Óli hevur ikki veirð bardagamaður, tó at hann hevur ikki ivast í at sagt sínar meiningar, tá tað var neyðugt, bæði í skrivt og talu. Men tó hevur hann vunnið ótrúliga nógvar sigrar, og væl hevur skorist [...] eftir t. d. uppisjóvarflotanum í dag. Óli, nú tú leggur frá tær, skalt tú hava stóra tøkk fyri farna tíð, eisini tá vit ikki vóru samdir. Tú hevur rist títt navn í ta føroysku fiskivinnusøguna sum [...] fær lovað, og gloymir, tað sum ein hevur fingið. Við Óla sum formanni í 36 ár hevur fiskimannafelagið ment seg til at vera eitt felag, sum hevur størstu virðing ímillum manna og ikki minst uttanlands
staðið og viðkomandi, sum hevur sovið í brummuni í nátt, verður avhoyrdur, tá til ber at avhoyra hann. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey eisini funnu ein ryggsekk við øli og brennivíni beint við [...] at bróta inn í fluguskápið. - Fyrr um kvøldið hevði løgreglan sæð mannin, sum royndi at stjala úr fluguskápinum og eitt vinfólk bera henda sama ryggsekk. Illgruni er um, at tað, sum er í ryggsekkinum, [...] sum hava okkurt standandi í fluguskápi ella hjalli í miðbýnum í Havn, at hyggja eftir, um nakað er horvið. Lagt verður aftrat, at samsvarar møguligur missur við tað, sum er í ryggsekkinum, sum varð funnin
sjálvan, líka síðani leikurin varð skrivaður í 1879. Sambært Willoch hava vit í leikinum enn eitt dømi um, at vesturlendsk mentan er vorðin sær sjálvum nokk í so stóran mun, at tað er vorðið ein forðing [...] varð prentað í Aftenposten. Og so var aftur eldur í stutta fjúsinum hjá mangari talskvinnu hjá Noru. Willoch verjir seg við at siga, at tann veruliga Nora, Laura Kieler, fór aftur til mannin, brúkti 12 ár [...] døma nú at skriva eina bók um, tí sum hann sigur - Mest ræðuliga kvinnusøgan hjá Ibsen hevur uppborið at verða sæð í nýggjum ljósi.
frá, samstundis sum hon skumpaði mannin burtur. - Kenslan sat eftir í kroppinum í tvær vikur, greiddi hon frá. Gentan greiddi frá, at hon síðani gjørdi, sum hon hevur lært, fór til ein vaksnan at siga [...] Ein 36 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava verið ónærisligur móti eini 16 ára gamlari gentu á einum festivali í summar. 36 ára gamli maðurin noktaði [...] løgregluna, sum seinni handtók mannin. Dómarin segði, at slíkur atburður ongantíð kann góðtakast, hóast hetta er í lægra endanum fyri, hvat telur sum blygdanarskemd. Hon dømdi mannin 14 daga fongsulsrevsing.
Um tú hevur hugt upp í luftina í kvøld, so hevur tú kanska varnast vakra norðlýsið. Um ikki, so hevur tú kanska sæð, at fleiri onnur hava sæð tað, tí nógvar myndir av norðlýsinum eru at síggja á sosialu [...] - viðmerk gjarna, hvar í landinum myndin er tikin. Tit kunnu senda myndirnar til post@in.fo - Vit fáa sera nógvar myndir sendandi, so vinarliga sendið bara eina í part. DAGFØRING klokkan 00:50: Vit hava [...] sosialu miðlunum í kvøld. Vit vilja fegin síggja tykkara myndir, so vit kunnu samla allar myndirnar saman og gera eina myndarøð. Tit eru tí meira enn vælkomin at senda okkum tykkara myndir av norðlýsinum -
bóltinum teir fingu hendur á. Í 1968 bleiv fótbólturin so ein undirdeild í Tofta Ítróttarfelag, og hagani kemur navnið B68. Í gerðabókini hja felagnum sæst, at stovnandi fundurin var í Gamla skúla 21. desember [...] aftur ímóti klárað seg væl í kappingini. Felagið hevur verið í 1 deild síðani 1980 og hevur sum kunnugt vunnið fleiri meistaraheiti. Harafturat er leikvøllurin á Svangaskarði vorðin kendur um allan heimin [...] Føðingardagur Jú, tú hevur lisið rætt. Leygarkvøldið 2. november hevur ítróttarfelagið á Toftum 40 ára ársveitslu. Men her er okkurt, ið ikki rímar saman, hugsar lesarin, tí tað eru bara 34 ár síðani vit
gerandisdegi: Síðani í oktober mánaði í fjør hevur hann drigið íalt 790 stampar. Best sum útróðurin var komin í gongd, misti hann eitt skrúvublað og varð tí noyddur at leggja stilt í eina alt ov langa tíð [...] Bjarni á. – Men síðani fyrst í januar mánaði havi eg roynt og roynt, men úrslitið hevur verið so sum so. 100 krónuseðlar Síðani í januar hevur hann drigið einar 650 stampar og hevur fingið 35 tons íalt, me [...] fer til tann mannin, ið Bjarni hevur við sær til útróðrar; og so fáa Bjarni og báturin ein 100-krónuseðil í part. - Um tú roknar mína inntøku út, hesar tríggjar mánaðirnar av árinum, sært tú hvussu nógv
fyrst í august og út til fyrst í september, sum má metast at vera rættiliga seint, sigur Jón Aldará, sum VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við. Lesið alla samrøðuna í blaðnum, sum fæst til keyps í sølubúðunum [...] fuglurin, sum fer við tíðini. - Í løtuni eri eg í Koltri, har vit skráseta fugl, plantur og skordýr. Fuglurin er helst mín høvuðsáhugi, og tískil havi eg eisini verið aktivur í Fuglafrøðifelagnum, sigur l [...] og í august mánaði plagar hann eitt nú at fara út til Mykinesar at telja lundapisur. Gongst, sum ætlað, verður helst farið út til Mykinesar í næstu viku. - Tað er ymiskt, sum fólk siga um lunda í summar
slotar eftir nátum Mynd: Alan Brockie Myndin er tikin um ársskiftið 1973 í Nólsoy. Alan hitti av tilvild hendan mannin, sum var farin út í lýsingini at vita, um onkur gamal havhestur kom rekandi framvið. Alani [...] einum Nikon F1, og Alan hevur brúkt eina 24 mm víðvinkul linsu. Tað er spennandi, heldur Alan, tí tú fært verið heilt nær og fært kortini nógv við. Tað skapar dýpd og spenning. Alan er í dag free-lance fotografur
rakar unga mannin í hálsin og síðani verður hann stungin nakrar ferðir í ryggin, áðrenn ákærdi aftur fær hondina og knívin fram um aftur. So verður ungi maðurin stungin fleiri ferðir í búkin og í lærið. Ungi [...] Ungi maðurin fær so tikið ákærda í albogan innanvert, og verður tá stungin í armin nakrar ferðir, men ungi maðurin fær tá felt ákærda niður í einar trappur, sum ganga upp á í miðhæddina. Hann bað fleiri ferðir [...] Tá ungi maðurin kemur innar í kamarið hjá gentuni, fer ákærdi ímóti honum, og ákærdi maðurin hevur ein knív í hondini. Ákærdi sat á lørunum á gentuni, sum lá á búkinum. Hurðin var afturlatin og ungi maðurin