einasti vegurin upp um verjuna, og tað megnaðu bakkarnir. Ferð eftir ferð hevjaðu tær seg upp um restina, áðrenn kanónin varð latin av, og so beyð ikki bøtu hjá Guðrun í Lágabø, sum eisini man hava staðið [...] tapa og einki at vinna. Men júst slíkar støður krevja eisini sín mann (m/k), og hesum vóru tær úr Klaksvík eisini kvinnur fyri. Hjá Kyndli var sjálv finaluupplivingin helst hæddarpunktið á árinum. Og tað [...] verið størri enn tað sama, tá Stjørnan og Kyndil løgdu fyri á steypadegnum leygardagin. Stjørnan hevur verið mest sum einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti í ár, og tí ivaðust tey flestu í, um Kyndil yvir
fyrst og fremst takka Kristinu Griksaite fyri. Hóast hon í fleiri ár hevur verið millum fremstu mávlerjarnar í landinum, so hevði Kristina ikki vunnið gull í føroyskari kapping undan leygardegnum, og eina [...] fáa sítt spæl at koyra. Og tá mongu bjargingarnar eisini syrgdu fyri, at Petrea yvirplaseraði fleiri skot, kundi Stjørnan rykkja avstað. Dýrur smeitur Hjá Stjørnuni hevði Guðrun í Lágabø eisini fleiri góðar [...] skotroynd, og fallið var somikið óheppið, at tað ikki var hugsingur hjá henni at halda fram í dystinum. Við at seta Adelu í málið stóð eisini greitt, at Marinela Patru ikki kundi fara á vøllin. Og uttan Anniku
Århus, og har fæst hon burturav við tónleik ? sum undirvísari, komponistur, produsari, sangari og tónleikari. Men mikukvøldið verður aftur møguleiki at hoyra Mariu Guttesen syngja í Føroyum, og tónleikurin [...] seinastu árini, og tað er fantastiskt. Eg havi sjálv lurtað nógv eftir fløguni hjá Eivør Pálsdóttir, sum eg haldi er ótrúlig, og so er tað eisini Teitur, sum hevur klárað seg sera væl. ? Guðrun Jacobsen stóð [...] løgunum í eini tvey ár, og nú vóna vit, at fløgan fer at geva okkum møguleikan at sleppa spæla ymsastaðni í Danmark, sigur Maria Guttesen. Bólkurin hjá henni kallast Devided Minds, og fløgan, sum hon skal
nervøsar minuttir í bíðistøðu, meðan lærarin og próvdómarin vigaðu avrikið hjá Annu. Úti á gongini stóð ein heil rúgva av fólki, familja og kenningar úr Danmark og Føroyum klára at gratulera henni við nýásettu [...] í skúla eitt ár ov tíðliga, og av tí at hon eftir loknan 9.flokk fór beinleiðis í student. Hon fyllir tann 1.august, og var sostatt júst fylt 6 ár, tá hon fór í 1.flokk, og var somuleiðis júst fylt 15 [...] sum sagt Ársins Songrødd í 2008, og hevur síðani fingist nógv við sangin. Eitt nú sang hon í fjør á Summar Festivalinum, og hevur hon eisini fleiri ferðir sungið á kaféum og líknandi. Tað var eitt satt ævintýr
hava Malmberg og Bodil Olsen á Strondum verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum við familju í heiminum á Strondum. Gullbrúdleyp Sunnudagin 12. januar, hava hjúnini Maria og Jógvan Krosslá [...] Sunnudagin 22. desember hava Josefina og Jørgen Jacobsen verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í ítróttarhúsinum á Svangaskarði frá kl 16. Øll eru hjartaliga vælkomin og biðjast vinarlaga siga frá á telef [...] vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Vinarliga Dagmar og Johan Brúdleyp Leygardagin 21. desember giftast Hjørdis Sunnsker, Tórshavn og Thomas B. Thomsen, Skopun. Vígslan verður í Hoyvíkar kirkju
har vit kunnu geva og fáa íblástur. Vit hava sett okkum fyri at velja og viðgera evnini í einum viðkomandi føroyskum ljósi, har stórur dentur er lagdur á góðskuna, bæði hvat innihaldi og útsjónd viðvíkur [...] tíðindafundinum í Listaskálanum, Guðrun S. Jacobsen og Lena Andersen. Umframt hetta er ein heimasíða, www.kvinna.fo. Lena greiddi frá, at endamálið við heimasíðuni fyrst og fremst er at skapa eitt forum, [...] siga alt viðvíkjandi blaðnum verið meira ella minni loyniligt og harvið skapt eitt ávíst forvitni millum fólk. At fólk ganga í spenningi og bíða eftir nøkrum, fær eisini forvæntningarnar at økjast. Tað
í finaluni eru bert 14 og 15 ára gomlu genturnar, Urd Traðará og Gunnleyg Joensen, úr ávíkavist ÍF og SÍ. Báðar hava tær fingið sítt gjøgnumbrot í inniverandi kappingarári, og Helen sigur seg ikki ivast [...] at flóta, og annars at trúgva uppá sigurin. - Vit mugu leggja press á við servunum, og blokka serliga Karina Mikkelsen, umframt miðjuna hjá teimum. Tað er teirra sterkastu vápn, og tey skulu og mugu vit [...] nógv, tí SÍ vann báðar steypafinalurnar, og tí eru tær her í dag. Hesi bæði liðini dystast um gullið í landskappingini eisini, so hetta eru røttu finaluliðini, og tey kunnu best av øllum geva okkum ógloymandi
fyriskipað. Gestirnir vórðu boðin vælkomin við livandi tónleiki frá klaveri og violin. Høllin var uppsnollað til bæði borðhald og dans, og yvir høvur tóktist tilvildin ikki ráða á nøkrum øki yvirhøvur. Annars [...] gallakvøldinum. Ársins leikarar av ymsum slag skuldu kjósast, og ein fyri og annar eftir vórðu hesi boðsend upp á pallin at taka ímóti steypi og klappum. Niðanfyri verður úrslitið av atkvøðugreiðslunum prentað [...] Kyndil 3 Ingi Olsen, VÍF Ársins dómarapar 1 Halmar Petersen og Kristian Johansen, Neistin 2 Poli Hansen og Justines Justinussen, StÍF 3 Petur S. Dahl og Bárður Brimvík, H71 Harumframt lat HSF eisini virðisløn
úr dystinum. Tær hugsaðu fyrst og fremst um at fáa verjupartin at rigga, og í álopinum royndu tær so at hava ferðina somikið lága, at eingi býttislig mistøk vórðu framd. Og so gjørdi tað ikki støðuna verri [...] minuttir fyri brotið, sum førdi til brotskastið, og so kundi Annika Ljósstein taka spenningin úr dystinum. Hetta eydnaðist tó ikki. Adela bjargaði, og lítla løtu seinni hevði Paula B. Høgnesen ístaðin [...] sum tær hjá Neistanum helst vildu verið fyriuttan, og tí er ikki ilt at ímynda sær, at spælið kann gerast sera fjáltursstungið í seinna dystinum. Og tað er so eisini væl hugsandi, at StÍF kann taka av
ígjøgnum, og eitt nú mistu tær einar tríggjar ferðir bóltin, tá tær vóru tvær móti einari í kontrastøðum. Sum sagt, so riggaði verjuparturin hjá liðnum tó framhaldandi væl, og tað var eisini fyrst og fremst [...] so fóru tær hjá StÍF ikki at geva seg uttan víðari, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at ganga. Kanska setti Neistin ferðina nakað niður, og kanska vóru tær ikki heilt so savnaðar um uppgávuna, men [...] vøllin. At Katrin ikki kom inn, viðførdi eisini, at bæði Annika Thomsen og Inga Danberg fingu høvi at royna seg mest sum allan dystin, og minst man tað vera fløvandi, at Inga nú veruliga tykist vera komin fyri