Hákun West av Teigum gjørdi góðan mun og gjørdist toppskjútti hjá Skanderborg-Århus við sjey málum, tá hann og liðfelagarnir vunnu 35-33 á svenska liðnum, Kristianstad í seinna undankappingardystinum í EHF European League.
Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 18-17. Kristianstad byrjaði dystin best, og var eitt skiftið á odda 8-3, men heimaliðið yvirvann skelkin.
Skanderborg-Århus vann fyrra dystin 32-31. Talan gjørdist sostatt um ein samlaðan 67-64 sigur til Skanderborg Århus.
Hákun skoraði samanlagt 12 mál í báðum dystunum.
Hákun og liðfelagarnir vunnu seg sostatt í bólkaspælið í EHF European League.
Klokkan 19.45 í kvøld spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof seinna dystin í EHF European League undankappingini móti franska liðnum, Montpelier á útivølli.
Fyrri dysturin í Partille endaði við javnleiki 24-24.