Ein lesari á vestaru síðu av Skálafjørðinum hevur sent okkum myndir av báti, sum er sokkin á Hulki á Strondum. Hetta er gamli trolbáturin Hansa Maria, sum hevur ligið norðast við bryggjuna á Hulki í rúma [...] nakað við hetta, tí teir eru beint í endanum av vertíðini á landleiðini. Sum skilst, er hetta fyrstu ferð, at hesin trolbáturin hevur ligið við botnin á Hulki. Burturbeining Sosialurin fer ein av komandi døgunum
deildirnar í Vági, Sørvági, á Strondum, við Norðskála og í Gøtu, sum mikudagin 12. november lata aftur. Men samstundis letur ein nýggj kundatænasta upp. - Vit leggja dent á at skapa sterkar ráðgevingaeindir [...] Føroya Banki at hava níggju deildir eftir. Tær eru í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará, Fuglafirði, Kollafirði, Vestmanna, Miðvági og á Sandi. Tó fyriliggur ein ætlan um at leggja deildirnar í Vestmanna [...] átta fólkum virkar optimalt, og tí er ætlanin nú at styrkja kundarøkt og kundaráðgeving á eftirverandi deildunum. - Á stórum deildum ber til at skapa eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógvum avbjóðingum
Farna leygardag var fimti FM-róðurin á skránni, tá 42 bátsmanningur tókust á Fjarðastevnuni á Strondum. Hjá bæði 5-mannaførum við dreingum og 5-mannaførum við kvinnum megnaði Sílið úr Havnar Róðrarfelag [...] úrslitið hjá teimum báðum 5-mannaførunum. - Ja, eg eri ótrúliga væl nøgdur við avrikini hjá Sílinum á Fjarðastevnuni. Eg eri serliga yvirraskaður av dreingjunum. Teir eru mest sum eitt óskrivað blað og [...] at eg eri gleðiliga yvirraskaður, sigur Óli Svein. Tá vit spyrja um úrslitini hjá kvinnunum umborð á Sílinum, er Óli Svein tó meira avgjørdur í sínum svari. - Kvinnurnar hava eina meir royndu manning enn
av. Løtu seinni er Trump aftur á tíðindafundinum, har hann fortelur, at tamarhald er á støðuni, og at ein maður var skotin. Secret Service hevur síðani váttað, at ein maður varð skotin av Secret Service [...] innum til Hvítu húsini. Maðurin og ein Secret Service agentur vórðu báðir koyrdir á sjúkrahús. Tá Trump var komin upp á pláss aftur, varð hann spurdur av tíðindafólki, um hann var skakaður. – Tykist eg [...] í Hvítu húsunum í gjár, varð hann brádliga tikin til síðis av einum Secret Service agenti, tí ein maður var skotin av Secret Service nærhendis Hvítu húsunum. Í filmsbroti, ið er at síggja um alt internetið
tíggju ár síðani, at felagið 12. maður varð sett á stovn. Hetta hendi á stovnandi aðalfundi hin 29. mai 1997, so tað er ógvuliga passandi, at vit fáa heimsmeistararnar á vitjan júst nú, sigur Regin Egholm [...] upp undir landsdystir verður 12. maður sjónligur í Gundadali leygardagin Leygardagin verður eitt stórt tjald sett upp á parkeringsøkinum við Tórsvøll. Har fer 12. maður at halda til frá kl. 14 dystardagin
tilburði í Haldórsvík, har ein fremmandur maður var inni í einum húsum, tá maðurin, sum búði í húsunum, kom heim. - Her var ein fremmandur maður inni, sum smoygdi sær á dyr, tá eigarin kom. Vit fóru norður [...] kanska høvdu forlagt peningin onkrastaðni í húsunum. Løgreglan vísir á, at tá tað herfyri varð sagt frá tilburðinum, har ein fremmandur maður var inni í einum húsum, tá eigarin kom, eru onnur fólk í Haldórsvík [...] norður við hundapatruljuni, og hundurin elti eina slóð, sum hann misti burtur við eina á. Í byrjanini av hesum máli var ógreitt, um nakað var horvið úr húsinum. Men, seinni hevur løgreglan eisini fingið aðrar
døgnið. Í gjárkvøldið datt ein ungur maður á prutli í Klaksvík, sum vit eisini hava nevnt áður, og hann bleiv fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar. Í nátt tók ein maður í eina unga gentu í Grím Kambansgøtu [...] ógvuliga friðarligt døgn við bert smávegis ófriði og eitt sindur av fullum fólkum í nátt, verður upplýst á løgreglustøðini í Havn.
Ein maður stjól í gjár umleið klokkan 18:30 eina størri peningaupphædd á eini skrivstovu í einum handli í Havn í gjár. Handilin hevði opið, men eingin legði til merkis, at maðurin fór inn á skrivstovuna [...] sum tey lýsa soleiðis: Maður umleið 30 ár vanligan kropsbygnað umleið 170 cm høgur Myrkt hár við høgum tinningum Hann var í einum myrkum frakka við skinnkraga. – Um tú kennir mannin á myndunum ella hevur
hini 14 eru flutt á sjúkrahús við skotsárum. Seinni ljóðaði, at talið á deyðum var sjey. Tað er ikki greitt, hvør byrsumaðurin er, ella hví hann hevur skotið, og myndugleikarnir heita á fólk í býarpartinum [...] hevur avbyrgt ein býarpart í høvuðsstaðnum Bratislava, tí ein maður hevur skotið fleiri fólk har. Sambært bjargingartænastuni hevur maður skotið 20 fólk. Fyri einum tíma síðani varð sagt, at seks teirra
Ein 32 ára gamal maður varð nýggjársnátt álopin og so illa viðfarin, at hann má undir skurð Tað var ein maður fyrst í 20-árunum, sum nýggjársnátt leyp á ein 32 ára gamlan mann. Hann sparkaði tann liggjandi [...] kjálkabeinið brotnaðu, eygnahilan fekk skaða, og pannan trýstist inn. Sambært politinum leyp maðurin á uttan nakra grund. Vitni vóru til álopið. Hann er skuldsettur fyri grovan harðskap, og málið er so mikið [...] mikið álvarsligt, at kriminalpolitiið fer at arbeiða víðari við tí. Tann álopni maðurin liggur á Landssjúkrahúsinum og skal í vikuni leggjast undir skrurð.