eftir at spæla, áðrenn komið verður so langt, og sunnudagin eru tríggir dystir á skránni. Í Gøtu spæla Víkingur og EB/Streymur, á Toftum tekur B68/NSÍ ímóti AB og Skála fær vitjan av KÍ. [...] hálvleiksleiðslan hjá KÍ var 2-0, og eftir steðgin skoraði hon eisini til 4-0 og 5-0. Undan tí hevði Tove Sólheyg økt um leiðsluna, og aftaná vóru tað Rannvá Andreasen og Elsa Maria Simonsen, ið staðfestu [...] siga, var stórur munur á liðunum, og sum skilst úr Klaksvík, kundi sigurin lættliga verið størri, heldur enn at EB/Streymur kundi minkað um munin. Sostatt hevur KÍ væl og virðiliga hølvað burtur úr sund
Berg VB/Sumba-B68 (útsettur) NSÍ-HB 2-3 (1-2) 0-1: Tróndur Arge 1-1: Sonni L. Petersen 1-2: Óli Restorff Hansen 1-3: Emil Leifsson 2-3: Árni Frederiksberg Støðan: HB 35, VB/Sumba 34, B71 og TB 32, FC Hoyvík [...] Hoyvík 28, B68 27, NSÍ 25, Víkingur 24, Skála 18 og MB 8 stig. [...] Víkingur-MB 3-0 (0-0) 1-0: Rúni á Reynatrøð 2-0: Martin Olsen 3-0: Leivur Hansen B71-TB 2-2 (1-2) 1-0: Clayton Soares 1-1: Jón Magnusarson 1-2: Dan Mortensen 2-2: Guðbjørn Sæmundsson Skála-FC Hoyvík 4-1
klokkan 17, samstundis sum Rás 2 sendir »Triðja hálvleik«. Støðan: HB 41 Víkingur 34 B68 32 NSÍ 30 EB/Streymur og AB 25 ÍF 19 B36 17 KÍ 14 07 Vestur 11 [...] Í Gundadali verður toppdysturin í hesum umfarinum spældur millum HB og B68, sum eru ávikavist nummar eitt og trý á stigatalvuni. Báðar verjurnar eru skerdar, so tí kundi hetta blivið ein málríkur dystur [...] einari grannauppgerð. Í Runavík tekur NSÍ ímóti KÍ, og liðini hava bæði tað til felags, at tey vilja reisa seg eftir tap í sínum síðsta dysti. Á stigatalvuni er NSÍ fimm pláss oman fyri KÍ, men spurningurin
ímóti B68, so snávaði Víkingur á heimavølli ímóti ÍF, sum fór úr Sarpugerði við 3-2 sigri. Við 3-2 sigri á KÍ kroysti NSÍ seg inn ímillum Víking og B68. Toftamenn hava nú tapt tvær ferðir á rað, og nú eru [...] EB/Streymur 28 AB 25 ÍF 22 B36 17 KÍ 14 07 Vestur 11 20. umfar Mikudagin 19. august HB-EB/Streymur ÍF-B36 KÍ-Víkingur 07 Vestur-NSÍ B68-AB [...] Pól Jóhannes Justinussen, B68, 7. og Andrew av Fløtum, HB, 54. Víkingur-ÍF 2-3 (0-1) 0-1: Øssur Dalbúð 38. 0-2: Øssur Dalbúð 53. 1-2: Andreas Lava Olsen 55. 1-3: Balach Sinko 68. 2-3: Súni Olsen br 72.
henda. Víkingur, NSÍ, B68 og helst eisini EB/Streymur koma sostatt at mynda silvurstríðið, ið kann gerast sera hart. Enntá so hart, at tað slett ikki er óhugsandi, at lið sum bæði AB og ÍF kunnu koma at [...] geva 15 stig, og so er HB uppi á 59 stigum, og tað klárar einki av teimum næstu liðunum at fáa. Í veruleikanum hevur HB so góðan málmun, at 14 stig kunnu eisini gera tað, so fýra sigrar og tveir javnleikir [...] skal snáva, tí tá eru mótstøðuliðini ávikavist EB/Streymur, NSÍ og Víkingur. Men fleiri av teimum hava eisini innanhýsis dystir í næstum, og tá kann tað verða so skjótt, at tey hvørt í sínum lagi fara
liðið var á odda 2-0 miðskeiðis í dystinum og tó ikki skuldi fáa nakað stig burturúr. NSÍ fekk við sigrinum gjørt sær dælt av, at bæði Víkingur og B68 taptu, og brádliga eru runavíkingar aftur við í kappingini [...] fatur á bóltinum í høgru síðu og setti ferð á. Komin í góða støðu sendi hann innfyri, og har var beiggin, Oddmar á Lakjuni, fyrstur á bóltinum og smekkaði hann í málið til 1-0. Og aftur í yvirtíðini av fyrra [...] Frederiksberg og Bogi Løkin hjá NSÍ. Brádliga slapp Hjalgrím avstað eftir baklinjuni við bóltinum og inni í brotsteiginum legði hann eitt sindur útfrá til Steffan Kalsø, sum smekkaði til og umvegis yvirliggjaran
var beinleiðis illveður á Eiðinum, og tí bar ikki til at fáa dystin millum VB/Sumba og B68 spældan. Tað kom ongantíð so langt, sum at dysturin var settur í gongd, og nú verður helst neyðugt at spæla hann [...] meira, og trý stig framman fyri tveir aðrar av uppflytingarkandidatunum, B71 og TB. Á odda allan vegin HB fekk í Runavík eina dreymabyrjan, tá Tróndur Arge longu í fyrsta minutti skoraði til 1-0. Og hóast [...] Forða hvørjumøðrum Bæði B71 og TB royna at tryggja sær eitt pláss heilt har frammi, men leygardagin spentu tey bein fyri hvørjumøðrum, tá tey spældu javnt á Sandi. B71 byrjaði betur og hevði yvirvág fyrsta
eftir, so nógv kann henda. KÍ tekur sunnudagin ímóti B68/NSÍ, og EB/Streymur hevur heimavøll ímóti Skála. Har er KÍ stórfavorittur í sínum dysti, eins og Skála eisini má metast sum favorittur í sínum. [...] spældu ímóti felagsliðnum, B68/NSÍ. Her vann AB ein tryggan 5-0 sigur, eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikssteðginum. Bjørg Syderbø legði AB á odda heilt tíðliga, og beint fyri hálvleik økti Rannvá [...] bjóða KÍ og AB av í komandi dystum. Hesa ferð var talan um heimadyst ímóti EB/Streymi, og tað gjørdist til ein 4-0 sigur. Tær báðar systrarnar, Mariann og Kristbjørg Isaksen, skoraðu til 1-0 og 2-0, áðrenn
døgum dystarskráin hjá oddaliðnum. Sunnudagin fall B68 í Gundadali, og nú er EB/Streymur tað næsta av hesum liðum, ið stendur fyri tørni. Síðani koma NSÍ og Víkingur í tveimum teimum næstu dystunum. Spurningurin [...] øllum førum 14 stig. Og tað ljóðar meira sum hugsað støddfrøði enn veruleiki. HB noyðist í kvøld at vera toppskjútta sín fyriuttan, tí sunnudagin fekk Andrew av Fløtum tvey gul kort, og heldur ikki er Vagnur [...] heima hesa vikuna, so hann verður við. Hjá EB/Streymi er støðan ikki mætari, tí bæði Pauli G. Hansen og Gudmundur Nielsen eru skaddir, umframt at Alex José dos Santos framvegis hevur karantenu fyri útvísingina
taka á heimavølli ímóti botnliðnum B68/NSÍ, ið ikki skuldi verið hóttandi mótstøða, um gingið verður eftir, hvussu hilnast hevur higartil. KÍ er stórfavorittur og skal sjálvandi hava síni trý stig, so [...] áðrenn. Triði dysturin verður spældur millum EB/Streym og Skála, ið liggja á ávikavist fimta og fjórða plássið. Her hevur Skála roynst munandi betur, og hóast talan er um útidyst, er lítið hugsandi, at EB/Streymur [...] megnar at halda fast í teimum bláu. Á stigatalvuni hava KÍ og AB sama stigatal, men KÍ hevur nógv betri málmun. Sunnudagin hevur AB vitjan av Víkingi, og tað má sigast at vera sum at skula upp til roynd hjá