miðvøllinum og í verjuna, og Eli Hentze var fluttur úr álopinum og aftur á miðjuna, har hann hevur spælt fleiri dystir í ár. Inn á liðið komu Jón Brekku, sum byrjaði fyri fyrstu ferð í 1. deild, og Torbjørn [...] vinstru síðu, og tað sendi Páll á Reynatúgvu inn í VB-brotsteigin, har var Rúni í Soylu hægstur og stútaði móti málinum. Bólturin brast í tvørstongina, rakti síðani bakið á VB-málverjanum og fór í málið [...] vøllinum, VB fór í skjótt mótálop, og tað endaði við at Jón Pauli Olsen fór til baklinjuna og legði inn fyri. Har skudli ein B71-verjumaður rudda bóltin burtur, men hann kiksaði, og so endaði bólturin hjá Dan
deild, og tað eydnaðist næstan at fáa allar avgreiddar. Vágamenn møttu ikki upp á Sevmýri, og eftir sum vit hava skilt, so verður ikki meiri gjørt við hetta. TB vinnur dystin við málmuninum 0?0, og tað hevur [...] Klaksvík, men tann dysturin varð útsettur, og nú hevur kappingarstjórin ásett, at hann skal spælast komandi leygardag kl. 13 ella frammanundan at fyrstu liðini hjá KÍ og ÍF skulu spæla. Tað man vera sjáldan [...] langt síðani vunnið deildini, og teir skulu komandi ár spæla í 2. deild, sum teir fluttu niður úr í fjør. HB er langt síðani flutt niður í 4. deild, og B36 hevur vunnið 4. deild og fer tískil at hava lið í
leikstjórnað, eftir at Hans hevur byrjað venjingar og funnið fram til persónin og so framvegis. Ofta verður sagt, at harðskapur er tekin um maktarloysi og Egi og Hans eru samdir um, at tað hómast í leikinum [...] krimisøgur um Carl Hammilton og svensku loyniløgregluna, harav onkur er gjørd til film. Í 1995 gjørdi Benny Haag bókina til leik og spældi sjálvur á Dramaten í Stockholm. Og hann spælir leikin enn. Bókin [...] Svøríki í 1995 og fekk skelk, tí talan er um sera harðrendan leik, ið ikki letur áskoðaran fara ónervaðan útaftur við svarinum uppá trupulleikarnar. Kanska er einki svar uppá harðskap og avbuking, so einfalt
prísinum nú, og bara fyri tveimum vikum síðani. Og prísurin bara hækkar, siga tær báðar fyritøkurnar vit hava tosað við. Føroyski útsøluprísurin á RAM var fyri umleið tveimum vikum síðani millum 700 og 800 krónur [...] fyri góðari viku síðani kostaði 13 dollarar eftir heilt fáum døgum var hækkað til 18 dollarar fyri eintaki. Spurningurin er bara hvussu leingi henda støðan kemur at halda og hvussu leingi pprísurin kemur [...] av nýggjum, og tað tekur tíð, verður sagt í Computerworld. Mett verður, at fyritøkurnar í Taiwan ? tær eru fleiri ? í alt sita á umleið 20 prosentum av heimsmarknaðinum av RAM. Standa ikki og mangla Umframt
har. Mikudagin byrjaðu fyrilestrarøð og gjár og í dag er opið hús. Fólk kunnu støkka innar, fáa prát við lærarar, granskarar og næmingar ella bara fáa ein kaffimunn og hyggja at teim framsýnigum, ið eru [...] hava verið, so er áhugin milum fólk stórur. Nógv forvitnisligt er at hyggja at og ein kann t.d. eisini royna seg á teldu við 13 røttum í føroyskari stavseting. Skipanin er hin sama, sum í fótbóltsvedding
Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13?14. Tlf. 314544. [...] Lamhauge, tlf. 448016 Sunnudagin 3. okt.: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038 Norðoyggjar: Leygardagin 2. okt. og sunnudagin 3. okt.: Jaspur Petersen, tlf. 456400 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy
kl. 13: Sunnudagsskúli, kl. 19: Møti. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Í kvøld kl. 20: Bíbliutími við Henry D. Joensen. 1. Mós. 19. Glæman í Kvívík Leygarkvøldið kl. 20 talar Regin Høgnesen og Hansina [...] verður farið í kirkju á Eiði og við Norðskála kl. 12) Haldarsvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 12, altargangur, Uni Næs. (Broytt kirkjutíð. Í Kollafirði, Hósvík og Haldarsvík verður farið í [...] Sunnudagsskúli, kl. 18: Evangeliskt møti og kl. 21 er útimøti. Mánadagin kl. 20: Bønarmøti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. Kl. 12.15 sunnudagsskúli og kl. 18 er evangeliskt møti. Fre
otinum fyri ár 2000 enn játtanin fyri 1999. Ætlaða játtanin fyri ár 2000 er 13.020.000 krónur í mun til 18.100.000 í 1999 og 26.841.000 í 1997. Hóast lægri játtanina er ætlanin at gera munandi ábøtur á [...] arbeiðið á vegastrekkið millum Sumba og Vág væntandi heilt liðugt. Eisini er skotið upp at játta pening til framhaldandi forkanningar av møguligari tunnilsgerð millum Øravík og Hov. Forkanningar eru fyrr gjørdar [...] Skipaneskrossin Vegastrekki millum Skálafjørðin og Gøtueiði er eitt av økjunum við mest ferðslu í landinum. Men vegurin er í støðum heilt smalur í mun til ferðsluna, og krevur hann tí ábøtur. Umbyggingin undir
vanligari búskaparástøði og roynd at talfesta hesar tankabygningar við stutt- og langfreistaðum økonometriskum myndlum 2. hagfrøðiligari lýsing av búskaparligu søgu Føroya og í hesum sambandi verandi [...] almenna, virkir og húsarhald - hava nú skjótt í 10 ár brúkt umleið 7% minni til nýtslu og íløgur enn teir hava framleitt. Hetta er eindømi í nýggjari búskaparsøgu Føroya, tí øll árini millum 1962 og 1989 hava [...] talan um annan framferðarhátt enn tann, virkisleiðslur og húsarhald dag og dagliga nýta í samband við langtíðaravgerðir, eitt nú tá ið íløgur í vinnutól og bygningar skulu gerast. Fortreytir verða settar upp
1. deild menn: NSÍ-B36 1-3 (0-2) Teir svørtu og hvítu úr B36 høvdu evarska lítla vón um at teir kundu vinna FM, og teir spældu fyri teirri vónini. Men sigurin hjá teimum í Runavík staðfesti bara teirra [...] men hann rakti ikki bóltin rættiliga, og so var kviki Jákup á Borg fram við, gjørdist púra leysur og skoraði. Seinnu ferð stóð John Petersen fyri uppspælinum, og millum tveir heldur passivar NSÍ?arar setti [...] Men í løtuni eydnaðist báðum liðunum at samanspæl, og í fyrra hálvleiki gekk rímuligt hjá NSÍ at spæla upp móti vindinum. Men B36 trýstu heimaliðið, og liðið úr Havn skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki