Mín besta mynd

Eitt navn undir einari mynd. Vit síggja teir hvønn dag, uttan at geva okkum stórvegis far um teir. Myndamenninar, sum taka myndir, ið teir eru bidnir um at taka. Myndir í rúgvuvís. Myndir, sum hvørva í gloymskuni. Myndir, sum hefta seg. Men hvørja mynd høvdu teir valt, um teir vóru bidnir at velja eina heilt ávísa burturúr úr rúgvuni? Bara eina! Á hesum síðum geva nakrir av frægastu fotografunum í landinum tær eina mynd í jólagávu. Eina mynd, sum teir onkursvegna eru serliga glaðir fyri, at teir tóku.

Lagt til rættis: Ingi Rasmussen.

Spentur hundur
Mynd: Jens Kristian Vang

Myndin er frá einari hundakapping á Royndarstøðini í Kollafirði, har kappast var um, hvør dugdi best at reka seyð. Jens Kristiani dámar væl myndina, tí tað sæst, hvussu spentur hundurin er. Hann gleðir seg, til tað verður hansara túrur at renna eftir seyðinum. Myndin er tikin við einum CANON EOS-1, og myndaðurin setti fototólið niður í grasið. Myndin er tikin við blitzi fyri at fáa tekningarnar í luftini við. Annars vóru fólkini vorðin ov myrk í mun til luftina, sigur hann. Jens Kristian Vang er myndamaður á Sosialinum.