Tá ungi maðurin kemur innar í kamarið hjá gentuni, fer ákærdi ímóti honum, og ákærdi maðurin hevur ein knív í hondini.
Ákærdi sat á lørunum á gentuni, sum lá á búkinum. Hurðin var afturlatin og ungi maðurin sá ikki knívin beinanvegin. Ákærdi maðurin var eisini í svørtum handskum.
Teir báðir vóru annars bestu vinir, og sjálvt um teir ikki altíð vóru samdir, vóru teir kortini ikki óvinir. Hann hevði heldur ikki sæð ákærda fullan ofta.
Hann langar út við knivinum, sum rakar unga mannin í hálsin og síðani verður hann stungin nakrar ferðir í ryggin, áðrenn ákærdi aftur fær hondina og knívin fram um aftur. So verður ungi maðurin stungin fleiri ferðir í búkin og í lærið.
Ungi maðurin fær so tikið ákærda í albogan innanvert, og verður tá stungin í armin nakrar ferðir, men ungi maðurin fær tá felt ákærda niður í einar trappur, sum ganga upp á í miðhæddina.
Hann bað fleiri ferðir ákærda um at gevast, og hann metti ikki, at ákærdi var glaður um at síggja seg.
Meðan ungi maðurin heldur ákærda niðri í trappuni, rennir gentan fram við teimum inn í kamarið hjá systir unga mannin og fer út gjøgnum vindeygað.
Ungi maðurin slepti so ákærda, men reyk avstað aftan á gentuni og fór sama veg út gjøgnum vindeygað.
Hann fór so upp á og inn í køkin, og hann ætlaði sær at ringja eftir politinum. Men hann lat seg í staðin í skógvarnar og fór til gongu yvir til ommu og abba sín.
Hann legði til merkis, at tað var blóð á hondtakinum á úthurðini. Hann merkti, at hann bløddi illa, og hann merkti, at hann misti máttin.
Ungi maðurin fór síðani innar og upp í kamarið hjá teimum gomlu, og sá, at omman troystaði gentuna.
Ákærda sá hann ikki aftur.
Hann segði tað vera ógvuliga hart, at tað skuldi vera sín góði vinur, sum hevði gjørt hetta ímóti sær, men at hann hevði tað gott nú.
Tað er eisini ógvuliga sannlíkt, at ungi maðurin bjargaði lívinum hjá gentuni.