r, at eg hevði so lítlan hug at fara til songar, hjartað var eisini so fult av kenslum, at tað var ikki so lætt at sovna. Mánadagin 11. mai um eftirmiddagin, sigldi eg út av Havnarvág við Eljan á ferð [...] Tað er skomm av mær, at eg skal hava latið teg bíða so leingi at frætta frá mær, men eg havi havt so nógv at tikist við, síðan eg kom aftur til Føroyar, at eg neyvan havi fingið tíð at sovið og enn minni [...] hon gav andaliga barlast á ferðini í teimum komandi árum. Seinnapartin í september sigldi eg inn aftur á Havnarvág við Prospero. Pápi hevði sent boð eftir mær at hjálpa teimum at mála tey nýggju húsini hjá
Men hann var snúin, lærdi seg at siga lítið og lurta so mikið meira, sat ofta á fundum tigandi og roykti, meðan hann krutlaði okkurt orð á eitt pappír. Tá so fundurin var um at enda, tók hann orðið, bar saman [...] kapitalismuni at vaksa. Tann útpínda undirstættin fór ikki at vera ment at taka ímóti kapitalsins framleiðslu og varu. Hetta fór at hava við sær, at tað kapitalistiska samfelagið fór at vikna og hokna [...] óvanligt, at søgufrøðingar onkursvegna høvdu hug at legitimera oktoberkollveltingina. Teir kundu vísa á, sum rætt var, at flokkurin hjá Lenin í 1917 vaks skjótt, og at bolsjevikkar t.d. høvdu meiriluta á tí næstu
tú tosar um. Hvat krevst fyri at ummæla? At tú dugir at meta um góðskuna á tingum. At tú ikki ert bangin fyri at traðka fólk á tærnar. Og tað krevst ein førleiki at skilja millum gott og minni gott. Tú mást [...] visti væl, at nøkur fólk fóru at halda, at tað var sera ókul, at eg helt, at Faroe5 var gott. Men tað slepst ikki uttan um, at Kári (Jacobsen, blðm.) ger fín poppløg og góðar tekstir. Hann hevði so fingið [...] leggja aftrat, at eg hoyri so nógv positivt um míni ummæli, at tað er ordiliga deiligt. Hvat er besta ummælið, tú hevur givið? Eg havi ummælt so nógv og so leingi, at tað er sera trupult at siga. Eg havi
skrivi, men leggur meg undir at hava ymisk motivir og ymiskar meiningar, og fer so at leypa á hesar meiningarnar ella henda sonevnda strámannin . Rættiliga populistiskt, eftir mínum tykki. Fyribrigdið Guilt [...] hesum fólkunum, ella tí at eg verði assosieraður við tey. Eg eri farin upp í kórið . Sjúrður øtast eitt nú um, at eg kann finna upp á at endurgeva onkran, ið longu fimm dagar aftaná at hevnisøkan hjá Ísrael [...] listening?" Tvs., at "átakið í Gasa er ein lærubókahending í fólkamorði. Ísrael hevur ikki dult fyri, hvat tað útinnir í Gasa, so hví lurtar heimurin ikki eftir?" Okkurt bendir á, at Sjúrður ikki hevur
spælið ikki var eins stórsligið, so vóru nógvir glaðir føroyingar at síggja í gøtunum, tá danir í 1992 vunnu gullmerki í EM-endaspælinum, eftir m.a. at hava vunnið 2 ferðir á Føroyum í undankappingini. Danska [...] havi varhugan av, at Danmark verður ein ov stórur biti hjá Ísraelum at gloypa. Hetta byggir serliga á, at danir hava nógv fleiri altjóða royndir, men eisini eigur at vera havt í huga, at tað hóast alt er [...] Britain« hevur at siga fyri leikararnar sæst eisini aftur í, at Colin Hendry júst er í ferð við at skriva undir sáttmála við Derby: Hesin sáttmáli verður helst ikki til nakað, um so er at skaðin í knænum
deyðir eftir einum korteri, at sleppa úr drápinum. Vegna dýrini stendur humanisman fyri skotum. Hóast vit ikki taka so nógvar soppar sum í Piemonte, so stendur eftir, at vit taka okkum rættin at drepa [...] snýr seg um at fáa mat á borðið. So spæla vit í besta føri klassiskan tafelmusikk hjá Georg Philipp Telemann afturvið, at fáa alt at glíða niður. Tí vit eru eitt mentað fólk. At eta er ikki sum at siga tað [...] hava lovað ikki at gretta orð um alt tað einoygda, teir siga seg lesa og síggja í amerikanskum miðlum, og so slettis ikki at vitja í Skálafirði at taka myndir. Tað dregur á bæði. Og eftir standi eg, og skal
eisini at megna framyvir – væl at merkja um friður fæst fyri landspolitiska myndugleikanum. Ætla Bárður og Helgi ikki at geva SEV frið og náðir at arbeiða, so hevði tað verið meiri hóskandi, at Føroya [...] enn aðrar. Hvør støðan er á ravmagnsøkinum í so máta, vita vit ikki, men á einum fundi fyri kortum tóktist Helgi Abrahamsen ikki at hava minstu hóming um, hvat ið hann fæst við á tí økinum. Løgmaður og eg [...] sigur ikki so lítið, at lobbyisturin über alles, fyri seráhugamálini, nú situr á ovastu rók og festir í fjúsið á gotrinum, sum skal spreingja SEV í stumpar og stykkir. Hetta er tann viðvenda verð, at maðurin
Latínamerika, vóru so óheldigar, tá ið tær aftur vóru í føðilandinum, at tær duttu í eina óbrúkiliga orðabók. Tær vóru bidnar um at skriva okkurt um hesa minniligu ferðina, og so fingu tær brúk fyri at siga, at [...] grísarí. Tað kann vera, at tey vóru ómodernað fyrr í tíðini, men tá ið tað kom til tað ósediliga, so var einki í vegin við fantasiini. Eftir er bara at fáa at vita, hvussu nógv vóru í bólinum. Av samanhanginum [...] farið hvørt til sítt. Tey vóru blivin so hugtikin av einari FLØVU, at - so segði útvarpsmaðurin - “vónandi fer hetta lagið at fáa kærleikan at spretta upp av nýggjum”. Vist er tað, at ein góður diskur ella
ymiskum tiltøkum, sum hava til endamáls at fjálga um okkara kirkjulið. Inntil onkur heitti á meg um at gerast kirkjuráðslimur havi eg annars ikki gáað eftir, at kirkjan var serliga týdningarmikil [...] danskan teolog so vísiliga taka til herfyri. ##med3## Vit eru so sera ymisk sum menniskju og eru øll produkt av okkara uppaling og socialisering annars. Eg skilji væl, at mín máti at vera kirkjufólk [...] kirkjufólk uppá ein heilt annan máta. Innan føroysku fólkakirkjuna má tað tó vera eitt krav, at vit hvør í sær í frið og náðum sleppa at vera kirkjufólk uppá okkara egna máta. Uttan at vera hartað ella
kan spilla, er at taka so stórar avgerðir við lítlum ella ongum meiriluta. Eg vildi sagt, at atkvøðuprosentið, tá fólkaatkvøða verður, átti at verið væl yvir 80%, og av hesum skuldu so í minsta lagi 80% [...] loysing fra Danmark, tá vóru 98% fyri uppskotinum. Hetta var greið tala. Her var eingin ivi. At landsstýrismaðurin kann fáa seg at tosa um, at 0,1% í meiriluta er nóg mikið, tað vísir, at hann antin er politiskt [...] varð ov seint, og tá fingu teir boð um at stegðga vitloysinum. Blokkar eiga at brúkast við skili ?Blokkar? fungera í øðrum londum. Í Danmark er ein kommunal blokkskipan, so at kommunur við serligum tørvi fáa