Mikudagin byrjaðu dagar á Fróðskaparsetrinum, har skipað verður fyri kunning um arbeiðið, ið fer fram har.
Mikudagin byrjaðu fyrilestrarøð og gjár og í dag er opið hús. Fólk kunnu støkka innar, fáa prát við lærarar, granskarar og næmingar ella bara fáa ein kaffimunn og hyggja at teim framsýnigum, ið eru settar upp.
Sjálvsagt kunnu tey, ið hava ætlanir um at lesa á stovninum hyggja innar, men dagarnir eru ætlaðir øllum áhugaðum.
Malan Marnersdóttir, rektari sigur, at júst slíkt tiltak er ikki roynt áður, men at døma eftir talinum á áhoyrarum til fyrilestrarnar, ið hava verið, so er áhugin milum fólk stórur.
Nógv forvitnisligt er at hyggja at og ein kann t.d. eisini royna seg á teldu við 13 røttum í føroyskari stavseting. Skipanin er hin sama, sum í fótbóltsvedding
Í dag er opið hús frá klokkan 14:00 til 18:00.










