er sjálvandi, at tað, sum einaferð er lagt í barnið, fer at vaksa og blóma, tá ið tað veksur til og kemur til mans. Og at tá ið útbúgving, børn og hús er komin undir land. Ja, tá fara vit at síggja tey aftur [...] til 7.flokk t.v.s. um 14 ára aldur, so Sonja fór at seta seg í samband við tey, sum stutt síðan vóru farin úr barnadansinum ? og serliga tey, sum vóru von at skipa. Og tað var skjótt, at eitt lið av eldhugaðum [...] spælimaður?« Og so máttu vit royna at greiða frá, at okkara dansur ikki bara var dansur, men ein frásøguháttur. Tey vóru spent at síggja okkara dans ? og tað var skjótt at taka saman. Tá ið allir luttakararnir
nevndini var, at lykilin til størri fatan millum tjóðir er at byrjast skal við mentanum teirra. Orsøkin til, at so stórur dentur verður lagdur á mentan í hesum spurningum er, at sagt verður, at kennir tú mentanina [...] »Kjølar«, sum fyrr í ár lovaðu at geva fløgu út, eisini fara at luttaka. Jú, hetta verður eitt stórt tiltak siga tey í Norðurlandahúsinum, sum vóna, at vitjanin fer at betra um kunnleikan og samskiftið millum [...] dømi um hesa ókontrolleraðu støðu er tað sensurleysa internetið. Ikki tilvildin, ið ræður Men nøkur av teimum, sum hava sett sær fyri at arbeiða útfrá hesum týðandi skjali hjá mannaættini og betra um samskifti
Helst til Haag Tað stendur greitt, at her eru stór virði uppá spæl. Um ein rættarsak, sum fer at hava við sær, at málið ikki verður loyst fyrr enn um eini 4-5 ár, fer at gagna føroyingum ella bretum, stendur [...] sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann gera, at bretar kanska kunnu lora [...] skilur - at føroyska samráðingarnevndin hevði lítið ella kanska als einki at lora út við. Bretar fóru sum av torvheiðum av aftur fundinum. Tað einasta, sum partarnir kundu semjast um, var, at formenninir
tað mundi mangan vera stríggið at egna og fara til útróðarar og síðani at fara inn í Sund at sleppa sær av við fongin. Fyri at lætta um skiftust bátarnir viðhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu [...] Hansen eru altíð hentar at kaga í. Hesa ferð hava bæði fyrsta bind, sum er um Fugloy, og annað bind, sum er um Svínoy, verið nógv nýttar, og sætta bind, sum er annar av pørtunum um Klaksvíkina, hevur eisini [...] bóru sorg, tá lívsins stormar vóru um at kollsigla tey og tað, sum sá út til at vera gleði og gylt framtíð. Tey høvdu lært at bera lagnuna, soleiðis sum tey trúðu, at hon var løgd til rættis frammanundan
tað er rætt, at so grannar, sum Føroyar og íslendingar, hava eitt skipað samstarv og hann sigur, at støðan í báðum býunum hevur verið tann, at, at nú er nóg mikið tosað, nú skal okkurt spyrjast burturúr. [...] høvuðsstaðirnar báðar, men av einhvørjari orsøk datt tað niðurfyri í 1991, og síðani tá hevur onki regluligt samstarv verið. Men býráðslimir úr báðum býunum hava lagt stóran dent á at fáa samstarvið tikið [...] Reykjavíkar at vitja. Henda vitjanin var fyrst í oktober. Íslendingar vóru ónatúrligur blíðir og bóru okkum á lógvunum Mentanarligt samstarv Leivur Hansen sigur, at íslandsferðin endaði við, at býráðsformenninir
og danir. Jú meir partarnir vita um viðurskiftini í báðum londum, tess betur skilja teir hvønn annan. -Av tí at talan er um kunning báðar vegir, er ikki talan um, at eg virki sum njósnari. Heldur virki [...] spurningum, tó at tú hevur varhugan av, at hon ongantíð fer út um markið, sum er sømiligt í hesum starvi. Spurd, um hon ikki hevur sína persónligu uppfatan av føroysku/donsku málunum, svarar hon, at tað hevur [...] hevur hon, men at tað ikki kemur málinum við. - Í míni útbúgving sum løgfrøðingur, lærdi eg øll árini, at skúgva míni persónligu sjónarmið til viks. - Mín yrkislærda venjing er, at um eg merki at míni persónligu
fíla! Eg vil halda, at Ólavur við hesi skemtiligu framtíðarlýsing hevur prógvað, at hann dugir at skriva um annað enn seg sjálvan. Handalagið hevur hann til at fáa setningarnar at sita, so málið ljóðar [...] 80-árunum, har teir hjálptu til at yvirfíggja og væl at merkja stungu rívan av peningi í egnar lummar. Stórar sjónir berast nú fyri á hesum biltúri, og tað endar við, at teir gera av at stovna nýggjan flokk: O [...] eksperimenterandi, tó at hann ikki er heilt ókendur aðrastaðni. Veit, at høvundurin ætlar at arbeiða víðari við hesum tekstum í sambandi við eina komandi skaldsøgu. So best er at bíða eftir henni, áðrenn
Spurdar um framtíðina siga báðar tvær, at tær ætla at halda fram at leika so leingi tær eru í lestrarørindum í Danmark. Hvørgin teirra hevur tó ambitiónir um at skifta til størri felag. Tær hava tað sera [...] seinastu árini, og tær hava tikið lut á Oyggjaleikunum og smálandakappingini. Danska kappingin munandi harðari Í donsku flogbóltskappingarskipanini stendur at lesa, at tær báðar hava spælt 23 A-landsdystir [...] Sosialurin hevur fingið orð á Alvildu og Hjørdis. Tær hava báðar gjørt nógv við flogbóltin áðrenn tær fluttu til Danmarkar í lestrarørindum. Báðar hava tær verið fastir leikarar bæði á unglingalandsliðnum
Málið um fast samband um Vestmannasund er aftur vorðið aktuelt. Herfyri boðaði landsstyrismaðurin í samferðslumálum frá, at hann fór at taka málið uppaftur, og nú hevur Vága Vinnufelag latið gera bókling [...] spurningurin um trygd, og í hesum sambandi hava høvundarnir verið í Noregi og kunnað seg við krøvini har. Í hesum kapitlinum verður eisini nortið við tann avgerandi spurningin um, hvat ein tunnil kostar at gera [...] bókling um evnið. Bóklingin »Vestmannatunnilin - ein lýsing« hava Suni á Dalbø, samfelagsfrøðingur og Ólavi W. Høgnesen, sosiolog skrivað. Í bóklinginum, sum er 30 síður, verður lagt til grund, at Føroyar
Í Íslandi hava fólk sans fyri at lata seg í. Tað er einki við at koma slongjandi í útvaskaðum cowboybuksum, um tú ætlar tær út at eta saman við vinfólki eitt vanligt gerandiskvøld. Fólk eru klødd sum til [...] skapar virðing. Bæði um fólkini sjálvi og um staðið, komið verður til. Hóast dýrt er í Reykjavík, er ikki líkt til, at íslendingar lata tað ganga út yvir klædnabúnan. Tann, sum klagar um, at tað ikki er livandi [...] tols við, at ivaleyst verða hesir gomlu tiknir niður, og nýtt bygt í staðin. Ikki tí, pláss er saktans fyri at byggja aftur at uttan at taka tað verandi niður. Nógv arbeiði Tað tykist vera nakað um tað, sum