rskifti. Tað er tað eingin ivi um. Bæði innan politikk, innan vinnulív, umhvørvi, sosiala lívið o.s.fr. Talan er um stórar broytingar, ið eru á veg og sum longu hava gingið fyri seg í longri tíð, sigur [...] evnir, ið eru viðkomandi fyri londini í arktiska økinum. Ein teirra sum luttók í einum av pallborðunum var Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og deildarleiðari á lærda háskúlanum í Grønlandi, ið er sannførdur [...] sigur hann í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin. Til ber at lesa eina longri samrøðu við Gestur Hovgaard um Føroyar og Arktis í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.
ikki óaktuelt enn. Tað eru framvegis fólk, ið hugsa aftureftir, um tað farna, sum um tað er meiri og betri enn tað vit hava nú. Fólk gloyma, at tað gamla eina ferð hevur verið nýtt. Tað er nútíðin, vit eiga [...] vantandi umstøður? - Tað eri eg sannførdur um, at tað ger. Listafólk verða noydd at gera so nógv annað fyri at hava eina inntøku. Tað skapar eina stóra frustrasjón samstundis sum tað tappar nógva menniskjaliga [...] inntøku, og tað gongur út yvir teirra yrki sum tónleikari. Hesi, sum hava eina útbúgving av einum hægri lærustovni, koma heim og verða noydd at undirvísa smábørnum á byrjunarstigi. Tað er tað sama sum at
3-0 ella 4-0, men tað kanst tú ikki siga um tú hugsar um søguna. Áskoðararnir í Wien eru eisini krevjandi, so longri tíð tað gongur áðrenn eysturríska liðið fær mál, verri verður tað, sigur Martin Lang [...] Tað sigur Martin Lang, sum starvast hjá Radio Vienna. Hann var til seinastu venjingina hjá føroyska landsliðnum, og hann ásannar, at tað eysturríkar ræðast tankan um eina endurtøku frá Landskrona. - Fólk [...] men ikki sum nakað beinleiðis ringt. - Í dag grína fólk bara eftir tí. Tað hevur eitt serligt pláss í minninum hjá okkum. Tað var byrjanin til eina fótbóltdeprisión, sum vardi í eini fimm ár. Tú skal eisini
gongd. - Eg plagi at fara á møti sunnumorgun, og onkutíð eisini sunnukvøld. Tað burdi verið meiri, men tað er so tað, sum tað er beint nú, sigur hann. Áhugaverd skrá Luttakararnir á hesi ungdómsstevnuni [...] Men nú er tað nakað síðani, hann var seinast. - Vónandi kemur tað aftur seinni, tá ein einaferð fær tíð, sigur hann. Nýgiftur Ein stór broyting er hend í lívinum hjá Leifi, síðani hann var á seinastu [...] ikki sjálvar rætt til at velja sína egnu religión, tí tað er maðurin sum avgerð alt. - Eg helt tí, at tað var áhugavert at kanna hetta nærri, og tað bleiv so til hesa uppgávuna um tær muslimsku kvinnurnar
Men spyrt tú eftir tí gamla tilfarinum, so er tað langt síðani útgingið hjá teimum, sigur hann. Men í Music og Movies ber til at finna tær gomlu fløgurnar tað gamla gullið, sum Jesper málber seg. Ein annar [...] Havn: - Eg haldi, at tað er í fínasta lagi við einum slíkum handli. - Her havi eg funnið fleiri fløgur, sum eg havi leitað leingi eftir. Eg hevði faktist uppgivið at finna tær, men her hjá Jepser, her [...] her fann eg tær. Ein av fyrst kundunum í handlinum Music og Movies var Vár í Gong. Hon kennir Jesper og visti tí um henda handilin. - Eg haldi at hetta er eitt gott hugskot. Her ber nevniliga til at fáa góðar
Pól Jóhannus Justinussen, sum var fluttur fram á miðvøllin. Eg haldi allir komu væl inn í dystin og gjørdu tað væl. Tað er nakað, sum eg eri glaður fyri sum venjari, tí tað gevur mær fleiri valmøguleikar [...] Tað sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, um avrikið móti Írlandi fríggjakvøldið. Nógv bendir á, at tað verða fleiri broytingar á liðnum til dystin móti Svøríki. Lars Olsen var sum so nøgdur við avrikið [...] Gunnar bjargar sum hann skal. Tá tað er sagt, so er tað ongantíð gott nokk at tapa 3-0, men tað er nú eina ferð støðan hjá okkum, tí vit møta so góðum liðnum hvørja ferð, sigur Lars Olsen. Í álopspartinum
Pól Jóhannus Justinussen, sum var fluttur fram á miðvøllin. Eg haldi allir komu væl inn í dystin og gjørdu tað væl. Tað er nakað, sum eg eri glaður fyri sum venjari, tí tað gevur mær fleiri valmøguleikar [...] hava teir bara nøkur skot úti frá, sum Gunnar bjargar sum hann skal. Tá tað er sagt, so er tað ongantíð gott nokk at tapa 3-0, men tað er nú eina ferð støðan hjá okkum, tí vit møta so góðum liðnum hvørja [...] heldur Lars Olsen tó at tað er pláss fyri betringum. - Vit skulu arbeiða við at blíva betri við bóltinum. Tað er ikki sum vit gera fram til dystin móti Svøríki, men ein longri tilgong, ið vit skulu í holt
leiðin gekk inn til grannahúsini. Men ringt var at koma fram. Hon smokkaði niður alla staðni, har hon steig í tí bleyta kavanum. - Tað einasta eg kundi gera var tí at rulla meg fram. Tá kom ein fimm ára [...] sorgarleiki, og tað er einki minni enn eitt Guds undur, at øll eru á lívi í dag sigur Hanna Joensen. 000 riggar ikki Hon dylur ikki yvir, at hon er vónsvikin fyri ikki at siga uppøst av, at tað ikki skal rigga [...] sást til børnini, sum høvdu spælt uttanfyri. Nú vóru góð ráð dýr hjá Honnu Joensen, sum varð stødd inni í húsinum við yngstu dótrini, tá skalvin leyp yvir húsini í Toftabønum í Fuglafirði leygardagin. Hanna
træskurður, sum er skrúvað fast. Tað vil siga tað, at tú kanst væl taka tað av, flyta tað og koyra tað onkra aðrastaðni. So fært tú kanska eina nýggja søgu í staðin fyri tað, sum júst hetta verkið snýr seg [...] er eitt feminint boð uppá búmerkið. Eg havi altíð hugsað, at tað var Tór, sum helt hamarinum. Tí havi eg heldur gjørt tað soleiðis, at tað er ein genta, sum heldur í einum tyssi, og eg havi brúkt nøkunlunda [...] Men hetta er í eygnahædd við tað vanliga fólkið. Hetta er í størri mun dekoratión, sum mann kann hyggja at, meðan mann ferðast í býnum. Fólk skilja tað og virðismeta tað. Tað er í øllum førum feitari enn
gott nokk. Hatta er hvítvasking. Eg veit ikki, um man heldur tað vera lov í politikki, men eg veit, at bankarnir ikki hava lov til tað. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá hann fær [...] leggur afturat. - Hann segði eisini fyri tinginum, at hann ikki var partur av málinum. Tað vil siga, at hann hevur logið fyri tinginum, og tað løgmaður nú ger, er vanlig hvítvasking. Formaðurin í Fólkaflokkinum [...] frágreiðing, og løgmaður tekur hvørt orð fyri fult. Tað er ikki at lýsa eitt mál, og er tað eitt týðiligt tekin, at fyrisitingin hjá løgmanni ikki hevur verið inni í málinum, men bara hevur tikið frágreiðingina