Dynamiskur fólkaskúli í fremstu røð

Tað fangaði mín áhuga, tá eg hoyrdi Kára á Rógvi seta fram uppskot um, at fáa fleiri fakbólkar inn í fólkaskúlan. Á ráðstevnu um skúlabyrjan í 2009, setti Helena Dam á Neystabø áleið sama uppskot fram.

Í TALIS álitinum var eisini sett fram tilmæli, um at lata upp fyri fleiri fakbólkum í fólkaskúlanum. Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur seg vera hart ímóti hesum uppskoti. Kortini hoyra vit javnan frá lærarum, at fleiri og fleri uppgávur koma inn í skúlan, og at teir kenna seg ofta illa ílætnar til at loysa hesar uppgávur. Tað er til dømis uppgávur við børnum við serligum tørvi, foreldrasamstarv og leiðslu og samskipanar- og toymisuppgávur.
Tørvur er á einum almennum kjaki um fólkaskúlan, har fleiri ymisk sjónarhorn verða lýst. Hetta vil betra vitan og grundarlag fyri avgerðum í viðkoma fólkaskúlanum.
Tí vil eg sum formaður í Heim og Skúla gera mítt íkast við hesum viðmerkingum um fólkaskúlan.

Hvar vera avgerðinar tiknar?
Hvør hevur ábyrdina av skúlanum? Hvør er tað, sum eigur skúlan? Hvør hevur ávirkan á tað, sum skúlin skal fevna um? Hesir spurnigar eru átroðkandi at svara!
Tjakið um fólkaskúlan hevur koyrt í ring seinastu nógvu árini. Øll skipanin rundan um - og í fólkaskúlanum, er alt ov ógjøgnumskygd. Tjakast verður í nógvum krókum, men ringt er at siga hvør skal gera hvat. Í veruleikanum er hetta ein demokratiskur trupulleiki, har vit, sum skatgjaldarar og brúkarar av fólkaskúlanum, standa maktarsleys. Evsta ábyrdin fyri fólkaskúlanum, eigur at vera greitt plaserað hjá einum almennum myndugleika. Skipanin eigur at vera gjøgnumskygd, soleiðis at tá vit sýggja neyðugar broytingar, so eigur eingin ivi at vera um, hvør hevur myndugleikan til at føra hesar út í lívið.
Tað er neyðugt við einum skúlareformi nú. Hesin eigur ikki bara at fevna um at leggja skúlar saman, sum uppskot hevur verið frammi um, men eigur serliga at fevna um at fá fleiri fakbólkar inn í fólkaskúlanum.

Monopol er í fólkaskúlanum
Nógvir av trupulleikunum, sum vit síggja í fólkaskúlanum, eru symptom upp á nógv meira grundleggjandi trupulleikar. Ein grundleggjadi trupulleiki er monopolstøðan hjá lærarunum, sum er lógarfest sambart § 35 í Fólkaskúlalógini. Í ástøði um arbeiðsmarknaðarviðurskifti er alkent, at ein monopolstøða ikki fremur optimala javnvág á einum arbeiðsmarknaði.
Harafturat kemur ein sera stirvin lønarskipan, sum ikki loyvir eyka løn í sambandi við t.d førleikamenning. Í TALIS kanningini svara 72% av lærarunum, at teir einki lønarískoyti hava fingið í sambandi við yrkisliga førleikamenning.
Hesi viðurskifti ganga út yvir dygdina í skúlaarbeiðinum, tí tey fremja ikki eyka avrik, menning og nýhugsan hjá lærarunum. Tá ið talan er um fólkaskúlan, so fær hetta tó ongar avleiðingar av tí at arbeiðsgevarin hevur einki alternativ, og tí at foreldrini hava í flestu førum heldur einki alternativ.
Tað vil siga, at vit hava eina støðu við dupultum monopoli, og er hetta ein grundleggjandi trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum. Hettar stendur í djúpari kontrast til Visión 2015 , har tað stendur at: “Yvirskipaða málið er, at fólkaskúlin verður skipaður sum eitt liðiligt og fjøltáttað læri-, menningar- og undirvísingarumhvørvi.” og “Menningarætlanir skulu tryggja, at skúlin er dynamiskur og í fremstu røð.“

Fleiri yrkisbólkar í fólkaskúlan
Ein gongd leið burtur úr hesum vansum hevði verið at framt broytingar í fólkaskúlalógini, soleiðis at ”arbeiðsmarknaðurin fólkaskúlin” verður opin fyri fleiri yrkisbólkum.
Vit kunnu t.d. fáa góðar skúlaleiðarar, sum hava aðra útbúgving enn frá læraraskúla. Vit hava brúk fyri námsfrøðingum at arbeiða í grunddeildini og í forskúlanum. Eisini vantar okkum førleikar innan náttúruvísindi og gransking sum heild í fólkaskúlanum. Ein stórur trupulleiki er ófriður í tímunum. Hesin trupulleiki kemur ofta av, at næmingur við serligum tørvi ella atferðartrupulleika ikki fær neyðugu hjálpina. Her kundi t.d. ein ergoterapeutur komið inn við júst røttu førleikunum at loyst trupulleikan. Ein maskinmeistari við royndum í fiskivinnuni, kundi givið virðismikið íkast í fólkaskúlan, bæði við fagligum førleikum í alisfrøði og støddfrøði og ikki minni við sínum vinnulívsroyndum. Ein handarbeiðslærari við royndum í klædnavinnuni kundi á sama hátt givið virðismikið íkast í fólkaskúlan.
Fakliga støðið hevði kunna verði betra í mun til verandi skipan, tí í dag hendir meira enn so, at ein lærari t.d. undirvísir í týskum, hóast hesin ikki hevur havt týskt, síðani hann gekk í 10. sjálvur. Eisini er heilt vanligt, at ein ófaklærdur er stuðul hjá barni, sum hevur serligan tørv. Gransking vísir eisini, at undirvísing, sum er viðkomandi og gevur meining, og undirvísing, sum fær næmingin at kenna seg sum ein virknan og virðismiklan part av samfelagnum, gevur best úrslit.
Nøgdsemið verður eisini munandi betri, um øll sleppa at gera tað, sum tey duga best.

Menning og viðurkenning
Í londunum kring okkum hava myndugleikarnir longu broytt lógarverkið, so at henda monopolstøðan á arbeiðsmarknaðinum á fólkaskúlaøkinum ikki er so sterk, og har loyvt verður øðrum yrkisbólkum at virka. Har er møguleiki hjá t.d. einum maskinmeistara at taka námsfrøðiligu fakini og síðani verða settur í fast starv í fólkaskúlanum.
Sum hægsti myndugleiki hevur Mentamálaráðið ábyrgd vegna borgararnar at skipa soleiðis fyri, at vit fáa ein fólkaskúla við dygd í undirvísingini. Vit meta, at fólkaskúlin skal vera eitt
dynamiskt opið umhvørvið, har førleikarnir verða gagnnýttir, og við menning og viðurkenning av eyka avriki hjá starvsfólkunum, og har lærararnir sleppa at gera tað, sum teir brenna fyri.
Í roynd og veru hava skúlaleiðararnir í dag sera avmarkaðar virkismøguleikar. Teir eru bundnir av frymlum og brøkum. Teir fáa eina játtan frá Mentamálaráðnum, hana seta teir inn í eina tabel, og so er fíggjarætlanin fyri næsta ár so at siga liðug. Hetta má broytast.

Lisa og Hanus?
Fólkaskúlin koyrir í ring í einari lokaðari skipan – millum Mentamálaráðið/Kommununa, Lønardeildina, Lærarafelagið, Skúlaleiðsluna og aftur til Mentamálaráðið – ringrásin heldur fram. Nýggj vitan verður ikki tikin inn í lokaðu skipanina, og tí er ikki møguligt at læra av royndunum og fremja neyðugu broytingarnar. Í meðan ganga Lisa og Hanus í 5.b, og fáa ikki nóg góða skúlagongd.
Broyt §35 í Fólkaskúlalógini, og lat upp fyri fleiri yrkisbólkum í fólkaskúlanum. Skipa lønarviðurskiftini í fólkaskúlanum ørvísi. Lat skúlaleiðaran fáa fleiri møgulleikar fyri at skipa einstaka skúlan soleiðis, at teir førleikar og møgulleikar, sum eru á skúlanum, verða gagnnýttir best.
Síðst, men ikki minst, eiga vit foreldur at taka ábyrd av skúlagongdini hjá børnunum. At vísa okkara áhuga í børnunum og teirra skúlagongd, og eisini at fara inn í eitt jaligt samstarv við skúlan og lærararnar. Hetta er eitt stórt evni í sær sjálvum, so tað má bíða til næstu ferð.

Argir, hin 25.August 2011