Tað sigur Martin Lang, sum starvast hjá Radio Vienna. Hann var til seinastu venjingina hjá føroyska landsliðnum, og hann ásannar, at tað eysturríkar ræðast tankan um eina endurtøku frá Landskrona.
- Fólk í Eysturríki síggja føroyskar fótbóltsspælarar sum hetjur. Eisini fólk, sum ikki hava áhuga fyri fótbólti. Teir prógvaðu at alt ber til, sigur Martin Lang.
Føroyska fótbóltsbragdið í Landskrona minnast tey væl í Eysturríki, men ikki sum nakað beinleiðis ringt.
- Í dag grína fólk bara eftir tí. Tað hevur eitt serligt pláss í minninum hjá okkum. Tað var byrjanin til eina fótbóltdeprisión, sum vardi í eini fimm ár. Tú skal eisini minnast til, at nakrir av okkara størstu fótbóltshetjum spældu við tann dagin. Eitt nú Michael Konsel og Andreas Hertzog, greiður fyrikomandi útvarpsverturin frá.
Hann er skeptiskur um dystin í morgin.
- Vit eiga at vinna eini 3-0 ella 4-0, men tað kanst tú ikki siga um tú hugsar um søguna. Áskoðararnir í Wien eru eisini krevjandi, so longri tíð tað gongur áðrenn eysturríska liðið fær mál, verri verður tað, sigur Martin Lang.
Samrøðan við Martin Lang kann hoyrast undir greinini. Hon er á enskum.