Neistin hálvkiksaði

StÍF var heilt nær tí heilt stóru sensatiónini. Men hóast tepra tapið, so standa tær nú við góðum kortum undan seinnu hálvfinaluni móti Neistanum

Coca Cola-kappingin

Neistin var stórfavorittur. Eisini hóast tær til hendan dystin máttu vera bæði Ásu á Neystabø og Manuelu Stan fyriuttan. Við at fáa StÍF í sín lut, tá hálvfinalurnar í steypakappingini vórðu settar saman, mundu tey flestu halda, at vegurin til finaluna lá víðopin fyri Neistanum.
At spælarar og venjari eisini hildu hetta, tóktist eisini vera ein veruleiki, tá farið varð undir dystin móti StÍF. Eitt nú speglaðist hetta aftur í, at Nicoleta R. Hansen sat á beinkinum fyrstu longu løtuna, meðan Annika Ljósstein bert varð nýtt í verjupartinum fyri tað nógva.

Frusteraðu heimaliðið
Kanska høvdu tær bláu gloymt, at StÍF so sanniliga eisini ætlaði sær nakað burtur úr dystinum. Tær hugsaðu fyrst og fremst um at fáa verjupartin at rigga, og í álopinum royndu tær so at hava ferðina somikið lága, at eingi býttislig mistøk vórðu framd. Og so gjørdi tað ikki støðuna verri at Adela Burcea í málinum hevði ein fínan dag. Nakað sum tó eisini var galdandi fyri Fríðu Petersen í Neista-málinum.
Hetta hóvaði avgjørt ikki Neistanum, sum hevði sera ilt við at fáa nakað glið á sítt spæl. At talvan eftir fyrsta korterið vísti 2-1, mundi eisini bera boð um tað sama, men hóast Neistin seinni fekk betri glið á, so hekk StÍF alla tíðina í.
Tað gjørdu tær eisini í seinna hálvleiki, og sum minuttirnir gingu, gjørdust frustratiónirnar hjá heimaliðnum alt sjónligari. Hóast tær fleiri ferðir hóttu við at renna undan, so megnaði StÍF hvørja ferð at svara aftur. Eisini tá Neistin við seks móti fimm hevði gyltan møguleika at punktera dystin dystin í seinastu minuttunum. Við 19-17 á talvuni hevði Neistin vunnið sær brotskast. Poula D. Olsen hevði júst fingið tveir minuttir fyri brotið, sum førdi til brotskastið, og so kundi Annika Ljósstein taka spenningin úr dystinum. Hetta eydnaðist tó ikki. Adela bjargaði, og lítla løtu seinni hevði Paula B. Høgnesen ístaðin minkað um munin. Hetta tóktist fullkomuliga at trýsta Neistan niður. Gaman í fingu báðir partar eitt mál afturat í part, men gestirnir mundu iðra seg um, at dysturin ikki vardi nakrar minuttir afturat. Soleiðis sum huglagið og kropsmálið hjá Neistanum var hesa seinastu løtuna, so lítktust tær meira einum liði, sum veruliga hevði fingið bank, heldur enn einum liði, sum hóast alt hevur eitt mál at dúva upp á undan seinnu hálvfinaluni.

Lokal framgongd
Og júst sigurin ger, at tað ikki nýtist at vera nøkur vanlukka fyri Neistan, at tær ikki megnaðu at seta skápið upp á pláss fyrra dystin. Tí enn mugu tær roknast sum favorittar til finalusessin.
Men tað gevur teimum helst høvuðbrýggj, at StÍF skuldi sleppa somikið væl frá uppgerðini mikukvøldið. Tað skapar ein spenning, sum tær hjá Neistanum helst vildu verið fyriuttan, og tí er ikki ilt at ímynda sær, at spælið kann gerast sera fjáltursstungið í seinna dystinum.
Og tað er so eisini væl hugsandi, at StÍF kann taka av, um møguleikin aftur stendur teimum í boði í seinnu hálvfinaluni. Fyri føroyskan hondbólt er eisini hugaligt at síggja, hvussu stór framgongdin hjá liðnum hevur verið seinasta góða árið. Gaman í eru tær enn ikki á einum støði, har tær av álvara kunnu bjóða toppinum av. Men sop skal eisini havast í huga, at tær í løtuni bert nýta eitt pláss av útlendingakvotuni. Við fyrst og fremst at satsa upp á egnar kreftir, tykist felagið vera væl ávegis at byggja eina sterka lokala stammu á liðnum. Eina stammu, sum við eitt lítið sindur av kryddi væl kann hugsast at gera heilt nógv um seg komandi árini.

Fakta um dystin
Neistin-StÍF 20-19 (7-7)
Málskjúttar
Neistin: Unn Kragesteen 5, Annika Thomsen 3, Rakul Augustinussen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Annika Ljósstein 2, Anna Clementsen 2, Kára á Dunga 1, Mia Káradóttir 1
StÍF: Guðrun Ólavsdóttir 5, Paula B. Høgnesen 5(1), Rebekka Justinussen 4(1), Poula D. Olsen 4, Ninna K. Johansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 3, StÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. Høvdu ongantíð trupulleikar, tó at teir onkra ferðina eisini tóktust hava hug at sovna nakað í lágu leikferðini.