vilja stíga fram, tí tey eru bangin fyri, at onnur halda tey eisini vera misbrúkarar av børnum. Men soleiðis mugu fólk ikki hugsa, sigur Beinta. Hon er fegin um at vera komin so langt, at hon fær tosað [...] opin. - Og tað er mín vón, at eingin finnur uppá at happa børnini hjá mær og øðrum, ið eru misbrúkt, tí børnini eru í hvussu er ósek. [...] mær tilveruna sum eitt glas, ið fyllist upp og kann flóta yvir. Glasið var ikki fult aftur, fyrr enn vit fluttu aftur til Føroya og búsettu okkum í Hvalvík fyri nøkrum árum síðan, sigur Beinta. Eitt kvøldið
senda meg, ?tí hvat duga donsku læknarnir, sum vit ikki duga?, søgdu teir. Hóast ongin lækni sá til mín seinastu tvær vikurnar, eg lá har. Á Ríkissjúkrahúsinum eru serfrøðingar av øllum møguligum slag, og tá [...] skryktur av skipsdekkinum. Sigarettirnar, sum vóru trúgvu fylgissveinar hansara, eru gloymdar. Ístaðin fyri er iltfløskan komin og henni er hann bundin av alt døgnið, antin á rygginum ella í vogni. Hann fær [...] sum er at síggja alla tíðina. Hesa tíðina, eg havi verið her, eru seks fólk deyð, børn og eldri fólk, sum eg havi knýtt meg serliga til. Vit hava sæst dagliga, prátað nógv. Tá ið tey so doyggja, ávirkar
Eitt talandi dømi um at presthjúnini eru væl umtókt vóru tey 1000 fjarritini, ið tey fingu á silvurbrúdleypsdegnum. Nú skilnaðarstundin er komin okkum til handa, fara vit at bera fram okkara dýrmettu tøkk [...] Kirkju og Hattarvík. At hann eisini hevur vunnið sær vinir á hesum støðum, skilja vit best av teimum áheitanum, ið komnar eru frá hesum kirkjuliðnum - eisini tey vildu fegin sum so oftani áður komið saman [...] sera fólkaligu gávum hevur dugað avbera væl at umgingist hesa meinigheit, og mong av teimum eru eisini komin at halda av honum. Prestur hevur verið tænari í orðsins rætta týdningi; hann hevur altíð verið
fyri, nei. Men vit vistu, hvar vit skuldu ganga, tí vit vistu hvar vit vóru. Tað var farið vestur eftir. Vit sóu fýrtornið á Selvogsnesi fyrst. So bleiv gingið, so bleiv gingið, og so komu vit til hús, sóu [...] púra ófyrireikaður, tí hann hevði ikki roknað við hesum. Vit fara nú at endurgeva hesa samrøðuna nærum orðarætt. Vit fáa váttað ta myndina, vit hava av einari beskednari hetju. Einki reyp, kanska mótsatt [...] ordiligt illveður, ja. Eg arbeiddi í lastini. Vit vóru nakrir mans í lastini. So var tað við eitt vekk, at tað varð rópt, at vit fóru á land. So fóru vit upp, vit sluppu uppaftur. Var tað myrkt tá? Tað var
ið Rakul skal venja seg við, nú hon komin heimaftur. - Í veruleikanum er tað nógv verri at koma heim, enn fara avstað. Tá tú fert, innstillar tú teg líkasum uppá, at nú er alt nýtt. Men tá tú kemur heim [...] eg eisini ansa eftir viðførinum. So alt bleiv eitt sindur rokarsligt, greiðir Rakul frá, nú hon nýligani er komin aftur til Føroyar. Men hóast kaos valdaði, so kom Rakul í øllum góðum fram til familjuna [...] at Rakul flutti til eina nýggja familju, men tað vildi unga dáman als ikki hoyra talan um. - Nú var eg komin at kenna tey, og so skuldi eg eisini verða saman við teimum, sigur hon. Í dag dugir Rakul ikki
hesar frásagnir eru umtóktar av lesarunum. Tey eru eisini mong, sum siga seg einans halda ella keypa Sosialin av somu orsøk. Tað kann verða nevnt, at ein fittligur partur av hesi røð er komin út í bók. Hetta [...] áðrenn deyðin gav honum frið. Aftaná tann dag fingu vit beiggjar strong boð um at halda okkum frá kókandi løgi. Men hjá okkum var vandin ikki so stórur. Vit høvdu komfýr, og grýturnar við løgi vórðu ikki [...] spælinum hjá okkum ungu á Skansavegnum. 200 Miðvikur Ì hesum døgum eru tað fýra ár síðan Miðvikan byrjaði í Sosialinun. Hetta merkir, at tað eru komnar 200 greinir í hesi røð. Hóast tað ikki sær so nógv út hvørja
oljuráðstevnuna í Føroyum herfyri, og tá fingu vit prát við hann um støðuna á Atlantsmótinum, hvør framtíð er her fyri oljufundum og framleiðslu. Hann vísir á, at teir eru sera áhugaðir í føroyska økinum, hvat [...] leiting. Stóri spurningurin fyri meg er ikki, um vit ikki staðfesta váðan, men hvat verður úrslitið og vinningurin av arbeiðinum. -Um tú helt, at her ikki eru møguleikar fyri at gera heilt stór fund, so høvdu [...] øll feløgini koma aftur. Richard Hardmann leggur aftrat, at nettupp ein av orsøkunum til, at tað eru komin fleiri enn 100 útlendingar til hesa ráðstevnu er tann, at eingin veit við vissu, at tað ikki kunnu
skal eisini hava eitt innihald. Tað er ikki víst at vit øll eru samd um ta snaringina í øllum liðum. Tað ger onki, tí soleiðis hevur tað altíð verið. Nú havi eg ikki fyri vana at tosa fólki eftir munninum [...] Ein stokkutur hiti. Vinna og fakfeløg eru sett í verðina til at stjórna sær sjálvum, og báðir partar eru alneyðugir - fyri ikki at siga lívsneyðugir. Politikararnir eru valdir til at stjórna samfelagnum, [...] at fáa tað knæsett í ein samgongusáttmála, at nú skuldi ein statur skipast um føroysku tjóðina. Sum ikki einaferð komu danskir pengar ímillum. Tað sóu vit í 5. partinum av frálíku sendingini "O, móðurlandið"
mettur av døgum, hóast vit ikki høvdu varnast tað, so birgur, raskur, áhaldin, virkandi, áræðin, røkin og klárur hann var fram til løtuna, táið Guð mundi halda, at tímin var komin. Minnist frá óvitaárunum [...] serliga í hondbóltinum, har teir allir hava verið í broddi fylkingar, og hetta sæst nú aftur í næsta ættarliðnum eisini, eitt nú hevur StÍF notið gott av evnum teirra. Leivur var ógvuliga áhugaður í ítrótti [...] hanga ongir lepar við. Nú steðgaði alt upp, tað tykist sum bíða hús og vøkstur eftir manninum við teimum merkiliga nógvu virkisevnunum og huginum at fáa alt so væl frá hondini, tað eru bara tvey ár síðani
livað sum yrkisspælari í Leifti í Íslandi, og nú hevur hann fingið nakað av dystarvenjingini, sum hann hevur saknað. Spurningarnir eru sera nógvir, men vit skulu bara reisa ein afturat. Hann er, hvussu [...] Eliasen úr ÍF og Poul Ennigarð úr GÍ hava verið inni í myndini higartil, og tað eru teir kanska framvegis, men hesa ferð eru teir settir afturum Hans Fróða Hansen. Heðin á Lakjuni var við í Spania í heyst [...] avgerðandi orðið, og hvørja avgerð hann er komin til, fær eingin at vita fyrrenn stutt fyri dystarbyrjan komandi hósdag. Men áðrenn ferðalagið fer úr Føroyum týskvøldið, eru tað nógvir dystir, sum skulu avgreiðast