Føroyska málið hevur í øldir havt trý kyn: kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn, men síðstu árini hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt, fyri at trýsta eitt kyn afturat - samkyn ella samkynd - inn í føroyska málið. Jú sanniliga, tíðirnar skifta. Tað, sum okkara háttvirda orðabók ,,Føroysk – Donsk”, kallar hetta, er nú vorðið niðrandi tala – hvør er myndugleikin?
Hví kunnu tit ikki, sum fólk flest, hava tykkara sexualitet/kynslív innanveggja, heldur enn altíð at blanda samfelagið uppí.
Góða Beinta, hóast eg ikki kenni teg, so ynski eg tær bara alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini – hóast hetta.
Generelt um Talibanar
Vit standa í einum mentunarbardaga, har sterkar kreftir royna at skeikla okkara lógarverk og samfelagsbygnað. Tað er so skjótt hjá einum samfelag at reka av kós. Feskasta dømið um hetta er Noreg og tað syndarliga svansið, ið gongur fyri seg á etiska økinum har.
Tað eigur at geva okkum føroyingum nakað at hugsa um og at verða á varðhaldi.
Við málinum um 266b í bakspeglinum, vita vit, hvussu Talibanar arbeiða. Meira enn eitt ár áðrenn málið varð endaliga reist í løgtinginum, byrjaði propagandaðin. Gerandisdagurin varð merktur av dagligari og kritikleysari atgongd í fjølmiðlunum – hetta, serliga í útvarpinum, har undangongufólkini týðuliga hava kontaktir á røttum stað. Alt bleiv gjørt fyri at ávirka fólkameiningina.
Síðani fingu teir løgregluna at sláa eitt slag fyri sakini, og sum rosinan í pylsuendanum, vórðu føroyingar hóttir við at »Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske« fóru undir boykott-kampagnu móti Føroyum; og so bar til. Veikir politikarir hoyknaðu, og talibanarnir vunnu fyrstu stigini. Men tit sum halda, at nú valdar friður, mugu trúgva umaftur.
Minnist til, næstu ferð hóttanirnar koma, at tað er ikki so langtsíðani at felagsskapurin at: »Landsforeningen for Bøsser, Lesbiske og pædofile«, so tað sigur alt um, hvørja virðing hesi feløg hava uppiborið.
Teir politikarar, sum dagliga rópa upp ímóti danskari uppíblandan í føroysk viðurskifti, eru merkiliga kúrrir, tá tað koma slíkar hóttanir úr Danmark – hví? – man tað passa inn í teirra kram?
Politikkur er vald. Talibanarnir vilja fegnir taka valdið – skulu vit bara hyggja at?










