Sum smágenta og hálvvaksin var Beinta nokkso ómøgulig, og í sínum ungu árum var hennara lív nokkso rótut.
Men so møtti hon manninum í hennara lívi, og í 1993 fluttu tey til Danmarkar, har hon fór at útbúgva seg til heilsurøktara.
Ikki eitt menniskja visti, at Beinta øll hesi árini gekk og bar upp á ein loynidóm, sum hon skammaðist við, og sum hon ikki tordi at siga foreldrunum frá av ótta fyri, at tey ikki fóru at trúgva henni: At hon sum smágenta var kynsliga misbrúkt eina ferð av einum manni og fleiri ferðir av eini konu.
Sjálv heldur Beinta, at júst hetta var orsøkin til, at hon var so óstýrilig sum barn og yngri.
Hon fortrongdi ongantíð sínar upplivingar, men tosaði ikki um tær við nakran.
Tað kókaði yvir
- Tá ið eg so fór at lesa til heilsurøktara og lærdi nógv um sálarfrøði, kom alt fram fyri meg og órógvaði mítt lív. Eg fór at drekka illa fyri at doyva kenslurnar. Ein dag segði maðurin, at leitaði eg mær ikki hjálp, rýmdi hann, sigur Beinta.
Hon fór tá til ein psykolog og fekk tosað um tað, men tað gav ikki ta stóru hjálpina.
Beinta hóraði víðari.
Tá ið hon segði manninum frá sínum loynidómi, var hann skakkur, men hann trúði henna, og hann hevur síðan stuðlað henni allan vegin ígjøgnum.
- Hann hevur verið ómetaliga tolin. Eg kundi ikki fingið betri mann, og hann er veruliga góður við meg, sum eg eisini eri við hann.
Beinta, sum búði í Danmark, fekk seg ikki til at ringja til foreldrini og siga, hvussu var. Í staðin skrivaði hon teimum eitt bræv. Í teimum døgunum longdist henni ógvuliga nógv eftir foreldrum og systkjum, sum kundu stuðlað henni eisini.
Ætlaði at drepa seg
Aftur var galið hjá Beintu, tá ið tey fluttu heim.
- Eg hugsi mær tilveruna sum eitt glas, ið fyllist upp og kann flóta yvir. Glasið var ikki fult aftur, fyrr enn vit fluttu aftur til Føroya og búsettu okkum í Hvalvík fyri nøkrum árum síðan, sigur Beinta.
Eitt kvøldið Beinta og familjan sótu heima í Hvalvík og ótu døgurða, stakk Beinta knappliga av í bilinum og koyrdi til Saksunar, har hon ætlaði at leypa út av onkrastaðni.
- Eg veit ikki, hvussu tað bar til, at eg fór inn í eitt summarhús hjá nøkrum grannum hjá foreldrum mínum í Havn. Har oysti eg alt burtur úr mær, og tað gjørdi mær væl, sigur Beinta.
Hon er fegin um, at hon ikki gjørdi álvara av at taka lívið av sær, tí hetta kvøldið setti nakað í gongd í henni.
Kris hjálpti
Nakað eftir vendi hon sær felagsskapin Kris, ið hjálpir kynsliga misnýttum fólkum, men tá ið hon ringdi, fekk Gvøðbjørg West ikki tosað, men ringdi aftur. Ikki fyrr enn hon hevði ringt nakrar ferðir, tók Beinta telefonina, og soleiðis kom hon í samband við Kris.
- Eg meini tað veruliga, at Kris eigur lívið í mær, sigur Beinta.
Tvey tey seinastu árini hevur Beinta verið í einum sjálvhjálparbólki hjá Kris. Í bólkinum eru sjey kvinnur í nøkulunda sama aldri, allar hava tær verið misbrúktar kynsliga. Tað ger Beintu væl at sita saman við teimum og práta, tí tær skilja so væl hvør aðra.
Beinta dugir ikki at siga, hvussu leingi tað vardi, at hon varð misbrúkt. Hon minnist tað bara sum leingi. Hon metir, at hon hevur verið sjey átta ára gomul.
Hon hevur tosað nógv við tey trý sysktin síni, og eingin teirra hevur upplivað nakað slíkt.
Hví bara eg?
- Hví skuldi tað ganga bara út yvir meg? Er ein spurningur, sum fyllir nógv í høvdinum á Beintu.
Hon leggur stóran dent á at fáa fram, at tað ikki var nakar av hennara nærmastu, sum misbrúktu hana kynsliga. Tað gjørdi tvey vinfólk hjá familjuni, ein maður og ein kvinna óheft av hvør øðrum.
Maðurin misbrúkti Beintu eina ferð, og ein kvinna misbrúkti hana fleiri ferðir. Misbrúkið fór fram bæði heima hjá Beintu og teimum og heima hjá konuni.
- Fór eg inn í kamarið at spæla, kom hon aftan á mær. Tað ringasta eg visti, var tá henda konan sat barnagenta hjá mær og skuldi leggja meg um kvøldið. Meðan hon legði meg og bað faðir vár, gjørdi hon tað, sigur Beinta.
- Og tað gjørdi, at eg vendi kristindóminum bakið.
Nú er hon ikki so avgjørd longur.
Er opin
Beinta hevur tosað opið við foreldrini, systkin og vinfólk um tað, sum henni var fyri, og hon heldur tað gjørdi øllum væl, at bæði foreldrini og tvær vinkonur vóru við eina ferð og tosað við Kris. Tí skilja tey so væl, hvussu hon hevur havt tað og hevur tað.
Eisni hevur Beinta tosað opið við starvsfelagar sínar, sum altíð eru til reiðar at tosa, tá ið Beintu tørvar onkran at lurta eftir sær.
- Tað gjørdi serliga mammu so ilt at hoyra, at eg varð misbrúkt, tí hon kendi skyld av, at hon einki varnaðist. Men hon eigur ikki at kenna skyld, tí hon kundi ikki vita nakað, sigur Beinta.
Vil hjálpa øðrum
Hon hugsaði seg væl og virðiliga um, áðrenn hon tók avgerðina um at siga sína søgu alment.
- Eg geri tað í vónini um at hjálpa øðrum. Eg giti, at nógv misbrúkt ikki vilja stíga fram, tí tey eru bangin fyri, at onnur halda tey eisini vera misbrúkarar av børnum. Men soleiðis mugu fólk ikki hugsa, sigur Beinta.
Hon er fegin um at vera komin so langt, at hon fær tosað um kynsliga misbrúkið av sær, tí tað er so ræðuligt at skula ganga einamøll við slíkum ringum upplivingum.
- Hemmiligt er vemmiligt, sum eg plagi at siga.
Í vár luttók Beinta á einum skeiði, sum Kris hevði í Kelduni í Skálafirði, og har segði Beinta sína søgu. Tað gjørdi hon eisini í einari aðrari samkomu. Hetta merkir tó ikki, at Beinta hevur lagt lív sítt um og er farin at virka í nakrari samkomu.
Beinta er fegin um, at tað eydnaðist henni at konfrontera mannin, sum misbrúkti hana, áðrenn hesin maðurin doyði.
- Hansara svar vara bara, at hann helt meg ikki taka tað so tungt.
Konuna fekk hon ikki tosað við, áðrenn hon doyði, tí konan flutti úr Havn, men eftir at konan doyði, hevur Beinta skrivað fleiri brøv til konuna, og tey brøvini eru sjálvsagt ongantíð send. Men tað er ein máti at sleppa av við aggið.
Kris hjálpir væl
Beinta rósar Gvøðbjørg West fyri at duga væl at tosa við fólk, sum hava verið fyri kynsligum misbrúki.
- Hon dugir so væl at lurta og seta seg inn í støðuna, tí hon hugsar við hjartanum. Hon hevur bæði grátið og flent, tá ið vit hava tosað saman.
Beinta heldur, at ein felagsskapur sum Kris átti at fingið nógv størri fíggjarligan stuðul, tí Kris ger eitt gott arbeiði, sum sparir samfelagnum fyri aðrar útreðslur seinni. Hon ivast ikki í, at fleiri misbrúkt fólk, ið ikki leita sær slíka hjálp, enda á psykiatriskari deild, sum alkoholikarar ella neyðardýr, men ongantíð kemur fram, hvat liggur aftanfyri.
Sárini lekjast ikki
Sjálvt um Beinta er komin væl fyri seg, útilokar hon ikki, at tað onkuntíð aftur kemur ein niðurtúrur.
- Eg læri meg at liva við hesum, men sárini lekjast ongantíð heilt aftur. Sár á sálini síggjast ikki. Úteftir sæst einki, men óveður kann vera innan í sálini.
Beinta sigur, at nú er liðugt at hugsa um, hvat hini hugsa. Tað hevur hon higartil gjørt alt sítt lív, og tað gav einki. Tað loysir seg nógv betur at vera opin.
- Og tað er mín vón, at eingin finnur uppá at happa børnini hjá mær og øðrum, ið eru misbrúkt, tí børnini eru í hvussu er ósek.