førleikar fyri at røkja sínar skyldur sum lærustovnur, har børn og ung læra og trívast. Tað verða fleiri lærarar, betri og breiðari fakkunnleiki, størri møguleiki fyri at næmingalaga undirvísingina og gera næ [...] Lamba, og handil er heldur ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað er langt at ferðast er í flestu førum heldur ikki eitt argument longur við okkara væl útbygda samferðslukervi. Tað er trygt og lætt at flyta [...] eru á einum minni skúla, tað kann bæði verða orsaka av næmingum og starvsfólkum, so koma hesar avbjóðingar at fylla nærum alt í skúlanum í rúma tíð og ávirka øll. Og tað er ikki so løgið, um hvørt starvsfólk
fólkaræði. Og júst her haldi eg, at tú gert Nina Brockie Hansen órætt. Tú brúkar nógv pláss upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar. Men eg [...] verið – Ja, so haldi eg, at tað er bæði rímiligt og neyðugt, at fólk spyrja og tosa saman. Og ja – eisini á Facebook. Facebook er kanska ikki altíð tann besti pallurin. Men tað er ein av teimum fáu støðunum [...] bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur. Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga: „Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis fram – kann onkur greiða frá?“ Tað er fólkaræði
kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir [...] vunnu greiðari sigur, og teir á B68 liðnum hava orsøk til at vera nøgdir við, at teir ikki løgdu rygg til væl trivaligari tap. Høvuðsorsøkin til, at HB var so greitt omaná, var, at B68 í 80 minuttir var [...] fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður, tá ið HB mánakvøldið vann 2-0 í Klaksvík. Luturin hjá toftamonnum var at renna aftaná og verja. Uppstillingin minti fyri tað mesta um 6-3-0, og B68 hevði onga roynd
Sigrun Gunnarsdóttir verið við. Og tað eri so deiliga lívsjáttandi at uppliva. Og øll stuðla hvørjum øðrum. Tað sigur kanska meira um verkætlanina enn nógv annað. Tú nýtist ikki at hava ein ávísan aldur, eina [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] um We Need Art kann koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend
smannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest, nú trýstið er stórt og eitt munandi [...] Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála. – Har er vegurin í sera ringum standi, so leingi tað er landsvegur. Ein sera stórur partur av ferðsluni í bygdini kemur og fer hendaveg, skrivar Magni Højgaard [...] náttúruperluna við Prestá, sum liggur fram við strekkinum. Hann heldur tað vera sera óheppið, at vitjandi skulu koyra eftir einum so vánaligum og ótryggum vegi. Løgtingsmaðurin spyr tí eisini, um Landsverk í
kvartett, og hesir fylgdust líka til seinasti kilometurin skuldi koyrast. Pauli rykti frá feltinum, frá Kostas Garoflos, Bergtór Thorsteinsson og Jákup Petur, og var tað har sum Gripsvegur og Hoyvíksvegur [...] spurtin móti Jákup Petur, og var tað so tætt millum teir báðar, at báðir fingu somu tíð. Aftur ein sponn á muni. Ella eitt hálvt súkkluhjól, sum onkur tók til. Pauli samlaður vinnari Tað bleiv til fýra sigrar [...] Bergtór. Tveir unglingar meldaðu til í ár. Tað vóru Benamin Crooks og Jónatan Gregersen. Ein gjøgnumførdi allar fimm etapurnar, og hin var so mikið óheppin, at hann mátti gevast í dag vegna eina punktering
2027. Vandin er tí, at summar kommunur ikki megna vaksandi byrðuna, og at hetta fer at raka tænastuna. Í sendingini varð kjakast um fígging, ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og møguleikan fyri útjavning [...] sálarligt arbeiðstrýst; betri yvirlit og meira miðvísa raðfesting; at appin og alarmarnir eru løtt at brúka. Búfólkini verða eisini minni órógvað. Í staðin fyri at starvsfólk fara inn á kamarið á føstum [...] hon vísir greitt, at minni tíð fer til óneyðug eftirlit. Hetta gevur møguleika at veita meira røkt við somu starvsfólkaorku og kann við tíðini lækka eindarkostnaðin. Kommunan metir at vælferðartøknin er
fyrra hálvleiki, og teir spældu seg til nógvar góðar støður og fleiri málmøguleikar. At tað bara einaferð í fyrra hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at umseta møguleika til mál vísti seg at vera kostnaðarmikið [...] nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum [...] odda eftir deyðbólt og upplegg frá miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði EB/Streymur fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen
mbl.is, at nærum øll løgreglumotorsúkklurnar verða í nýtslu. Veðurforsøgnin fyri vestara partin av Íslandi er tó versnað. Roknað verður við regni og nógvum skýggjum, og tí kann vera torført at síggja [...] morgin at síggja í Íslandi fyri fyrstu ferð síðan 1954. Myrkingin fer at vara í ein til tveir minuttir, alt eftir hvar í landinum fólk eru stødd. Nógv fólk hava leingi bíðað eftir hendingini, og íslendska [...] ngina. – Vit heita á fólk um at verða heima og heldur fara út í havan millum ælingarnar, sigur Árni Friðleifsson. Løgreglan hevur saman við íslendska vegamyndugleikanum og øðrum myndugleikum fyrireikað
verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur lotað høgur í ættini, og tað hevur verið turt í allan [...] dag. Sólin hevur kagað fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í sandflogbólti [...] í kvinnukappingini seks í tali. Á fyrsta plássi endaðu Jakobina og Milja, á øðrum plássi Súsanna og Rósa, og á triðja plássi Bylgja og Julie. Her eru nakrar myndir frá kappingini í morgun, sum vardi til