Í kjalarvørrinum av ógvusliga skottilburðinum í Klaksvík fyri stuttum, har unglingar skutu frá hond, hava tveir danir frá teknisku deildini hjá løgregluni í Keypmannahavn verið í Klaksvík og gjørt kanningar [...] kanningar. Sýðslumaðurin í Klaksvík sigur, at talan er um sonevndar kanningar á staðnum. Hendingin verður eftirgjørd og roynt verður at finna útav, hvat hendi, hvussu og hví. Sýðslumaðurin í Klaksvík, Hans Djurhuus [...] teir báðir sundurskotnu løgreglubilarnir verða ikki umvældir. Løgreglan í Klaksvík hevur lænt bilar aðrastaðni. Seinni fær løgreglan í Klaksvík nýggjar bilar. Spøk stevna Annars frættist úr Klaksvík, at
hjá GÍ er burturstatt, tá stevnu er í Gøtu, og soleiðis er eisini í ár. Gøtumenn hava staðið seg so ómetaliga væl í fótbólti, og teir seinastu árini hava luttikið í europeiskum fótbólti so at siga á hvørjum [...] var á fyrsta sinnið í fjør, ber navnið Haldgrímskappingini, eftir fyrrverandi formanninum í felagnum. Ta ferðina vann HB kappingina, meðan teir eru ikki við í ár. Luttakandi liðini í ár eru GÍ, B36, ÍF [...] avgerandi fyri, hvussu nógv vit fáa burtur úr, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ. Men manglar 1. deildarfótbóltur, so verður annar fótbóltur í ríkiligt mát, og tað eru serliga teir sum um nøkur ár verða álitini
seg upp, og at eingin kemur í vanda í møguligum stríði, um ósemjur taka seg upp. - Ongar støður eru eins, men í støðuni, sum tók seg upp á havnalagnum hjá Runavíkar havn í gjár, høvdu bussarnir loyvi at [...] tið í gjár, tá franska ferðamannaskipið - Le Boreal - hevði lagt til bryggju, og bussar skuldu koyra oman á økið eftir ferðafólki. Løgreglan var eisini á staðnum, og Harry Benjaminsen, formaður í Tofta [...] forða bussunum at koyra - og ferðafólkunum at sleppa í bussarnar. Skipið legði til bryggju stutt fyri middag, og um 13-tíðina sluppu ferðafólkini í bussarnar. Harry Benjaminsen legði aftrat, at umboðini
vnd við seks limum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av ymsum viðurskiftum á Oyggjaleikum 2027. Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur [...] flutningi, gisting og vistarhaldi, men fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg. Niels Mortensen, stjóri í p/f SMS hevur handilsliga og sponsor partin um hendi, meðan Doris Bjarkhamar [...] Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina. Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur
Norðurlandahúsið lat upp dyrnar. Í hesum sambandi verður gallakonsert í Høllini um kvøldið og mentunarpolitiskt kjak í Klingruni um dagin. Fleiri onnur tiltøk verða fyrskipaði í sambandi við 20 ára dagin. Føroya [...] húsins. Røðarar verða Helvinn Høst formaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsið, Høgni Hoydal landstýrismaður í menta- og norðurlandamálum og Per Unckel aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Per Unckel [...] granskingarmálaráðharri og tók fyri stuttum við sum nýggjur aðalskrivari í Ráðharraráðnum, sum heldur til í Keypmannahavn. Gallakonsertin í Norðurlandahúsinum verður hóskvøldið hin 8. mai klokkan 19:30.
Stórar rembingar eru í heiminum, har vit kenna hóttanir frá stórveldum, ið ikki byggja síni samfeløg á somu virðir sum vit í Vesturheiminum. Russiska innrásin í Ukraina og gasslekarnir í Eystursjónum eru dømi [...] vegamóti, sum vit eiga at taka í størsta álvara. Vit skylda bæði okkum sjálvum og komandi ættarliðum at fara varliga fram í einum heimi, sum tíverri sær út til at broytast í slíkan mun, at ótryggleikin er [...] einsamøll upp í Norðuratlantshavi. Sjálvandi eru vit partur av ríkisfelagsskapinum, sum veitir okkum trygd og verju umframt góðar møguleikar at menna okkum – bæði innanlendis og uttanlendis – í tøttum samstarvi
limaskapur í egnum navni í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya, er í dag komin við síni niðurstøðu. Niðurstøðan er greið: Føroyar kunnu hava limaskap í egnum [...] Føroya fólki í ríkisfelagsskapi við Danmark. At røkja sambond og víðka um samstørv við útheimin er kjarnuvirði okkara, og tí fegnast vit um, at Føroyar kunnu gerast limur í egnum navni í WTO. “Hetta hevur [...] flokkum, at vit eru ov avmarkað í ríkisfelagsskapinum – men niðurstøðan hjá grein 6- nevndini vísir tað øvuta, nevniliga at vit kunnu moderniserast innanfyri ríkisfelagsskapin. Vit í Sambandsflokkinum vilja betra
við Sigurði í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, hevur handað Mentamálaráðnum tilmæli og stragiska kampusætlan um nýggja skúlaumhvørvið, sum í framtíðini skal vera á Frælsinum í Havn. - Strategiska [...] at næsta stigið í tilgongdini at útvega eitt universitetskampus verður at detailprogrammera og gera byggiskrá. Eftir hetta verður arkitektakapping boðin út, væntandi fyrst í 2020. Limir í arbeiðsbólkinum [...] m eru: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Fróðskaparsetur Føroya, formaður í arbeiðsbólkinum Sanna A. Dahl, vísindaligt hjálparfólk, Fróðskaparsetur Føroya Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Tórshavnar kommuna
formaðurin í Landsfelag Pensjónista, ikki. Tað fyrsta, hann staðfesti, er, at Landsfelagið sjálvt kann ikki vera við til at stovna ein nýggjan flokk, tí tað hevði verið í stríð við viðtøkurnar í felagnum [...] eftir teimum eldru limunum í flokkunum, akkurát sum at hvør flokkur hevur ungdómsfeløg, sigur hon. - Nógvir pensjónistar eru limir í flokkum og teir eiga at leggja størri orku í at fáa teir flokkarnar at [...] eitt gott hugskot at pensjónistar stovna sín egna politiska flokk. Tað heldur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum hjá pensjónstunum. Pensjónistar hava mangan følt seg illa viðfarnar av politiska
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, fegnast um, at stóra byggiverkætlanin við hjá felagnum Tinghúsvegin nú er komin undir land. - Vit ivaðust leingi í, hvat vit skuldu gera við henda partin [...] uppskot at ríva gamla bygningin niður og byggja ein nýggjan bygning í fimm hæddum uppaftur. - Nevndin tók undir við mær í hesum, og í dag eri eg ógvuliga glaður fyri, at vit valdu hesa loysnina. Vit hava [...] avgjørt niður í minstu smálutir - eisini fyri at tryggja okkum, at vit kendu endaprísin á verkætlanini. Hans Joensen sigur, at nýggi bygningurin nú er liðugur og klárur at flyta inn í. - Gólvvíddin í hvørjari