Tað er nærum vorðin til ein vana, at 1. lið hjá GÍ er burturstatt, tá stevnu er í Gøtu, og soleiðis er eisini í ár.
Gøtumenn hava staðið seg so ómetaliga væl í fótbólti, og teir seinastu árini hava luttikið í europeiskum fótbólti so at siga á hvørjum ári.
Soleiðis er eisini í ár, og 1. lið við Johan Nielsen á odda er farið til Danmarkar at fyrireika seg til seinnu hálvu av landskappingini og Europa-Cup dystirnar, sum koma fyri í august mánaði.
? Tað hevði sjálvandi verið best at havt 1. deildarliðið heima á stevnuni, men tað koma ikki altíð so nógv fólk til stevnudystirnar, og tí verður tað ikki avgerandi fyri, hvussu nógv vit fáa burtur úr, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ.
Men manglar 1. deildarfótbóltur, so verður annar fótbóltur í ríkiligt mát, og tað eru serliga teir sum um nøkur ár verða álitini á 1. deildarliðunum kring landið, sum koma at spæla.
Skipað verður fyri eini kapping fyri unglingalið, og kappingin, sum var á fyrsta sinnið í fjør, ber navnið Haldgrímskappingini, eftir fyrrverandi formanninum í felagnum. Ta ferðina vann HB kappingina, meðan teir eru ikki við í ár.
Luttakandi liðini í ár eru GÍ, B36, ÍF, B68, FS Vágar og NSÍ. Liðini spæla innleiðandi dystir fríggjadagin og leygardagin, og sunnudagin verða seinastu og avgerandi dystirnir spældir. Trý tey bestu liðini fáa heiðursmerki.
Øll hini liðini hjá GÍ spæla eisini dystir á stevnuni, og tey eiga leygardagin. Byrjað verður longu klokkan 9.30, tá gentur og dreingir undir skúlaaldur fara at spæla, og restina av fyrrapartinum og út á seinnapartinum verða dystir við yngru liðunum hjá GÍ móti serliga LÍF.