Vit mugu seta krøv

Petur í Gong
Formaður í Brúkarasamtakinum

Tann mann elskar, tyktar mann. Soleiðis verður mangan tikið til, og liggur tað ein djúpur sannleikið í hesum orðum. Vit seta børnum okkara krøv, soleiðis at tey búnast, og megna tær avbjóðingar, ið lívið leggur teimum fyri. Hetta roknað vit sum ein nátúrligan part av okkara skyldum, og vit eru fullgreið yvir, at uttan hesa tykt, verður tað ógvuliga trupult hjá børnunum at virka í samfelagnum, tá tey einaferð skulu standa á egnum beinum.
Henda myndin vísur seg eitt sindur ørvísi, tá talan er um krøv brúkarans til tær vørur og tænastur, ið verða bjóðaðar fram á heimliga marknaðinum. Í hesum sambandi eru vit ikki so von við at seta krøv og at vísa okkara ónøgd, um okkurt ikki var sum vit væntaðu ella fingu lovað. Ikki tí at vit eru so líkasæl ella tolin, men heldur tí vit ikki ynskja at traðka fram og verða eyðmerkt sum grenj.
Men hvussu munnu hesi væntandi krøv so ávirka tær fyritøkur, sum standa fyri útboðnum? Tað tykist ikki vera so lætt hjá hesum fyritøkum at klára seg í kapping við útlendskar fyritøkur. Hvørki heima ella úti. Eg skal ikki skera alt yvir ein kamb, tí onkur sólskinssøga finnist tó. Men tað er eyðvita, at fleiri fyritøkur í Føroyum kunnu einans klára seg í Føroyum við føroyskum viðskiftafólkum. Og helst uttan kapping frá nakrari útlendskari fyritøku. Hetta er ikki nøkur haldgóð loysn, um vit ynskja eina sterka vinnu, sum skal kunna virka á heimspallinum.
Seta vit, tað almenna og brúkarin, har aftur ímóti krøv, vil tað styrkja um okkara egnu vinnu, soleiðis at hon gert betur før fyri at virka ájavnt útlendskar fyritøkur, og á tann hátt í størri mun megnar at vinna sær marknað uttanfyri landoddarnar. Tað er sostætt ikki bara brúkarin, ið fær ágóða av, at krøv verða sett vinnuni.
Í útlondum vísa fleiri kanningar, at tess kræsnari brúkarin á heimamarknaðinum er, saman við krøvum frá almennari síðu til marknaðarføring, keyp og annað, tess betur klára fyritøkurnar seg í kappingini á útlendska marknaðinum. Tað er sjálvandi tí at tær tá eru vanar við at arbeiða undir hesum krøvum.
Fyri at røkka hesum máli, er neyðugt við einum miðvísum brúkarapolitikki og einum virknum brúkarasamtaki, ið alla tíðina setur brúkaramál á politisku dagsskránna. Hetta vil, saman við einari skipaðari almennari upplýsing, skapa teir røttu karmarnar fyri okkara vinnu at mennast og búnast í. Tí kunnu vit einans fegnast um, at landsstýrið nú endurskoðar kappingarlógina, og sum eitt annað týðandi stig, hevur sett sær fyri at arbeiða fram ímóti einari marknaðarføringarlóg.