lesull. Og valla er hon í mongum eygum neyvan verd ta olju ið fer til at brenna hana. Sjálvur er hann føddur mitt í fimtiárunum, men hann minnist væl at tey eldru úti í Svínoy, haðani hann er ætttaður, nappaðu [...] eitt innihald í lívinum. Heri Joensen segði, at hann fór at draga eitt sindur av tí vísindaliga um ellina og tað at eldast fram. Men samstundis fór hann at draga ymiskt fram úr heimliga umhvørvinum, úr [...] hvussu skjótt alt broytist Hann sigur, at nú falklendingar vóru her uppi og skuldu læra seg at hagreiða seyðakjøt, tí teir tveittu alt burtur, og brúktu bara ullina av seyði, hevði hann hugsað, at kanska kundu
stikið millum hesi ymsu listasløgini, og ger henda samansetingin eisini, at hon røkkur út til eina størri fjøld, umframt at hon er umsett til heimsmálið enskt. Hvønn byr hesar fløgur, Havið og The Ocean [...] gamla sangin hjá Karsteni Hoydal, um hesa 53 minuttir longu ferðina undir kavi við Anniku. Sjálv hevur hon komponerað øll løgini, bróðirin, Gunnar Hoydal, hevur hegnisliga yrkt allar sangirnar, meðan skotski [...] altíð stuðlandi og letur røddina, tað avgerandi ljóðførið á hesi fløgu, bera sangin. Tað er nevniliga hon, ið fortelur okkum um hesi havdjórini, ið skaldið so væl hevur eygfarið. Her er talan um smáverur við
n. Hann hevur gjørt so nógvar fram úr góðar yrkingar, at fólk langt síðani eru sannførd um, at har er nærmasta talan um eina ótømandi keldu. Við Syng mín dalur vísur Steintór enn einaferð, at hann dugir [...] sangirnar. Fyri tað mesta eru innspælingar av gomlu sangunum í lagi, men Lívsmynd dettur niður ímillum, hon tykist vera nærmast kiksa, hóast sangurin er væl spældur og væl sungin. Góða gamla innspælingin av
hevur hon eitt hjartasuff. Hon vildi so fegin fingið arbeiði og møguleikar at læra málið til fulnar. - Hon hevur arbeitt í fiski í 14 ár, og hon er bæði dugnalig og arbeiðssom, sigur Jákup. Hóast hann hevur [...] vóru hjá fólki í Europa. Hon kendi seg vónsvikna. Eftir at hava verið við russiskum skipum á Skála í fleiri umførum, hugsaði hon, at her vildi hon fegin búgva. Áðrenn hetta hevur hon arbeitt víða um í heiminum [...] ikki halda sær. Hon kínir Jákupi og sigur upp í saman: ?Mín Jákup er ein góður maður3. Aldursmunurin ongan týdning Hon er so fegin um at liva saman við manni sínum, og hóast hon er 50 og hann 74 ár, so hevur
við tað hann fær her á landi. Um hann so fer, har sum prísurin er betri, so verður hann straffaður, ikki bara við at fáa minni inntøku til skip og manning, men hann missir fiskidagar, tí hann við lóg er [...] góðkenning og løgtingslóg. Tað at fiskimaðurin á henda hátt ikki fær prís fyri tað gullið hann dregur av grunni, at hann soleiðis ikki fær endarnar at røkka saman, tað sakar ikki tað borgarliga landsstýrið [...] bundin at landa í Føroyum. At so teir, sum landa, verður til bert at umskipa fiskin fyri at selja hann ótilvirkaðan til teir útlendsku keypararnir, sum fiskimaðurin er forðaður at selja til, tað sakar
gjaldoyra til góða í Bretlandi aftaná bardagaárini, gav summum blóð á tonna. Støðan tá, var tann sama, sum hon, ið valdaði árini aftaná 1906. Stríðið um ríkisrættarligu støðu Føroya køøvdi øll onnur mál. Tey fingu [...] ikki pláss á politisku dagsskránni. Stóri ágóðin av fremmandum gjaldoyra fekk skjótt bein at ganga á. Hann var sjálvandi bert ein natúrlig avleiðing av heimsbardaganum, sum førdi til matvørutrot í Bretlandi [...] sum er hent í ríkisfelagsskapinum síðani 1992 prógvar, at javnaðarflokkurin var á rættari leið, tá hann setti sjálvstýrislógina á valskránna í 1990. Nú eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið. Hóast samstarvið
starvaðist fyri Den Danske Bank, samstundis sum hann var skrivari hjá kanningarnevndini. Framgongdin kom longu í fyrstu veljarakanningini eftir valið í 1994. Hon varð gjørd í februar 1995. Orsøkin til, at [...] eina loysn, sum liggur millum samband og loysing, sigur Jóannes Eidesgaard. Ber tað til? Hvussu langt hann so toyggir heimastýrislógina - ella eina Sjálvstýrislóg, sum flokkurin hevur talað um, men ongantíð [...] eisini Stevnuskrá Javnaðarfloksins, har sagt verður, at flokkurin er fyri ríkisfelagsskapi. Tað hevur hann loyvi til. Men flokkurin og formaðurin eiga ikki at blaka torvmold í eyguni á veljarafjøldini við
guðsspottan. So avgjørdur er danski professarin í guðfrøði við Unirversitetið í Århus, Johannes Aagaard. Hann er eisini er leiðari á Dialogcentret í Århus, sum kannar nýátrúnarligar rørslur. »Tá vit tala um eld [...] yvirhøvur eru greið yvir, hvat tey eru farin í holt við, og hvørjar kreftir tey spæla við,« sigur hann. Eins og aðrir, sum atfinningarsamt hava kannað Toronto-rørsluna, sigur Johannes Aagaard, at tað er [...] eru ekstremt karismatiskar rørslur, sum alla tíðina royna at trongja seg inn í aðrar samkomur, sigur hann. »Lívsins Orð er ranglæra, sum farin er um alt mark,« sigur Johannes Aagaard. Tað er greið guðsspottan
gjaldoyra til góða í Bretlandi aftaná bardagaárini, gav summum blóð á tonna. Støðan tá, var tann sama, sum hon, ið valdaði árini aftaná 1906. Stríðið um ríkisrættarligu støðu Føroya køøvdi øll onnur mál. Tey fingu [...] ikki pláss á politisku dagsskránni. Stóri ágóðin av fremmandum gjaldoyra fekk skjótt bein at ganga á. Hann var sjálvandi bert ein natúrlig avleiðing av heimsbardaganum, sum førdi til matvørutrot í Bretlandi [...] sum er hent í ríkisfelagsskapinum síðani 1992 prógvar, at javnaðarflokkurin var á rættari leið, tá hann setti sjálvstýrislógina á valskránna í 1990. Nú eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið. Hóast samstarvið
TB maður. Nú gongur hann í læraraskúla. Í fjør spældi hann við B36, og í ár hevur hann aftur verið ímillum stuðulsspælararnar. Djóni Nolsøe Joensen er uppvaksin í NSÍ, og nú er hann undir útbúgving í h [...] sum hann neyvan hevur verið áður. Sum hinir veteranarnir, so er Egin Høgnesen so at siga føddur inn í felagið. Hann hevur verið málverji har í mong ár, men fyrrapartin av níti árunum gavst hann. Eitt [...] skifti var hann í B68, men nú er hann aftur í barndómsfelagnum, og eisini hjá honum hevur 1997 verið framúr gott. Dánial P. Johansen hevur verið við til at mynda besta B36 liðið í mong ár. Hann hevur altíð