AVTØKA
Hin føroyski happadrátturin fer skjótt í søguna, eftir at hava givið føroyingum vónir um størri peningaupphæddir í samfull 56 ár.
- Hetta kemur dátt við hjá okkum, og er ein dyggur smeitur, sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu, MBF.
Brekað í Føroyum hava nevniliga fingið tveir triðingar av yvirskotinum frá happadráttinum saman við Ítróttarsambandi Føroya, ið fekk tann seinasta triðingin.
Leila Solmunde situr sjálv í nevndini, sum hevur býtt peningin út til tær umsóknirnar, ið hava verið um stuðul frá happadráttarpengunum.
- Hetta kemur at merkjast hjá limafeløgunum í MBF, tí hetta hevur verið tann einasti grunnurin, brekað hava kunnað søkt úr. Brekað eru ikki serliga rentabul, og tí er ringt at fáa stuðul aðrastaðni frá, sigur Leila Solmunde, ið ikki heldur tað vera so lætt at fáa pening aðrastaðni frá. Hon nevnir sum dømi ta nýggju vegleiðingina um atkomuviðurskifti hjá brekaðum, ið hon sigur hevur trupul at fíggja við stuðli frá øðrum stuðlum.
Kappingin harðnað
Leila Solmunde sigur seg harmast um, at inntøkurnar frá happadráttunum nú hvørva, men viðgongur, at núverandi skipan er vorðin ótíðarhóskandi, nú tað ber til at spæla eydnuspøl við fatelefonum og aðrari tøkni. Tí sigur hon seg hava vónað, at happadráttrurin fór at verða gjørdur meira nýmótans, eftir at kappingin um spælipengarnar er harðnað so nógv.
Sum dømi um, hvat yvirskotið frá happadráttinum nevnir hon m.a. føroysku teldutaluna, ið blind kunnu brúka, og sum hevur verið ein kostnaðarmikil verkætlan.
Hóast hon situr í grunninum, sum býtir pening út frá happadráttinum, sigur hon seg ikki vera eftirspurda.
- Tað er ov lætt bara at taka happadráttin av, og vit áttu at verið spurd fyrst, sigur Leila Solmunde.
MYNDATEKSTUR
- Tað er ov lætt bara at taka happadráttin av, og vit áttu at verið spurd fyrst, sigur Leila Solmunde.










