Formaðurin gleðist um sigrarnar

Óli Svein Hansen, formaður í Havnar Róðrarfelag, fegnast um úrslitini hjá dreingjunum og kvinnunum umborð á Sílinum. – Tað er gott, at tey ungu vísa vegin, sigur hann

Farna leygardag var fimti FM-róðurin á skránni, tá 42 bátsmanningur tókust á Fjarðastevnuni á Strondum. Hjá bæði 5-mannaførum við dreingum og 5-mannaførum við kvinnum megnaði Sílið úr Havnar Róðrarfelag at vinna.

Formaðurin í Havnar Róðrarfelag, Óli Svein Hansen, var sera fegin um úrslitið hjá teimum báðum 5-mannaførunum.

- Ja, eg eri ótrúliga væl nøgdur við avrikini hjá Sílinum á Fjarðastevnuni. Eg eri serliga yvirraskaður av dreingjunum. Teir eru mest sum eitt óskrivað blað og hava ikki so nógvar royndir. Tí vistu vit ikki heilt, hvat vit skuldu vænta av teimum. Men eg má siga, at eg eri gleðiliga yvirraskaður, sigur Óli Svein.

Tá vit spyrja um úrslitini hjá kvinnunum umborð á Sílinum, er Óli Svein tó meira avgjørdur í sínum svari.

- Kvinnurnar hava eina meir royndu manning enn dreingirnir, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit høvdu sera góðar vónir til tær. Vit bæði væntaðu og vónaðu, at tær fóru at vinna meistaraheitið í ár, og tað sær jú eisini gott út nú, sigur hann.


- Gott at tey ungu vísa vegin

Óli Svein heldur eisini, at úrslitini hjá teimum báðum ungu manningunum hjá Havnar Róðrarfelag hava sera stóran týdning fyri felagið.

- Man kann ikki blíva við at draga teir eldru rógvararnar inn aftur í kappróðurin, og tí er gott, at tey ungu vísa vegin, sum báðar manningarnar á Sílinum hava gjørt í ár. Góðu úrslitini hjá hesum báðum manningunum kunnu vónandi gera, at áhugin fyri kappróðri gerst størri millum tey ungu, og tí hevur hetta eisini stóran týdning fyri felagið, sigur formaðurin í Havnar Róðrarfelag.