kostað góðar10 milliardir krónur. Oljufeltið goymir millum 350 og 500 milliónir tunnur av olju og er harvið nakað væl størri enn Foinaven. Feløgini, sum eru við í Schiehallion, eru umframt BP og Shell, Amerada [...] eru Shell og BP, sum standa fyri Foinaven. Feltið er mett at goyma einar 250 og 500 mill. tunnur av olju. Schiehallion Stutt frá Foinaven-feltinum liggja tvey onnur oljufelt, Schiehallion og Loyal. Hesi [...] Conival og Suilven! Aftrat hesum báðum keldunum eru so eisini tvey onnur fund, sum vit enn vita lítið um. Talan er um Conival, sum liggur nakað syðri og sum verður mett at vera eitt stórt olju- og gassfund
FÓTBÓLTUR: Todi Jónsson og hansara felag, FC Keypmannahavn, skulu aftur í europeiskan dyst í kvøld. Dysturin er móti Ararat Jerevan og verður spældur í armenska høvuðsstaðnum. Danskir fjølmiðlar halda [...] ikki, at FCK fer at fáa trupulleikar við armenska liðnum og við at koma víðari í kappingini fyri steypavinnarar. Fyrra dystin vann FCK 3-0, og tað er góður munur at hava niðurfyri í kvøld. FCK verður utrópt [...] luttøku í Europa-Cup, men danir fyri eitt óvæntað, men kærkomið, úrslit, tá AGF vann 1-0 á útivølli móti Nantes týskvøldið og tí kemur víðari í UEFA-Cup.
í dag, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Tveir koma víðari úr teimum fýra bólkunum umframt teir amerikanarar, sum koma beinleiðis í finaluna, sum verður frá 10. til 13. oktober. Kappingin fer fram [...] sum Regin ikki ber ótta fyri, har er ein frá Samoa, sum Regin ikki kennir nógv til, og haraftrat er ein norðmaður og ein russari. Regin Vágadal var við til HM á Mauritius í fjør. Tað endaði hann á einum [...] Majken Drangberg. Regin hevur fleiri sponsorar. Teir eru Fiskasølan, Atlantsflog, Fóm og Svali, Føroya Banki og Farodane. Í løtuni verður tosað við aðrar sponsorar eisini.
framtakið hjá Kristian Magnussen og Anfinn Kallsberg er illa umhugsað og ógvuliga óbúgvið, nú tað kemur fram. Vit hava hoyrt Kristian Magnussen sagt okkurt um hatta í sjónvarpinum, og nú síggja vit viðmerkingarnar [...] hann gera viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið. Sum vera man hevur hann ikki lisið tað ígjøgnum enn, og vil hann tí ikki siga tað stóra. ? Men tað sær út sum um, at landsstýrið ætlar at bróta við tað gamla [...] Arbeiðsmannafelag upparbeitt sær eina pensjón. Eg haldi ikki tað er rætt, at fara at revsa teir limirnar, og eg haldi eisini, at motivatiónin fullkomiliga verður tikin burtur frá Føroya Arbeiðarafelag, sum so
lóggáva fyri fólkaskúlan og nýggju sáttmáli við lærarafelagið hava við sær, at lønarútreiðslurnar til fólkaskulan økjast við 5,3 mió kr. Økingin stendst serliga av tilboðnum um forskúla, og av at enskt verður [...] ? Fyrireikingar til fíggjarlógararbeiðið byrjaðu longu í februar og uppskot til avtalu um útreiðslukarmar varð lagt fyri landsstýrið í mars. Henda avtala millum landsstýrismenninar er ein politisk avtala [...] Einstakar broytingar eru gjørdar, har semja var í landsstýrinum um at broyta karmarnar, tí nýggjar og broyttar umstøðu gjørdu tað neyðugt. ? í kreppuárinum 1993 vórðu nógvar avgerðir tiknar, ið høvud til
varð leygarmorgunin kl. 10.00 og hildið varð fram til sunnukvøldið. Skúlin var í høllini á Stórheyggi og í Venjingarskúlanum, og tað gekk uppá stás. Høvuðsleiðari var Kjeld Klintø, og saman við føroyskum [...] fyri øll, meðan K2 er fyri tey, sum hava verið á fyrra skeiðnum, og harvið hava lagt botn í. Venjaraskeðini vera á Eysturskúlanum í Havn og varða frá leygardagnum til sunnudagin. [...] hjálparfólki tók hann sær av venjingini og skúlanum annars. Feløgini kring landið sendu eisini leiðarar við sínum spælarum til skúlan. Flogbóltsskúlin var bert fyrsti partur av fyrireikingunum til nýggja
vunnu teir við somu tølum. Í fjør vann B71 1-0, í 1989 og í 1994 var málleyst, og í 1992 og í 1993 vann B71 eisini 1-0. Tá sandoyingar vóru í Gundadali eitt mikukvøld síðst í juni, sendi B36 teir suður aftur [...] frá Torleifi Sigurðsson, formanni, og Ísaki Mikladal, aðalskrivara í FSF, sum eru farnir suður til Sands við krónum og steypi. Og menninir kring liðið hjá B36 fáa ivaleyst eisini eitt minni um fyrsta FM heitið [...] at teir eru FM vinnarar, og at teir, eftir lokið stríð í dag, fáa stásið um hálsin, men teir ætla sær at taka uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin
hevur B36 vunnið gull og HB silvur. GÍ liggur á triðja plássi, og teirra heiðursmerki verða neyvan hótt. Væntandi er at bæði botnliðini tapa í dag, og við allari virðing fyri bæði B71 og FS Vágum, so fáa tey [...] dystin í dag, og bæði Gunnar Mohr og Uni Arge eru ivasamir við skæðum. Gunnar hevur ikki vant í vikuni, og lúskan hjá Una er aftur farin at arga. ÍF hevur heldur einki at spæla um uttan æruna, og teir fara [...] Allar avgerðirnar eru mest sum tiknar, og meðan tey í B36 gleða seg til at fáa gullið og steypið, stúra tey á Sandi fyri fótbóltsframtíðini. B71 liggur í botninum, og tað skal nakað heilt serligt til í dag
toftamenn. KÍ vann í 1990 2-1, í 1993 vunnu teir 1-0, og í 1994 og í 1995 vunnu teir ávikavíst 6-3 og 4-3. Í fjør endaði 1-1, og tað gjørdi tað eisini í 1991 og 1992. Í 1989 var úrslitið 2-2. [...] norður til Klaksvíkar, har teir seta punktum fyri einum buldraligum og ikki væl eydnaðum kappingarári. B68 var fremst eftir fyrsta umfarið, og tað var akkurát so, at teir í øðrum umfari taptu 2-1 í Gundadali [...] B36. Men so taptu teir á Svangaskarði ímóti ÍF, og síðani hevur gingið av skriðuni. Setningurin hevur verið at halda seg leysan av niðurflytingarstrikuni, og tað hevur eydnast. Kappingarárið hjá KÍ verður
útjaðarin í Føroyum livir av fiskivinnu. Og vinnulívið er broytt soleiðis, at tørvurin á flutningi ímillum útjaðaran og meginøki er nógvar ferðir størri nú, enn tað er. Og í dag er sambandið ikki tíðarhóskandi [...] okkum til at hava javnvág á fíggjarlógini og tað krúpa politikarar, sum álvari er í, ikki uttanum. Og skal eykafíggjarlóg leggjast fyri tingið, fyri hetta og hitt, økir tað bara undirskotið. Ikki vitað [...] er komið á eitt støði, at tað er neyðugt at halda fram. Og tað er neyðugt at hava vøllin, har fólkið, og harvið inntøkumøguleikarnir, eru, og har umstøðurnar hjá útlendsku gestum okkara eru nóg góðar