Tað er ikki eitt gott hugskot at pensjónistar stovna sín egna politiska flokk.
Tað heldur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum hjá pensjónstunum.
Pensjónistar hava mangan følt seg illa viðfarnar av politiska mynfugleikanum, og tað hevur javnan verið frammi, at skulu fólk fáa virðiligar umstøður á ellisárum, er bara ein loysn, og tað er, at pensjónistar sjálvir stovna sín egna, politiska flokk, sum kann røkja teirra áhugamál.
Eisini á fundinum, pensjónistarnir vórðu kallaðir saman til mikudagin í sambandi við ætlanina at skerja grundupphæddina í Fólkapensjónini, varð skotið upp, at pensjónistar eiga at stovna sín egna flokk.
Les eisini: Einasti máti at ræða Løgtingið og landstýrið
Men tað heldur formaðurin í Landsfelag Pensjónista, ikki.
Tað fyrsta, hann staðfesti, er, at Landsfelagið sjálvt kann ikki vera við til at stovna ein nýggjan flokk, tí tað hevði verið í stríð við viðtøkurnar í felagnum, har tað stendur, at felagið skal vera óheft av politikki.
Harafturat heldur hann, at ein pensjónistaflokkur burtur av, hevði næstan bara gjørt fortreð í politisku skipanini.
Ístaðin mælir hann pensjónstum til, hvør í sínum lagi, at fara til teir politisku flokkar, teir stuðla, og at krevja av teimum, at teir virða pensjónistarnar.
Heldur ikki Elisabeth Ellingsgaard av Eiði, heldur, at tað er ein gongd leið at stovna ein pensjónistaflokk.
- Veruleikin er, at tað er ongin virðing fyri okkum pensjónistum.
Hinvegin skilti hon ikki, at teir ymsu politisku flokkarnir, ikki lurta betri eftir teimum eldru limunum í flokkunum, akkurát sum at hvør flokkur hevur ungdómsfeløg, sigur hon.
- Nógvir pensjónistar eru limir í flokkum og teir eiga at leggja størri orku í at fáa teir flokkarnar at taka pensjónistarnar fyri fult, segði pensjónisturin av Eiði.










