FÓTBÓLTUR
So hvørt sum fótbóltskappingin hjá kvinnunum nærkast endanum, gerst tað sera spennandi at síggja, um AB, sum bjóðar teimum nógv vinnandi KÍ-kvinnunum av, megnar at halda fast í teimum bláu. Á stigatalvuni hava KÍ og AB sama stigatal, men KÍ hevur nógv betri málmun.
Sunnudagin hevur AB vitjan av Víkingi, og tað má sigast at vera sum at skula upp til roynd hjá kvinnunum á Argjum, tí Víkingur hevur víst styrki og kann gerast liðið, ið kemur at gera av, hvør verður meistari ella ikki. Higartil hava AB og KÍ verið tey bæði bestu liðini, men Víkingur er ikki langt aftanfyri, so hetta er dysturin um vikuskiftið, ið sær mest áhugaverdur út.
KÍ-kvinnurnar taka á heimavølli ímóti botnliðnum B68/NSÍ, ið ikki skuldi verið hóttandi mótstøða, um gingið verður eftir, hvussu hilnast hevur higartil. KÍ er stórfavorittur og skal sjálvandi hava síni trý stig, so oddasessurin eftir dystin er líka tryggur, sum hann var áðrenn.
Triði dysturin verður spældur millum EB/Streym og Skála, ið liggja á ávikavist fimta og fjórða plássið. Her hevur Skála roynst munandi betur, og hóast talan er um útidyst, er lítið hugsandi, at EB/Streymur skalar skálakvinnurnar, ið eisini vilja halda fast við fjórðaplássið.