Friðarligt døgn hjá løgregluni

Síðsta døgnið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løregluni seinasta døgnið. 

 

Í gjárkvøldið datt ein ungur maður á prutli í Klaksvík, sum vit eisini hava nevnt áður, og hann bleiv fluttur á sjúkrahúsið til nærri kanningar.

 

Í nátt tók ein maður í eina unga gentu í Grím Kambansgøtu í miðbýnum í Havn, men gentan fekk skrætt seg leysa og rann avstað. Vakthavandi sigur, at meira verður ikki gjørt við málið, tí man veit ikki, hvat maðurin vildi gentuni.

 

Annars hevur talan verið um eitt ógvuliga friðarligt døgn við bert smávegis ófriði og eitt sindur av fullum fólkum í nátt, verður upplýst á løgreglustøðini í Havn.