjá sær í rættlag. Tí noyðast toftamenn at bíða eina tíð enn, áðrenn teir síggja hann á vøllinum.
Hinvegin harmast teir í B68 um, at Herbert í Lon Jacobsen ikki verður at síggja á liðnum fyribils, og eisini at Mikkjal Thomassen heldur ikki verður við í kvøld, tí at hann hevur trupulleikar við hælsinuni. Á plussíðuni kann hinvegin staðfestast, at Bogi Petersen, sum hevur verið skaddur, allarhelst er tøkur aftur til dystin í kvøld.
Ein av royndastu leikarunum hjá B68, Oleif Joensen, sigur, at dysturin móti KÍ í kvøld er av stórum týdningi fyri B68. Oleif sigur, at um B68 ætlar sær lív lagað í 1. deild, so er tað eitt krav, at teir vinna dystin á klaksvíkingum. Somuleiðis heldur Oleif eisini, at tað hevur sæð betur út undir venjing hjá B68 seinastu tíðina, og tí eru vónirnar ikki sørar undan dystinum í kvøld á Svangaskarði.

Klaksvíkingar væl fyri
Hjá klaksvíkingum hevur tað sæð gott út seinastu tíðina. Í tveimum venjingardystum móti donskum superligafeløgum, Esbjerg og FC Keypmannahavn, hava klaksvíkingar fingið fulla úrtøku, og harafturat vunnu teir seinasta landskappingardystin undan steðginum sannførandi 6-1 á ÍF í Fuglafirði. Hinvegin gekk tað minni gott, tá ið KÍ royndi seg á ólavsøku móti Skála, tí har fingu teir ein ordans umgang og taptu 1-5.
Jákup Mikkelsen, málverji hjá KÍ, sigur, at teir hava góðar vónir, nú farið verður undir seinnu hálvu av landskappingini. Landsliðsmálverjin sigur, at allir mans hjá KÍ eru klárir til dystin í kvøld uttan vágamaðurin Elfinn Ørvarodd, ið fekk ein snudd í venjingardysti móti leirvíkingum í farnu viku. Veteranurin Jan Andreasen fekk eisini ein skaða í sama dysti, men roknað verður við vissu við, at hann verður við á Svangaskarði í kvøld. Jákup Mikkelsen sigur, at tað hevur gingið væl betur í seinastuni, og eftir hansara tykki eru klaksvíkingar leikliga við at verða har, sum teir eiga at verða. Hann heldur eisini, at tapið móti Skála á ólavsøku var ein góð ávaring um, at hóast tað hevur gingið væl í venjingardystunum, so fær man einki forerandi.

KÍ hevur tað trupult á Svangaskarði
Verður hugt at hagtølunum, so hevur KÍ tað trupult á Svangaskarði. Seinastu fýra ferðirnar, at klaksvíkingar hava vitjað B68, eru teir farnir tómhentir um Leirvíksfjørð aftur. Ikki síðani 1999, tá ið KÍ vann greipuna, hevur tað eydnast KÍ at vinna á Toftum. Tá vunnu klaksvíkngar tepurt 3-2, meðan teir árið eftir blivu avsmurdir 6-1. Í 2001 vann B68 4-0, í 2002 2-0 og í fjør vunnu toftamenn 3-1.