John Johannessen
Játtanin við heitinum »Nýggir landsvegir« er heldur lægri á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 enn játtanin fyri 1999. Ætlaða játtanin fyri ár 2000 er 13.020.000 krónur í mun til 18.100.000 í 1999 og 26.841.000 í 1997.
Hóast lægri játtanina er ætlanin at gera munandi ábøtur á ávís vegastrekki í landinum. Sagt verður, at játtanin verður latin fyri at bøta um vegakervið kring landið við atliti til at fáa eina so effektiva og trygga ferðslu sum gjørligt.
1,8 mió. til Suðuroynna
Skotið verður upp at játta 1.800.000 krónur til arbeiði uppá vegakervið í Suðuroynni í ár 2000. 1,35 mió. krónur av játtanini skal nýtast til at gera vegin um Núpin, rudda stóra grótdumpin frá Sumbiartunlinum á Lopranseiði og at rudda við norðara tunnilsmunnan av Sumbiartunlinum. Men roknað verður tó ikki við, at peningurin fer at strekkja til at gera alt arbeiðið liðugt. Tí verður neyðugt at játta 0,8 mió. til hetta arbeiðið í fíggjarlógini fyri 2001.
Í 2001 verður arbeiðið á vegastrekkið millum Sumba og Vág væntandi heilt liðugt.
Eisini er skotið upp at játta pening til framhaldandi forkanningar av møguligari tunnilsgerð millum Øravík og Hov. Forkanningar eru fyrr gjørdar, men ætlanin er at játta 0,45 millónir krónur til framhaldandi kanningar og møguliga projektering í ár 2000.
Sagt verður í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum, at støða má takast til, hvat skal gerast á hesum strekki árini framyvir. Møguleikarnir eru tveir. Annar er at gera tunnil, og hin er at gera munandi ábøtur á sjálvan vegin. Gjørt verður greitt, at um valt verður at gera nakað munandi við verandi veg, verður neyðugt at játta einar 12 milliónir krónur frá 2001 til 2003. Hinvegin skal játtast ein størri upphædd, um tunnilsloysnin verður vald.
Sigast kann í hesum sambandi, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum, uppá fyrispurning frá Hendrik Old, løgtingsmanni, herfyri gjørdi greitt, at tunnilsloysnin fór at verða vald.
3,6 mió. til Gomlurætt
Arbeiðið á vegin millum Gomlurætt og Havnina fær játtað 3.600.000 krónur í ár 2000. Hesin peningur skal nýtast til at gera teinin, ið fær fatur á vegin uppi á Hálsinum lidnan. Tá hetta er gjørt, er enn eftir at gera teinin frá Hálsinum til Norðasta Horn við nýggjari brúgv um Sandá.
Mett verður, at við verandi játtan skuldi arbeiðið verið heilt liðugt um eini 4 til 5 ár.
2,1 mió. til Skipaneskrossin
Vegastrekki millum Skálafjørðin og Gøtueiði er eitt av økjunum við mest ferðslu í landinum. Men vegurin er í støðum heilt smalur í mun til ferðsluna, og krevur hann tí ábøtur. Umbyggingin undir Valaknúkum er liðug, men til framhald av teininum millum Skipaneskrossin og Gøtueiði er neyðugt at játta meira pening. Tískil er skotið upp á játta 2,1 mió. krónur til hendan tein ár 2000. Mett verður, at arbeiðið skuldi verið liðugt ár 2001, um játtanin tá verður 3,8 mió. krónur.
1,7 mió. til Norðoyggjar
Løgtingsfíggjarlógin fyri ár 2000 skjýtur upp at játta 1,7 milliónir krónur til breiðking av Syðradalsvegnum frá Knúksdali til Syðradals. Harafturat skal peningurin nýtast til trygging og liðugtgerð av tunlunum í Kalsoynni. Vegastrekkið av Húsum til lendingina á Syðradali var liðugt í ár, og væntandi verður alt hitt vegarbeiðið í Norðoyggjum liðugt ár 2000.
Tunnil til Gásadals
Tunnilin til Gásadals spøkin aftur. Skotið er upp at játta eina millión krónur til fyrireiking og kanning av møguligari tunnilsgerð til Gásadals næsta árið. So nú kann væntast, at Gásadalsfólk skjótt fáa tunnilin, tey í so mong ár hava bíðað eftir.
Í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum er skotið upp at seta 300.000 krónur av til at taka til, um neyðugt verður við ávísum ábøtum vegakervinum í Føroyum.