Bilarnir verða ikki umvældir

Tveir danir frá teknisku deildini hjá løgregluni í Keypmannahavn hava verið í Klaksvík og gjørt tað, ið nevnt verður kanningar á staðnum, í samband við skottilburðin fyri stuttum. Greitt er, at sundurskotnu løgreglubilarnir verða ikki umvældir

Í kjalarvørrinum av ógvusliga skottilburðinum í Klaksvík fyri stuttum, har unglingar skutu frá hond, hava tveir danir frá teknisku deildini hjá løgregluni í Keypmannahavn verið í Klaksvík og gjørt kanningar.

Sýðslumaðurin í Klaksvík sigur, at talan er um sonevndar kanningar á staðnum. Hendingin verður eftirgjørd og roynt verður at finna útav, hvat hendi, hvussu og hví.

Sýðslumaðurin í Klaksvík, Hans Djurhuus, sigur, at donsku løgreglumenninir eru vanir at gera kanningar av slíkum slag og rætta føroysku løgregluni eina hjálpandi hond.

Enn er eingin niðurstøða gjørd. Men tað er greitt, at teir báðir sundurskotnu løgreglubilarnir verða ikki umvældir. Løgreglan í Klaksvík hevur lænt bilar aðrastaðni. Seinni fær løgreglan í Klaksvík nýggjar bilar.


Spøk stevna

Annars frættist úr Klaksvík, at norðoyarstevnan var friðalig.

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning. Onkur svav rúsin av á støðini og onkur fór til hendurs. Men sum heild ein sera friðalig og góð stevna, verður sagt av politistøðini í Klaksvík. Mett verður, at sum heild mundu stevnugestirnir vera færri í ár, enn vanligt, og kemst hetta helst av ferðasambandinum, ið er darvað av, at Smyril er til eftirlit.it nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum eitt stig á leiðini.

At enda sigur formaðurin í dómarafelagnum, at tað nú ræður um hjá teimum at koma víðari, soleiðis at fótbólturin verur tæntur sum best.

- Høvdu vit hildið fast um, dystirnir ikki skuldi spælast, hevði hetta fyrst og fremst rakt feløgini og ikki FSF, og tað var jú ongantíð ætlanin við tiltakinum, sigur formaður felagsins at enda.