Eins og við Karin Mikkelsen hjá SÍ, høvdu vit Helen á Lakjuni gjøgnum telefonina, har vit fregnaðust um vónirnar til finaludagin, hvussu kappingarárið hevur hilnast, umframt týdningin av at hava eitt lið í einari steypafinalu.
Vegurin til finaluna
Hjá kvinnunum kom ÍF í finaluna, tí tær vóru á odda eftir fyrsta leikumfarið. Tær vunnu allar sínar dystir. SÍ var nær við, men tað bilti ikki so nógv, tí SÍ vann báðar steypafinalurnar, og tí eru tær her í dag. Hesi bæði liðini dystast um gullið í landskappingini eisini, so hetta eru røttu finaluliðini, og tey kunnu best av øllum geva okkum ógloymandi finalu. Sørvingar eiga hesar finalurnar, kunnu vit siga. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hava bæði liðini spælt seg í finaluna, men tað er als ikki so undrunarsamt, tí flogbólturin í Sørvági stendur seg serlig væl. Í landskappingini standa hesi bæði liðini seg eisini væl.
Fyrstu finalan
Helen á Lakjuni er ein royndur flogbóltsleikari, og við sínum 42 landsdystum, (júst dupult so nógv sum Karin Mikkelsen hjá SÍ blaðm.) er hon ein av royndastu leikarunum í finaluni. ÍF hevur eisini aðrar royndar leikarar á liðnum, og millum annað er onkur leikari farin um tey 40 árini, meðan fleiri eru yvir 30-ára aldur. So rutinan er í lagi á ÍF liðnum. Sigast kann at elsti leikarin á SÍ liðnum er bert 23-ára gomul. Yngstu leikararnar í finaluni eru bert 14 og 15 ára gomlu genturnar, Urd Traðará og Gunnleyg Joensen, úr ávíkavist ÍF og SÍ. Báðar hava tær fingið sítt gjøgnumbrot í inniverandi kappingarári, og Helen sigur seg ikki ivast í at Urd Traðará fer at vera ein fongur hjá felagnum. Annars sær hon bjart uppá framtíðina.
- ÍF hevur ikki havt so gott ungdómsarbeiði fyrr, men nú hava vit eitt stórsligið ungdómsarbeiði, og tað verður óivað skjótt, at man fer at síggja ágóðan av tí, sigur Helen, ið gleðist yvir at hava Urd á liðnum.
Mátin at vinna
Helen á Lakjuni metir, at um tær skulu vinna móti SÍ, so skulu tær fáa sítt spæla at flóta, og annars at trúgva uppá sigurin.
- Vit mugu leggja press á við servunum, og blokka serliga Karina Mikkelsen, umframt miðjuna hjá teimum. Tað er teirra sterkastu vápn, og tey skulu og mugu vit neutralisera, sigur Helen á Lakjuni, ið hóast mangar finalur við landsliðnum, enn hevur sína fyrstu til góðar við barndómsfelagnum ÍF, men tað verður so um vikuskiftið, og verður tað hervið ynskt teimum góða eydnu.
Í boks:
Úrslitini av finalunum higartil:
2000 Dráttur-Mjølnir 0-2 (Serlig stigaskipan varð nýtt hetta fyrsta árið)
2001 Mjølnir-Dráttur 3-2
2002 TB-Mjølnir 3-1
2003 TB-ÍF 3-1
2004 TB-Dráttur 3-1
2005 Mjølnir-TB 3-1
2006 TB-ÍF 3-1
2007 Dráttur-KÍF 3-2
Í boks 2:
Hóparnir í kvinnufinaluni:
ÍF
Nr. Navn Aldur Hædd Leikpláss Landsdystir
0 Rønn Eliasen 37 168 Libero 0 Føroyar
1 Sóley Troleis 29 181 Diagonalur 5 Føroyar
2 Urd Traðará 14 176 Miðja/diag. 0 Føroyar
3 Heidi Dam 22 168 Kant 3 Føroyar
4 Katrin Olsen 40 167 Hevari 5 Føroyar
6 Helen á Lakjuni 30 177 Miðja 42 Føroyar
7 Anna M.M. Kruse 27 178 Kant 5 Føroyar
8 Annika Rasmussen 31 172 Miðja 0 Føroyar
9 Guðrun Lerwig 17 170 Diagonalur 0 Føroyar
10 Barbara á Líðarenda 17 167 Hevari/diag. 0 Føroyar
11 Herbjørg Jøkladal 21 173 Miðja 0 Føroyar
12 Maja Filipovic 26 175 Hev./kant/dia.5 Bosnia/Hers
SÍ
Nr. Navn Aldur Hædd Leikpláss Landsdystir
1 Karin Mikkelsen 22 167 Kant 21 Føroyar
2 Birgit Guttesen 17 178 Miðja 5 Føroyar
3 Unn P. Kruse 19 171 Miðja 0 Føroyar
4 Elin Weihe 17 168 Hevari 0 Føroyar
5 Helga Guttesen 19 181 Diagonal 0 Føroyar
6 Vivian Joensen 17 172 Kant 0 Føroyar
7 Tórfríð Tavsen 23 164 Libero 0 Føroyar
8 Annbritt Thomasen 22 162 Diagonal 0 Føroyar
9 Annika Niclasen 22 172 Kant 0 Føroyar
10 Heidi Christiansen 16 170 Miðja 0 Føroyar
11 Annika á Stongum 19 163 Hevari 13 Føroyar
12 Gunnleyg Joensen 15 169 Kant 0 Føroyar










