urin í landsins størstu kommunu sær stórar møguleikar í verkætlanini á Sundi. Hann vísir m.a. til stóra goymslubygningin, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur á Sandvíkahjalla og sum hóskar væl inn í myndina [...] Drelnes til oljuútgerðarhavn. Í síðsta enda verða tað oljufeløgini, sum gera av, hvørja havn tey vilja brúka sigur hann og leggur aftrat, at politikararnir eiga ikki at leggja seg út í spurningin, hvar ein ú [...] myndina í sambandi við eina oljuútgerðarhavn. Hann vísir annars á, at um so er, at oljufeløgini ella oljusamtøkini heldur velja at brúka Drelnes í sambandi við eina fyrstu útbjóðing, so nýtist hetta ikki at
rættiliga trupult at fáa kamar í høvuðsstaðnum hjá næmingum av bygd sum eru slopnir inn á skúlar í Havn. Og tó at tað í brøvunum stendur at næmingar úr Vágunum, Suðuroy, Nólsoy og Sandoy hava forrætt at [...] næmingar úr høvuðsstaðarøkinum fáa nøkur kømur tilsamans. 10 í fjør ? Eg havi starvast her í 10 ár, men tað hava ongantíð verið so nógv á bíðilista sum í ár, sigur skrivstovukvinna á Føroya Handilsskúla, sum [...] sum hevur við »Næmingaheimið undir Fjalli« at gera, og nevnir, at í fjør vóru bert eini 10 á bíðilista, meðan 40 standa á bíðilista í ár. Handilsskúlin hevur víst á onnur heim, eitt nú Skúlaheimið á Tekniska
Smith savninum í Gamla Skúla. Leygardagin verður framsýningin opin kl 17-20. Sunnudagin verður opið kl 15-20. Nevnast kann í hesum sambandi, at Skálin við Skála hevur fingið nakrar fotomyndir í gávu frá arvingunum [...] 30 verður byrjað við Blokkufloytuorkestri úr 4. flokki í Vágs skúla. Kl 20.30 - 21.15 luttaka ymiskir Spice Girls bólkar og Backstreet Boysbólkur í ymiskum aldir. Kl 21.15-22.00 luttaka Arnfinnur og Johanna [...] kaffi og køkur og hugna sær í kaffistovuni, har gott útsýni er oman á havnarlagið og annars nýta høvi til at njóta framsýningarnar og koma á tal við vinir og kenningar í hesi sera snotuligu høll. Skálin
eru. Arnfinn Bjarkhamar, lærari, handar borgarstjóranum í Vági, Jógvani Krosslá, ketuna, tá hann setur jóansøkuna. Tað eru Diona og Torgerð Suðuroy, ið hava evnað ketuna til.
tiltakið verður lagt í Suðuroy. Viðvíkjandi A. P. Møller og hansara virksemi, so eru tað nógvir føroyingar, sum ígjøgnum árini hava verið og eru í vinnu hjá hesari fyritøku, eisini borgarar í Tórshavnar kommunu [...] varliga við hesari komandi stórvinnu. At politikarar í Tórshavn eru á gosi, kom týðuliga fram, tá tað kom í ljósmála, at møguleikin var fyri at Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er [...] fyritøka, sum er við í ætlaðu byggingini á Sundi, og tað er sjálvandi í lagi, bara tað ikki er danskt, men tað er nú ikki tað, sum er danskt, sum verður kastað burtur aftur av býráðnum í Tórshavn. Tann blokkur
ætlan verið í Klaksvík í góðari tíð. Men klokkan var nú 15 og vit stóðu enn og bíðaðu. Næsta ferja av Oyragjógv sigldi kl. 16.30. Hann náddi ikki til nakra ferju í Leirvík. Og ikki til tann fund í Klaksvík [...] neyðuga arbeiði so mikið sum ein tíma longur. tað skal í gongd nú. Í 1980 lá tekningin av fyrstu Undirsjóvartunnil á borðinum hjá Landsverkfrøðinginum. Síðst í 80?unum var byrja - og steðga. Samtykt er á Føroya [...] hava bíða í einar 2-3 tímar kom eg í prát við ein dana, ið eisini hevði bíða. Hann gramdi seg nógv og var keddur. Sum vanligt um summarið var alt kaos. Langar bíðirøðir báðumegin. Báturin sigldi í pendulfart
i, lokalblað suðringa, er komið útaftur, og er at fáa í sølubúðum í allari Suðuroynni og í SMS í Havn. Hetta blað er eitt »lokalblað« fyri Suðuroy, og viðger tískil serliga evni, ið hava tilknýti til hendan [...] lýsa lokalar hendingar, persónar, søgur osfr., t.v.s. tíðindi, ið ikki vanliga síggja dagsins ljós í hinum føroyskum fjølmiðlunum. Annars kann eisini sigast um blaðið, at tað, hóast tað er óheft politiskt [...] ársfjórðing, hetta einamest orsakað av, at teir tríggir, ið standa aftan fyri blaðið, allir eru lesandi í Danmørk. Sunnantíðindi hava 4 ár á baki. Tað ber til at útvega ella gerast haldari av blaðnum, um ein
roynist í verki. Annars taki eg fult undir við tí, sum býráðsformaðurin í Klaksvík førdi fram í sambandi við tað orðaskifti, sum er farið fram um miðsavnan. Leggið alt, sum hevur við fiskivinnu í Klaksvík [...] Nú verður ikki bara tjóðveldisflokkurin men øll samgongan roynd í verki hvat tey standa fyri. Tey, sum valdu tjóðveldisflokkin í Suðuroy, settu sítt álit á flokkin, at hann vildi gera tað meiri liviligt [...] flokkurin í samgongu til viðurskiftini úti um landið. Tað at leggja eina oljustøð, sum vil skapa nógv arbeiði og harvið gera tað liviligt, hevur stóran týdning fyri okkum, sum búgva í Suðuroy, tá verður
gr at vit í dag er nógv eldri, tá ið vit eru liðug við okkara yvirgangsritu, enn tey ungu í teimum áðurnevndu samfeløgunum hava verið. Hetta kemst av, at tey í t.d. bóndasamfelagnum livdu í einum støðugum [...] eins og eg vóru í fimleikarhøll Vágs skúla og tóku ímóti studentsprógvum sínum, við sólstrálum í hjørtunum, tann mjørkatunga jóansøkudagin 1998. Tó er eingin ivi um, at sólstrálurnar í hjørtum okkara henda [...] Vit vita jú øll, hvussu tað kennist at síggja javnaldrar okkara, sum vit gingu í flokki saman við í fólkaskúlanum, koyra runt í dýrum bilum meðan vit eru noydd at taka bussin ella súkkluna. Men tað fíggjarliga
Føroyingar rekast allastaðni. Eisini suðuroyingar. Ikki minst í Keypmannahavn Og nettupp suðuroyingar í Keypmannahavn kunnu gleða seg til 25. oktober. Tí henda dagin verður serligt tiltak, bara fyri [...] munn av munni í danska høvuðsstaðnum, og fríggjadagin høvdu 30-40 fólk sett seg á veitslulistan. Talan er um fólk, sum hava búð niðri í nógv ár. Tey, sum hava hug at hitta aðrar suðuroyingar í Keypmannahavn [...] báði føroyskur og enskur dansur. Tað er pláss fyri 170 fólkum í Føroyahúsinum, men Sigurð Bech, sum er ein av fyrireikarunum, ivast ikki í, at tað verður fullsett. Tað er ikki lýst við tiltakinum fyrrenn