FÓTBÓLTUR
KÍ-kvinnurnar vóru stórfavorittar undan dystinum á Skála, og tær gjørdu eisini sína skyldu, tá tær vunnu ein greiðan 6-0 sigur og varðveittu oddasessin. Merkisvert var tó, at øll seks málini komu í fyrra hálvleiki.
Longu í fyrsta álopinum skoraði Sigrid Jacobsen til 1-0, og síðani komu hinir málskjúttarnir kropp á kroppi – Paula Mikkelsen, Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús, Tove Sólheyg og Ása Thomsen.
Var fyrri hálvleikur hendingar- og málríkur, var seinni hálvleikur beint tað øvugta, og var talan heldur ikki um tað stóra fótbóltsspælið. Men KÍ fekk sín sigur og vann við rímiliga stórum tølum.
AB fylgir við
Argastu kappingarneytarnir hjá KÍ eru tær í AB, sum vóru á Toftum og spældu ímóti felagsliðnum, B68/NSÍ. Her vann AB ein tryggan 5-0 sigur, eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikssteðginum.
Bjørg Syderbø legði AB á odda heilt tíðliga, og beint fyri hálvleik økti Rannvá Poulsen við tveimum tøttum málum til 3-0.
Í seinna hálvleiki gekk næstan ein hálvur tími, áðrenn hol kom á aftur, og tá var tað Asta Magnussen, sum økti við brotssparki, og 10 minuttir fyri tíð staðfesti Lisa í Liða 5-0 sigurin.
Sostatt fylgir AB væl við KÍ, tí liðini hava sama stigatal. KÍ hevur tó nógv betri málmun og er tí tað fremra av teimum.
Styrktur Víkingur
Eitt sindur aftan fyri tey bæði oddaliðini liggur Víkingur upp á lúr, og har sær eisini út til at ganga eftir ánni. Millum annað er liðið blivið eitt sindur betur fyri, síðani Hanna Isaksen er komin við aftur, so spennandi verður at síggja, um Víkingur kann bjóða KÍ og AB av í komandi dystum.
Hesa ferð var talan um heimadyst ímóti EB/Streymi, og tað gjørdist til ein 4-0 sigur. Tær báðar systrarnar, Mariann og Kristbjørg Isaksen, skoraðu til 1-0 og 2-0, áðrenn Heidi Sevdal fyri steðgin økti til 3-0. Eitt mál kom aftrat í seinna hálvleiki, og tað skjeyt Heidi eisini.
Hálvur oddadystur
Sunnudagin verður næsta umfarið í kvinnukappingini, og tá er serliga tann eini dysturin áhugaverdur, sum er dysturin inni í Vika á Argjum, har AB tekur ímóti Víkingi. Hetta er ein hálvur oddadystur, tí her má og skal AB vinna, um liðið ikki skal missa sambandið við KÍ.
Hinvegin man lítið vera at ivast í, at Víkingur kanska dyrgir eftir at fáa silvur, um annað av teimum fremru skuldi snávað. Gamaní, er Víkingur átta stig aftan fyri hini bæði, men framvegis eru seks dystir eftir, so nógv kann henda.
KÍ tekur sunnudagin ímóti B68/NSÍ, og EB/Streymur hevur heimavøll ímóti Skála. Har er KÍ stórfavorittur í sínum dysti, eins og Skála eisini má metast sum favorittur í sínum.