Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus leiktu í kvøld javnleik 27-27 móti Nordsjællandi á heimavølli. Fýra sekund undan dystarloki brendi Morten Balling hjá Skanderborg Århus tíverri [...] brotskast, ið kundi tryggjað heimaliðnum ein 28-27 sigur. Í steðginum var Nordsjælland á odda 15-12. Hákun skoraði eitt mál, og legði upp til eitt mál. Skanderborg er nummar 11 í bestu donsku hondbóltsdeildini
Tað er ikki farið framvið í Danmark, at Hákun West av Teigum framdi eitt framúr avrik við at skora 11 mál í EHF European League fyrrakvøldið. Skanderborg Århus vann í sínum fyrsta dysti í einum evropeiskum [...] á útivølli. Danska rásin, TV3 Sport hevur lagt video út, har tað ber til at síggja øll 11 málini Hákun skoraði í dystinum móti Eurofarm Pelister. Á hesari leinkjuni: https://www.tv3sport.dk/sport/hand
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus leiktu í kvøld seinasta dystin í bólki D í EHF European League. Skanderborg Århus sum fyri langari tíð síðani hevur tryggjað sær annað plássið [...] móti Bidasoa Irun í Spania. Bidasoa vann dystin 29-26. Í steðginum var spanska liðið á odda 16-12. Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Komandi liðið hjá Hákuni, Füchse Berlin vann bólkin við fullum
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini. Dysturin var á útivølli móti Bietigheim Metterzimmern, ið spælir í aðru bundesligu. Füchse [...] sigur. Heimaliðið var betur við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-16. Hákun var effektivur. Hann skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. Füchse Berlin hevur sostatt vunnið
Í kvøld klokkan 19.45 bíðar ein spennandi uppgáva hjá Hákun West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin. Á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin tekur spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í bó [...] Sambært altjóða veddingarfyritøkunum er talan um ein opnan dyst, har oddsini eru púra jøvn. Sleppur Hákun upp í part verður tað debutdysturin hjá honum í Champions League. Allar Hondbólts-Føroyar vóna, at
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu hóskvøldið í dysti í bundesliguni greitt 37-29 á Melsungen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 18-12. B [...] Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stýrdi liði sínum til sigurs. Hann skoraði heili 15 mál. Hákun stóð stinnur í verjuni, men fekk ikki nógv at arbeiða við úti á veinginum. Men ta einu ferðina hann
Høllini á Hálsi. Tveir nýggir leikarar eru millum teir 17, sum eru úttiknir. Talan er um ungu Hákun West av Teigum, sum dagliga spælir í Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini og Elias Ellefsen á Skipagøtu [...] Tønder Kjartan Johansen, Viking Stavanger Vilhelm Poulsen, Fram Allan Norðberg, KA Akureyri Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger Rókur Akralíð, HEI Skæring
Hákun West av Teigum gjørdi góðan mun og gjørdist toppskjútti hjá Skanderborg-Århus við sjey málum, tá hann og liðfelagarnir vunnu 35-33 á svenska liðnum, Kristianstad í seinna undankappingardystinum í [...] Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 67-64 sigur til Skanderborg Århus. Hákun skoraði samanlagt 12 mál í báðum dystunum. Hákun og liðfelagarnir vunnu seg sostatt í bólkaspælið í EHF European League. Klokkan
Tað gekk væl hjá liðunum hjá Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen í bundesliguni í kvøld. Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli í Max Schmelling [...] høllini 34-26 (18-11) á Eisenach. Hákun skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir. Elias og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli í Wonderino høllini 35-29 (18-17) á Lemgo. Eisini Elias skoraði
Hákun West av Teigum, Mathias Gidsel og hinir í Füchse Berlin skulu til Budapest at kappast í FINAL FOUR í Champions League. Tað eydnaðist eisini Füchse Berlin at vinna seinnu fjórðingsfinaluna á Aalborg [...] samlaðan 77-65 fjórðingsfinalusigur til Füchse Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 21-20. Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Sum vant gekk Mathias Gidsel undan, og hann [...] úrslitið í uppgerðini. FINAL FOUR verður leikt í Köln, dagarnar 14. og 15. juni. Í annaðkvøld kenna Hákun og liðfelagarnir nøvnini á øllum trimum mótstøðuliðunum.