A-landsliðið hjá monnum er úttikið

A-landsliðið hjá monnum hevur verið saman millum jól og nýggjár, og eftir dagsins venjing var greitt, at liðið, ið møtir Kekkia til EM-undankappingardystirnar, í stóran mun er tað sama, sum varð úttikið fyrr í ár, áðrenn hesir dystirnir vóru útsettir.

Landsliðsvenjararnir Sonni Larsen og Dia Midjord siga seg vera væl nøgdar við avrikini frá úttiknu leikarunum eftir seinastu samling í ár.

Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at vera so klárir sum gjørligt til dystirnar móti Kekkia. Har eru nøkur smáting, ið vit fara at arbeiða við dagarnar upp undir dystirnar, fyri at lyfta støðið eitt vet hægri, sigur Sonni Larsen, høvðusvenjari, og leggur aftrat, at talan er um smáumbøtingar á neyvleika og skotum.

Einastu broytingar í hópinum eru, at Filip Jojic er vorðin skaddur í legginum, og tí er ógreitt um hann verður klárur til dystirnar móti Kekkia í januar. Verður Filip ikki klárur, kemur Hans Eli Sigurbjørnsson í hansara stað. Eisini hevur Rókur Akralíð boðað frá, at hann kann vera við til báðar dystirnar. Hann var upprunaliga ikki tøkur til útidystin vegna arbeiðsumstøður hansara sum lækni í Aarhus.

Fyrri undankappingardysturin verður í Høllini á Hálsi 6. januar, meðan seinni dysturin verður leiktur í Pilzen í Kekkia 9. januar.

Hesir eru úttiknir at møta Kekkia til undankappingardystirnar 6. og 9. januar:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri

Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold

Rói Berg Hansen, HØJ

Leivur Mortensen, Ajax København

Brandur Halgirson, Ajax København

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger

Filip Jojic, VÍF / Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Peter Krogh, H71

Teis Horn Rasmussen, TM Tønder

Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Vilhelm Poulsen, Fram

Allan Norðberg, KA Akureyri

Pætur Thomsen, H71

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger

Rókur Akralíð, HEI Skæring

Rógvi Dal Christansen, Fram