Bert spurningar - einki svar

- Tað góða við leikinum er, at hann setir fleiri spurningar, enn hann gevur svar, sigur Hans Tórgarð um einmansleikin Óndskapurin, ið er leikur um harðskap. Leikurin gevur ikki svar, men tá Hans sá leikin í Svøríki í 1995 fekk hann eina av sínum stórstu upplivingum og skelk

Í annaðkvøld fer Hans Tórgarð á pall við leikinum ?Óndskapurin?. Hans sá leikin í Svøríki í 1995 og fekk skelk, tí talan er um sera harðrendan leik, ið ikki letur áskoðaran fara ónervaðan útaftur við svarinum uppá trupulleikarnar. Kanska er einki svar uppá harðskap og avbuking, so einfalt og er tað.

- Leikurin gevur einki svar, men tað góða við honum er, at hann setir nógvar viðkomandi spurningar, sigur Hans Tórgarð.


Úr øskuni í eldin

Leikurin snýr seg um harðskap og fylgjurnar av honum.

Erik hevur alt lívið verið bukaður av pápanum. Hvønn dag eftir døgurða, meðan mamman ger kaffi. 13 ára gamal er hann komin sær uppí so nógvan kriminalitet, at hann verður koyrdur úr skúlanum. Stjórin sigur við hann , at hann er óndskapurin sjálvur og helst ongantíð hevur fingið ein ordiligan umgang. Men skúlastjórin kennir ikki pápa Erik.

Erik verður sendur á kostskúla, har hann væntar at sleppa undan at berjast, men á skúlanum hava næmingarnir ábyrgd av at uppala hvønn annan og tað verður gjørt við harðari hond. Erik er komin úr øskuni í eldin.


Veruligar hendingar

Leikurin er bygdur á veruligar hendingar. Umstríddi svenski tíðindamaðurin og rithøvundin Jan Guillou skrivaði blaðgrein um upplivingar sínar á kostskúlanum Solbacka í fimtiárunum. Greinin førdi seinni til, at skúlin varð stongdur. Í 1981 gav hann bókina Ondskan út, ið eisini snýr seg evnið. Bókin fekk virðisløn í fronskum útvarpi ?í 1990. Guillou er kendur fyri sínar krimisøgur um Carl Hammilton og svensku loyniløgregluna, harav onkur er gjørd til film.

Í 1995 gjørdi Benny Haag bókina til leik og spældi sjálvur á Dramaten í Stockholm. Og hann spælir leikin enn.


Bókin verri

Hans Tórgarð sigur, at tað kanska heldur er psykopati, heldur enn psykologi í leikinum.

- Tað er greitt, at eingin kann hava funnið uppá hetta, tað má vera upplivingar, og kanska hevur Guillou skrivað seg burtur úr hesum, sigur Hans, sum umframt at leika, eisini hevur týtt leikin.

Egi Dam hevur fínpussað leikin, leikstjórnað, eftir at Hans hevur byrjað venjingar og funnið fram til persónin og so framvegis.

Ofta verður sagt, at harðskapur er tekin um maktarloysi og Egi og Hans eru samdir um, at tað hómast í leikinum, tí drongurin er bukaður so nógv, at hann ræðist ikki lærararnar. Og tá onkur so setir seg upp í móti tí skipaða, so rillar og harðskapurin verður nýttur.

Men Hans leggur dent á, at hóast leikurin kann tykjast harðligur, so er bókin nógv verri.

Men leikurin gevur ikki áskoðaranum svar, men okkurt at hugsa um.



Yrkisleikari í Føroyum

Hans Tórgarð varð liðugur við leikaraútbúgving sína í Finnlandi í vár. Spurdur um, hvussu hann metir útlitini fyri yrkisleiki í Føroyum sigur Hans, at hann sjálvur hevur tikið stig til henda leik. Hevði hann ikki tað, so hevði heystið verið heldur ótrygt, men okkurt annað er tó fyri framman eisini.

Hatta er 2. ferð, at Hans hevur týtt og framført leik sjálvur. Fyri ári síðani framførdi hann leikin um Van Gogh.

Í annaðkvøld klokkan 20:00 er Óndskapurin á skránni í hølunum hjá Grímu á Gamla Meiarínum í Havn. Ætlanin er at framføra leikin fyri skúlum, men bert fyri eldri næmingum, tí leikurin má metast óhóskandi fyri børn.