225 síður stór við teksti og nógvum forkunnugum myndum í og hon kostar 237 krónur. Bókin er býtt sundur í tveir partar. Í fyrra parti viðgerð høvundurin ymisk vinnulívsmál. Í øðrum parti viðgerð hann støðuna [...] ímillum Føroyar og Danmark og hevur m.a. eitt uppskot til lóg um Stjórnarskipan Føroyar. Leggja hópframleiðslu afturum seg Í vinnulívspartinum lýsir Ólavur Chrsitiansen m.a. gongdina í teimum framkomnum [...] Christiansen sigur, at kjarnin í beinraknari framleiðslu er, at tað er ikki bara stjórin, sum skal gera ?tonkiarbeiðið? og flyta tað niður í hendurnar á arbeiðsfólkinum. ? Í beinraknari framleiðslu er tað
mest burðardyggu og sosialu nýtslu av livandi tilfeingi í náttúruni, sum nakað nútíðar samfelag í heiminum kann vísa á. Og vit kunnu vera errin av teimum støðugu batunum í skipanini og í drápsháttinum, sum [...] atgerðum og amboðum. Nógv frálík svar og átøk eru gjørd við heimasíðum og innleggum frá eitt nú Grindamannafelagnum og frá privatpersónum og bólkum, sum staðfesta okkara rættindi, upplýsa sakliga og seta góðar [...] . Mæli til, at vit standa saman um hetta: 1. Vit skulu hvørki royna at fjala ella tiga burtur okkara grindadráp. Vit skulu halda grind til sum vanligt kring landið, og sýslumenn og grindaformenn eiga
bíligari. - Tí noyðast vit at duga betri enn tey, skulu vit standa okkum í kappingini. Og skulu vit alla tíðina útbúgva og førleikamenna fólkið í okkara londum. Og so nyttar tað also onki, at so nógv ung framvegis [...] skipanina er útbúgving og førleikamenning av fjøldini. Í hesum sambandi greiðir hon frá, at tá hon er runt í landinum og vitjar fyritøkur, hoyrir hon upp í saman starvsfólk og leiðarar tosa um, at fr [...] Tá Sosialurin liggur í sølubúðunum um middagsleitið í dag, er kvinnan, sum eftir øllum at døma verður komandi, og fyrsti kvinnuligi, forsætisráðharrin í Danmark, við í flogfarinum til Føroyar. Hetta er
fólkaræði til okkara siðvenju og sostatt ikki algildugt, og vit vildu harvið ikki kunna grundgivið fyri, at onnur lond við aðrari søgu og øðrum siðum eisini skulu útinna hesi idealir í verki. Nei! vit mugu grundgeva [...] algildinum hjá fólkaræðinum við skilvísi. Í grundgevingini má tí viðurkennast, at tað er munur á givnum lógum og umsiting eitt ávíst tíðarskeið í søguni og hvussu lógir og umsiting eiga at vera framyvir. Ongin [...] doypa, konfirmera, víða og jarða og veita sálarbót fyri tey, ið hava brúk fyri tí. Hann er ikki ein átrúnaðar myndugleiki, sum í tíð og ótíð skal sannføra fólk um hvussu tey skulu liva sítt kristna lív.
at kappast í lønum. Vit eru rík frammanundan og fara vit at kappast í lønum, gerast vit fátækari. Tað er á øðrum økjum, vit skulu kappast. Eitt nú mugu vit gera íløgur í góð framleiðslutól og í vitan. Hinvegin [...] hann eini 20%, í Danmark er hann 30% og í USA er hann 40% og í Japan nøkur og 40% Í Kina er partafelagsskatturin yvir 30%, men eisini har eru ómetaliga stórar útlendskar íløgur. Sostatt er tað ov einstáttað [...] ógvuliga nógv í alheimsbúskapinum. Hesir búskapirnir eru teir í Russlandi, Kina, India og Brasilia og framyvir fara búskapirninir í hesum londum at fáa størri týdning enn tey gomlu G-6 londini, sum eru USA
Petur í Gong Formaður í Brúkarasamtakinum Tann mann elskar, tyktar mann. Soleiðis verður mangan tikið til, og liggur tað ein djúpur sannleikið í hesum orðum. Vit seta børnum okkara krøv, soleiðis at tey [...] trupult hjá børnunum at virka í samfelagnum, tá tey einaferð skulu standa á egnum beinum. Henda myndin vísur seg eitt sindur ørvísi, tá talan er um krøv brúkarans til tær vørur og tænastur, ið verða bjóðaðar [...] Seta vit, tað almenna og brúkarin, har aftur ímóti krøv, vil tað styrkja um okkara egnu vinnu, soleiðis at hon gert betur før fyri at virka ájavnt útlendskar fyritøkur, og á tann hátt í størri mun megnar at
almennar KT-skipanir skulu passa inn í og taka útgangsstøði í. USA gjørdi sín fyrsta KT-arkitektur í 1996. Uttan ein yvirskipaðan arktitektur halda vit áfram við at arbeiða hvør í sínum lagi ístaðin fyri [...] staði, tá íð grundarlagið ikki er í lagi. Vit mugu fáa eina talgilduga undirskrift Vit hoyra ferð eftir ferð, at Føroyar skulu vera millum tey fremstu londini í 2015, og at millum annað KT skal vera eitt [...] beinunum, sum vit skulu standa á. Vit eru ikki partar av ES og fáa tískil ikki ágóðan av teimum tiltøkum, sum verða sett í verk har, eitt nú i2010 eGovernment Action Plan. Nú vit standa uttan fyri ES, mugu
Alt fleiri børn og ung hava tørv á sálarligari viðgerð, og í eitt nú Región Sælandi í Danmark sæst ein munandi vøkstur í ávísingum til barna-og ungdómssálarfrøðina. Talið av børnum og ungum, sum fingu [...] tingini og vísa børnum og ungum, at tað er í lagi ikki altíð at vera í góðum lag – og at góða lagið saktans kann koma. - Men, hetta krevur, at tú hevur nøkur amboð og kunnleika til kenslur, sum børn og ung [...] børnum og ungum, sum hava tað trupult á lívsleiðini, og serfrøðingar vísa á, at henda gongd eigur at verða loyst í felagsskapi – eisini í felagsskapi millum lond. Sálarfrøðingurin og dagligi leiðarin í Girltalk
finna saman í samtøk, og bjóða seg fram í felag, koma vit onga leið í oljuvinnuni Tá fer ongin eyga á okkum í oljulandslagnum, og vit skulu slett ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi í føroysku [...] tanum og vit vóru høvuðsmenn í danska nótafiskiskapinum. Og vit eiga enntá ein stóran leiklut í endurreisingini av russiska flotanum. Men hetta er alt uttanlands. Og hóast vit standa okkum í fremstu [...] Hinvegin er fiskivinnan í Bretlandi minkað. Men tað er hon eisini í Týsklandi, og øðrum londum, sum ikki hava havt olju. Pengarnar í stuðulsgrunn Serliga hugtikin er Olaf Olsen av gongdini í Hetlandi. Hetland
Altíð... Og hvat hava vit gjørt? Vit hava givið loyvi til, at ein NATO-radari verður settur upp í Føroyum. Hann skal typpa eitt hol í eftirlitinum, sum er millum Ísland, Bretland og Norra. Í øllum hesum [...] men eingin er í Føroyum. Og tað er eingin ivi um endamálið: At hava eftirlit við russiskum hernaðarflogførum, sum aftur og aftur eru farin inn í bretsk loftrúm farnu árini. Við ongum radara í Føroyum hava [...] Bretland ikki ynskir, at vit loyva russiskum skipum inn í sonevnda ”felagsøki” millum londini, sum Bretland og Føroyar umsita í felag. Og tað er júst tað, vit gera gjøgnum fiskiveiðuavtaluna við Russland