yvir eitt áramál, alt eftir hvussu fíggingin er, og so er tað yvirstaðið. Men til tey, sum eru ímóti at fíggja við bummpengum, tí tað er órættvíst. Her er tað at eg vil vísa á verandi órættvísi. Allir (nærum) [...] gevur tað pr. ár kr. 231 mió. Hetta er um goldið verður fyri hvørja »binding«. Mítt uppskot er at gjaldast skal fyri fyrstu »bindingina«, og síðani koyra frítt restina av degnum. Her er tað at tað veruliga [...] roknistykkið er, at fleiri halda tað vera grundleggjandi skeivt at skula gjalda bummpengar um undirsjóvartunnilin, tá tað er ókeypis um aðrar tunnlar. Prinsipielt eri eg samdur við teimum. Men eru tað bummpengar
bretar ikki er loyst. Her mugu politiskar samráðingar til fyri at loysa hetta mál. Fer tað til Haag dómstólin, er kanska ivasamt, hvussu úrslitið verður fyri okkum føroyingar. Hóast hetta er í dag ongin [...] skal til fyri at gera eitt samfelag liviligt. Tó, fiskivinnan er svikalig, og er óráð bert at hava eina vinnugrein at dúva uppá. Tað er ongin ivi hjá mær um, at Sandoyggin skal fáa sín lut í komandi [...] Hon er eitt valaverk, sum eigur rós uppiborið, og tað var stimbrandi at hoyra positivu og sakligu metingarnar hjá okkara løgtingslimum Lógin fer uttan iva at verða viðtikin í januar, og eigur so útbjó
metir Føroyar sum eitt ómetaliga spennandi øki, sum í mangar mátar líkist tí norska landgrunninum. -Tað er okkara ætlan og vón at vera við í leitingini við Føroyar sum operatørur. Bæði stovnsetan av skrivstovu [...] so gott sum bara seismisk data um alt tað stóra økið frá umráðinum vestan fyri Hetland til Føroya. Fyri at fáa sum mest burtur úr hesum seismisku upplýsingunum er neyðugt eisni at hava eitt sokallað ? [...] sandstein í Norðoyggjum. -Tað var ein av teimum gomlu kolanámsarbeiðsmonnunum í Hvalba, sum segði okkum, at hann visti um sandstein, og hetta hava vit so fingið staðfest. Tað stuðlar so undir vónir okkara
at tað er væl av smærri upsa, undirmálarum, at síggja vestanfyri. Tað eru vónir fyri, sigur Pauli Poulsen, at upsin fer at koma aftur. Hann sigur, at umframt at væl av smærri fiski er at síggja, er rættiliga [...] norðureftir, har hann gýtir. Árni Nicolajsen sigur, at tað er sjálvdan at síggja upsa við rogni sunnan fyri 62°. Men tað er hugaligt, at nøgdin nú knappliga er so stór, sigur hann. At upsi ferðast, hava fisk [...] var toskur og hýsa. Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki í, at fiskurin hevur verið
Hetta eru ungfólk úr samkomuni í Hoyvík. Tað er soleiðis, at tey plaga at hava ungdómsmøti bæði í Meinigheitshúsinum og í Oasuni hóskvøld, men í báðum støðum er avlýst, orsakað av guðstænastuni í Havnar [...] luttakandi samkomunum. Sverri Steinhólm sigur, at endamálið við hesi guðstænastuni er at samstarva innan kirkjuna. Hetta er ikki ætlað sum nakað alternativ til tær samkomur, sum longu framman undan eru, men [...] ungfólk fara at luttaka við upplestri, sangi og tónleiki. Sverri Steinhólm, prestur, sigur, at hetta er fyrstu ferð, eitt tílíkt tiltak verður roynt í kirkjuni. Orsøkin til, at hann fer undir hetta, eru
at einki er broytt, er hann knapt so avgjørdur nú, sum hann var tá. Lat okkum nú síggja, hvussu gongdin verður. Enn er tað ikki komið so langt. Tað koma eisini onnur sjónarmið fram. Tað sigst , at [...] hjá teimum er onki broytt. Tað, vit hava sagt, og skrivað, stendur við, sigur hon. Hon sigur, at hetta hevur onki at gera við fiskimenn. Eg unni saktans fiskimonnum skattalætta. Men tað er grundleggjandi [...] Tað er onki broytt. Tað, vit hava sagt, stendur við. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at arbeiðarafeløgini fara framvegis ikki at góðtaka, ein ávísur bólkur í samfelagnum fær
var onkuntíð neyðugt at sleipa skip, sum ikki kundi umvælast í Grønlandi, alla leiðina til Føroya. Tað var dýrt. Tá smiðjan varð mannað aftur vóru ikki færri enn 9 mans til arbeiðis. Fyrst máttu teir tetta [...] Hentze. Tovqussaq og Ravnsoyggin Longu í 1946 var talað um at fara at rógva út í Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur ár, áðrenn føroysk feløg skipaðu fyri. Men í 1948 vóru føroyingar fyrstu ferð í Tovqussaq [...] plássinum, har norðmenninir høvdu bygt. Teir flestu hildu hetta pláss longur inni í firðinum vera tað besta í øllum Vesturgrønlandi. Føroyska vinnan sendi eina heila sendinevnd yvir. Hon mælti til at byggja
grønlendskt, men tað er eingin trupulleiki. Øll tosa danskt. Um arbeiðið, sigur Sólja í Ólavsstovu, at tað er áhugavert og spennandi. Heimastýrislógin er so ung, og tí er arbeiðið ein prosess, sum er í síni byrjan [...] fingu heimastýri. Sólja í Ólavsstovu er einasti føroyingur sum er komin so langt í embætismannaverkinum. Hon sigur sjálv, at tað fyri ein part er hepni, men eisini, at tað snýr seg um at verða á rætta stað [...] allan veturin, og hóast tað er kalt, so slepst undan tí slavna veðrinum, sum vanliga er um veturin í Føroyum.Harnæst er tað heldur ikki so myrkt, av tí at stjórnuklára kavaklædda landslagið gevur eitt ávíst
Jústinus Eidesgaard, Singapore Internetið er størsta framstigið innan samskifti í nýggjari tíð. Tað er líka stórt stig, sum tá telefonin varð automatiserað og tá telexið kom fram fyrr í hesi øldini. At [...] internetinum er ein kollvelting fyri skrivaðu miðlarnar. Bløðini hava altíð havt tann vansa í mun til loftmiðlarnar og serliga til útvarpið, at tey skulu prentast áðrenn tey kunnu náa lesaran. Tað er ikki nógmikið [...] Sosialin, merkir útgávan á Internetinum at múrarnir rapla. Nú er ikki neyðugt longur at bíða eftir postboðnum og lesa vikugomul bløð. Vit útisetar fáa tað allarfeskasta nógv fyrri enn vanligi lesarin heima í Føroyum
vit tosa heim, men tað eru júst hesar smáu hendingarnar, sum gera, at vit kunnu fylgja við í tí, sum hendir. Tá føroyingar vera skuldsettir fyri at eiga hentleikatrolarar, so er tað ikki nakað sum hendir [...] fylgja við í fiskivinnuni, tosað um hetta fyribrigdið í longri tíð, áðrenn tað kemur fram sum ein gøla í norskum bløðum. Tað er heldur ikki so, at frá tí at føroyingar fóru at fyrireika oljulóggávuna og [...] Trupulleikin hjá okkum útisetum er ikki, at vit ikki fáa tíðindir, men at tey ofta eru so gomul, at nógv er hent í málinum bara teir dagarnar frá blaðið varð prentað, til vit síggja tað. Og ikki at gloyma, vit