báðum til stóra gleði. Sofus setur høg góðskukrøv, og tí er listasavn hansara sera áhugavert og spennandi. Tað, vit síggja av list her í dag, er á leið helvtin av tí, ið einaferð verður, tá alt er savnað [...] Soleiðis orðaði hann seg í hesum sambandi. Nú er tað upp til okkara at fara væl um hesa gávu, vit hava fingið við Listasavninum á Sandi. Lívið er stutt og listin er long. Harra borgarstjóri, fari at heilsa [...] hjarta mínum. Eisini hjá mongum øðrum er Sandsbygd nakað serligt. Hon er ein av elstu bygdunum í landinum, her var hin fyrsti fólkafundurin hildin í 1894, og tað er songhljómur í bygdarmálinum á Sandi,
seinasta triðingin. Leila Solmunde situr sjálv í nevndini, sum hevur býtt peningin út til tær umsóknirnar, ið hava verið um stuðul frá happadráttarpengunum. - Hetta kemur at merkjast hjá limafeløgunum í MBF, tí [...] tann einasti grunnurin, brekað hava kunnað søkt úr. Brekað eru ikki serliga rentabul, og tí er ringt at fáa stuðul aðrastaðni frá, sigur Leila Solmunde, ið ikki heldur tað vera so lætt at fáa pening aðrastaðni [...] at inntøkurnar frá happadráttunum nú hvørva, men viðgongur, at núverandi skipan er vorðin ótíðarhóskandi, nú tað ber til at spæla eydnuspøl við fatelefonum og aðrari tøkni. Tí sigur hon seg hava vónað
leikararnir í Armenia. Hjá leikarunum eigur tað tó at vera ein uggi, at stuðulin heima í Føroyum er so stórur til ein dyst sum henda, har umleið 100 fjepparar savnast at stuðla teimum. Sí myndafrásøgn frá Margáum [...] tá seinni Euro League dysturin millum liðini bæði varð spældur. Um 100 fjepparar høvdu leitað sær til Margáir í Streymnesi, har dysturin millum Gandzasar og EB/Streym varð vístur á tveimum stórskíggjum [...] seinastu fýra minuttirnir av yvirtíðini vóru av, vóru tað nakrir vónbrotnir fjepparar, sum fóru heim til nátturða. Lagið var annars gott í hálvleikinum, tá støðan framvegis var málleys. Tá varð dúgliga prátað
seg ofta illa ílætnar til at loysa hesar uppgávur. Tað er til dømis uppgávur við børnum við serligum tørvi, foreldrasamstarv og leiðslu og samskipanar- og toymisuppgávur. Tørvur er á einum almennum kjaki [...] Øll skipanin rundan um - og í fólkaskúlanum, er alt ov ógjøgnumskygd. Tjakast verður í nógvum krókum, men ringt er at siga hvør skal gera hvat. Í veruleikanum er hetta ein demokratiskur trupulleiki, har vit [...] dupultum monopoli, og er hetta ein grundleggjandi trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum. Hettar stendur í djúpari kontrast til Visión 2015 , har tað stendur at: “Yvirskipaða málið er, at fólkaskúlin verður
síggja, at vit skulu vera sentralt stýrdir. Tað má vera upp til hvørt einstakt felag at meta um fyrimunir og vansar, tá støða skal takast til útlendingatalið, helt GÍ formaðurin. Niclas Davidsen, formaður [...] Tofta Ítróttarfelag fekk fullan stuðul frá Gøtu Ítróttarfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag, tá uppskotið um at hækka útlendingakvotuna úr tveimum og upp í fýra spælarar varð viðgjørt á FSF aðalfundinum [...] viðvíkjandi í Føroyum at líkjast teimum í útlandinum, og tað helt hann vera rímuligt, ikki minst tá tað er eitt greitt ynski hjá føroysku feløgunum, at tey skulu standa seg betri í Europa Cup, enn tey hava
tí koyrandi er millum nærum allar bygdir. Ferðaráðið heldur ikki, at hetta er endaliga svarið uppá henda spurningin, tí lógin er ikki sett úr gildi og onkur bygd er uttan vegasamband, og gøturnar verða framvegis [...] hjá Leif Berg er eitt tilboð, sum væl ber til at gera meiri burturúr, har eru nógvir møguleikar og eg skal gera mítt til, at tað fer at eydnast. Ikki minst tí hon fer fram alt árið og ikki er treytað av veðrinum [...] helmingurin verður brúktur til lønir, og til dømis ein góð mió. til innlendis menning, har økisfeløgini fáa ein part. Nógvir faldarar eru í gerð og teir kosta nógv at gera. Tað er altíð skilagott at eftirmeta
Í fjør var hann á Skála, men annars hevur hann bara spælt við NSÍ, har hann fótbóltsliga er uppvaksin. Dánial er fjøltáttaður spælari, sum kann brúkast so at siga alla staðni á vøllinum. Í B68 var hann [...] hava vunnið. Tí er ikki undarligt, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið. Umframt Dánial Hansen hevur NSÍ styrkt seg við miðvallaranum Aleksandar Jovevic, sum í ár var hollur stuðul á miðvøllinum [...] hjá Skála. Jugoslaviski spælarin skal á liðið í staðin fyri Ian Højgaard, sum er fluttur til Danmarkar og tískil ikki verður við NSÍ næsta ár.
Kaldbaksmenn komu ofta til Hvítansar við báti. So fóru børnini við møtisboðum, og teir hildu møti inni hjá okkum.” Til Havnar og til skips Tá ið Sigurd var 15-16 ára gamal fluttu foreldrini til Havnar. Pápin sigldi [...] hesin tankin til mín: “Hetta verður tær bara til forderv. Tá tók eg og tveitti pípuna fyri borð og havi ikki roykt síðan.” Hetta vóru vísdómsorð, sum fleiri skuldu lagt sær í geyma. Hetta er eisini eitt [...] vánalig, at hann fór til ein av synunum at vera tey seinastu 2-3 árini. Hann doyði úti við 98 ára gamal eftir stutta sjúkralegu. Tøkk til Nenu Hetta var so søgan um Dánjal av Hvítanesi, sum er ein góð lýsing
prátaði nógv við okkum øll. Áðrenn vit fóru upp aftur, kemur Vígdis brosmynt yvir til mínsara og Dánials og heldur fyri: »Thað er gamalt, at færingar og íslendingar skalt tú uppliva, hinar norðurlendingarnar [...] Tað er altíð tungt at fáa deyðsboðini av einum, tú heldur av, einum ið stendur tær nær ella einum hollum vini. Og henda sunnumorgunin, hesi ófrættaboðini komu sum skelkandi vábrestur, var tað ikki meira [...] meira, enn at tú fótaði tær aftur í øllum sorgarleikinum. Kundi tað veruliga bera til, at Dánial, sum tú dagliga hevði umgingist, ikki var okkara millum longur? So seint sum hóskvøldið høvdu vit báðir etið
niður til Danmarkar, har bólkurin skal luttaka í eini kapping í Jyllandi. Kappingin er eitt amatør grand prix, sum Kalle K booking skipar fyri, og eini 12-15 bólkar eru við í kappingini. Hon er skipað [...] Hetta er hvørt fríggjakvøld, og kappingin fór longu av bakkastokki í mars mánaði. Nú hevur Déjà vu so fingið møguleikan at spæla, og bólkurin er tann síðsti í røðini, áðrenn dómararnir taka støðu til, hvør [...] besti bólkurin er. Skráin hjá bólkinum inniheldur næstan bara egin løg, og hann spælir progressivan rokktónleik. Føroyski bólkurin skal spæla í eini bowlinghøll, sum tó er væl egnað til hetta endamálið