Umhvørvi
Hetta eru gomul fiskifør, sum í flestu førum einki fiskiloyvi hava – ella eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla tey.
Ofta verður sagt um hesi, at tey ongan góðan hava, og tað er ivaleyst rætt. Hinvegin munnu flestu ognarlutir hava ein ella annan eigara, so ella so.
Ein lesari á vestaru síðu av Skálafjørðinum hevur sent okkum myndir av báti, sum er sokkin á Hulki á Strondum. Hetta er gamli trolbáturin Hansa Maria, sum hevur ligið norðast við bryggjuna á Hulki í rúma tíð.
Í Sjóvar kommunu sigur Tummas Johannesen, tekniskur leiðari, at kommunan hevur vent sær til eigararnar og hevur biðið teir um at fáa bátin uppaftur.
- Vit hava fingið at vitað, at tað helst fer at ganga ein tíð, áðrenn teir, ið eiga bátin, fáa stundir at gera nakað við hetta, tí teir eru beint í endanum av vertíðini á landleiðini.
Sum skilst, er hetta fyrstu ferð, at hesin trolbáturin hevur ligið við botnin á Hulki.
Burturbeining
Sosialurin fer ein av komandi døgunum at hyggja uppá, hvussu slíkir bátar og skip kunnu beinast burtur, tí hetta er ein trupulleiki ymsastaðni kring landið. Vit fara eisini at spyrja onkran myndugleika, um loyvt er at søkkja skip og bátar longur, sum gjørt hevur verið – og um so er, hvørji krøv so verða sett til bátin. Hugsandi eru krøv um, at maskina og onnur dálkandi útgerð skal takast upp úr skipinum fyri møguliga søkking.
Í aðrar mátar er spurningurin, hvussu slík burturbeining í veruleikanum fer fram, og hugsandi er, at hon ikki er heilt ókeypis fyri tann, ið eigur farið.










