gomul og sjúk og brekað fáa trygg livikor í Føroyum. Uttan óneyðugt kjak og klandur mugu løgmaður og hansara manning spyrja sum Abraham Lincoln: Hvar – hvørja – hvat – hvussu? Og virka har útfrá. Tað ber [...] kveikti nýtt og dýrabart lív og kenslur í ta føroysku fólkasálina, varð inngangurin til okkara gulløld. Tað námið gav okkum ómetaliga nógv. Men vandi er í hvørjari vælferð. Politikkur fekk heimarætt í ”føroyskari [...] málslig og politisk indoktrinering í føroyskum skúlum? Og hvat skilja vit við indoktrinering? Hvat vísir tað mentala termometrið í skúlunum? (Hetta ljóðar sum ein skrivlig uppgáva til próvtøku í 3.g.) Í 1947
enn á Parkering, og ein fer í feriu heldur enn í fongsul. Av tí at fyritøkur eru lýsarar á spælinum, verður tað eisini selt bíligari enn nakað annað borðspæl, sum er komið út í Føroyum fyrr. Vit vóna tí [...] ferð tá æt tað Landlord´s game. Monopolyspælið er prentað í meir enn 275 milliónum eintøkum og spælt av meir enn einari milliard fólkum. Í Føroyum kenna vit best ta donsku útgávuna, Matador, sum er lagað [...] eru við í spælinum, soleiðis at tað kenst heimligt og gerst eisini upplýsandi fyri yngri spælarar. Við at keypa og selja føroyskar fyritøkur, kann barónurin leggjast á einstakar vinnubólkar og soleiðis
varð journalistur og arbeiddi á Dimmalætting. Hon leyk málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1967, og so lærdi hon til journalist. Hon var fyrsti kvinnuligi journalisturin í Føroyum og saman við Jógvani [...] var blaðstjóri frá 1995 og fram til 2005. Í arbeiðnum møtti hon nógvum avbjóðingum og bæði innanlands og uttanlands, og hon var á eftirútbúgving eitt nú í USA. Umframt at skriva í Dimmalætting, hevur Beate [...] Í dag, fríggjadagin sjeynda apríl, fer Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, um tey sjeyti. Hon var í mong ár journalistur og eisini blaðstjóri á Dimmalætting. Beate er uppvaksin í miðbýnum í høvuðsstaðnum
sakini, og sum rosinan í pylsuendanum, vórðu føroyingar hóttir við at »Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske« fóru undir boykott-kampagnu móti Føroyum; og so bar til. Veikir politikarir hoyknaðu, og talibanarnir [...] áðrenn málið varð endaliga reist í løgtinginum, byrjaði propagandaðin. Gerandisdagurin varð merktur av dagligari og kritikleysari atgongd í fjølmiðlunum – hetta, serliga í útvarpinum, har undangongufólkini [...] Føroyska málið hevur í øldir havt trý kyn: kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn, men síðstu árini hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt, fyri at trýsta eitt kyn afturat - samkyn ella samkynd - inn í føroyska málið
viðlíkahald til tunlar og brýr. - Hetta kann samanberast við eina familju, sum keypir ein dýran køk, meðan takið lekur í eyri og seyri, sigur tjóðveldiskvinnan. - Eg ivist ikki í, at vit einaferð fáa ein [...] Her er opið stríð millum forkvinnuna í tingbólkinum, Bergtóru Høgnadóttir Joensen, og sandoyartingmannin, Páll á Reynatúgvu. Í samrøðu við Sosialin sigur tingkvinnnan, at talan als ikki er um nakra tu [...] flogvøll, tí Føroyar er ein størri útjaðari yvirfyri útheiminum, enn Sandoyggin er í Føroyum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Í sambandi við infrakervið vísir hon á, at tað er ørt at brúka so nógvan pening
broyta og endurnýggja, og ofta galdandi hóast ótíðarhóskandi í alt ov langa tíð. Men tær eru fundamentið, sum politikkarnir sjálvir hava stoypt og sum bara politikkararnir kunnu bróta upp og stoypa av [...] arbeiði, hvussu arbeiðast skal og hvørjum tørvur er á. Juridiskar diskussiónir hoyra heima í dómstólinum. Men ein sannroynd er, at tá arbeiðslag og samstarv er vánligt og veruligt orðaskifti ein mangulvøra [...] sum møguliga átti at hava teirra áhuga, og sum danir ikki høvdu havt møguleika at vera partur í og átalaðu hetta. Grundlógin er jú har. Sjálvandi loypa danir beint í juraini. Løgfrøðin er eitt sterkt kort
Skansin og Drekin í Havn, við Kykslið í Vági, Heygavegur og Biskupstorg í Klaksvík umframt leigubústaðirnir sum eru Billubøur í Sørvági, Undir Bjørgum á Oyrarbakka, Ranggil í Leirvík, Heimasta Horn í Tórshavn [...] Vit eru í holt við at seta nýggj mát fyri bygging í Føroyum. Vit eru byrjað í tí smáa, m. a. fyri at læra og ikki gera mistøk, men ætlanirnar fyri komandi tíðina eru fleiri, eisini størri og spennandi [...] spennandi, bæði í høvuðsstaðnum og kring landið. 1840 fólk eru limir í Bústøðum og har starvast 17 fólk. Flestu limirnir eru milum 20 og 30 ár, tó eru tað eisini nógv millum 50 og 65 ár, ið standa á limalistanum
góðar sum gjørligt at virka í Føroyum – men vit mugu ikki gloyma sílini og villlaksin í hesi tilgongdini. Fyri nógv fólk, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, telist síla- og laksaveiða sum toppurin av [...] fiska síl í á og ósa. Sangir og yrkingar eru skrivaðar um henda gandakenda fiskin, og í øldir hevur barnadreymurin hjá føroyskum børnum verið at fáa tað heilt stóra sílið. Villlaksurin, fiskaður í vøtnum [...] førir við sær, at áir og løkir verða umlagdar, lagdar í rør o.s.fr.. Og eisini er dálking av hesi útbygging. Tilsamans ger hetta umstøðurnar hjá smásílum og villlaksinum verri og verri. Alivinnan stendur
fara í síðstu løtu. ? Soleiðis er í Føroyum. Føroyingar eru ov seinir á sjóvarfallinum um morgnarnar, og tað er eisini tá tað ikki er hált. Ein bilførari eigur at rokna við onkrum trupulleikum og seinkingum [...] við trailaranum og lastini allan vegin vesturi úr Vágunum. Vanliga tekur túrurin úr Vestmanna eini trý korter, men í gjár tók hann nógv longur. ? Eg plagi at vera í Havn klokkan 7.30, men í gjár bar als onki [...] Vónirnar eru lítlar. Aftur ov seinur í dag. Í gjáramorgunin var ein long bilarøð í Kaldbaksbotni. Tað vísti seg, at fleiri bilførarar kanska byrjaðu at verða eitt sindur illir inn á henda stóra trailaran frá
Lætt og elegant trívur Bill Justinussen, enn einaferð, á sera ókristiligan hátt, eftir tí populistisku loysnini, og leggur Javnaðarflokkin undir at svíkja pensjónistarnar. Og at misbrúka navn og eftirmæli [...] krevja stórvegis abstraktiónsevni. Eins og við flatskattinum og forskattingini av pensjónum, er avtøkan av fólkapensjónini typiskur pissa-í-buksurnar politikkur. Hesin Miðflokkamaður, sum saman við sínum [...] nakrantíð hevur víðkað gjønna millum fólk í Føroyum – millum inntøkubólkar, ættarlið, landspartar, kynini og aldursbólkar. Sum atkvøddi fyri forskatting av pensjónum, og harvið dróg teppið undan framtíðar vælferð